Hitt evsta vápnið

Eingin hevur rætt til at halda, at tað er til stuttleika ella í fanansskapi, at nakar fer í verkfall.

Verkfallið er og verður hitt seinasta vápnið hjá okkum føroyingum. Og her á landi verða einans friðarlig vápn brúkt í verkfalli. Ikki sum so manga aðrastaðni, har kanska maskinbyrsan og annar tramansskapur verður tikin í nýtslu. Onkur tók til undir arbeiðssteðginum: »Vit eru bara alt og fitt verkfalsfólk«. Og tað kann vera nakað um tað.


Lygn og virus

Men eins og eitt virus spjaðist millum eitt fólk, sum beinsjúka (influensa) ella telduvirus í telduni, soleiðis spjaðist eisini lygnin, ósemjan og óvitskan seg millum fólk okkara. Í stórum kunnu vit siga, at útjaðaraøkini geva Havnini skuldina fyri alt ilt. Havnin hevur higartil mest sum einsamøll verið vígvøllur fyri arbeiðskampin, higartil bara blokadur. Og hetta hendir hóast at kalla øll landsins fakfeløg taka undir við okkum í arbeiðssteðginum, og ikki so fá feløg uttan fyri landoddarnar við. Tað syrgiligasta av øllum er tann sannroynd, at bæði millum tey mongu, sum óvirkin hyggja at og eisini millum fólk í arbeiðssteðgi, eru tríggir syndabukkar funnir: Tjóðveldisflokkurin, fullveldishugsjónin og so Karsten Hansen. Nú vil eg beinanvegin siga, at tað er mær ein sera fjarur tanki at skriva nakra verjurøðu fyri sheriffin úr Klaksvík, ið av orsøkum, sum eru mær ókendar endaði í sessinum sum fíggjarmálaráðharri, uttan at hava meira skil fyri tølum búskapi enn fólk flest. Hann er ein danskur politistur við góðari danskari løn. Fyri fýra árum síðani, tá Edmund Joensen, sum løgmaður, sat hinumegin borðið, var hann ikki smettin betur enn Karsten Hansen sum fíggjarmálaráðharri í dag. Men harumframt standa Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin á síðulinjuni á politiska fótbóltsvøllinum og gníggja sær í hondunum í vón um, at Tjóðveldisflokkurin fer í skeljasor og við honum eisini fullveldishugsjónin.

Tó er vert at leggja til merkis, at slíkir heldur ólíkir persónar, sum Jenis av Rana, Heini úr Kunoy og Hanus Andreassen í bløðunum gera vart við orsøkir til arbeiðssteðgin. Jenis við at minn á tøgnina á tingi í februar, tá tingmannalønirnar á skammuligan hátt vórðu hækkaðar við 60%. Heini nakað tað sama og Hanus við at gera vart við, at loysnin fyri fullveldisætlanunum liggur beint fyri fótum okkara, bert vit draga eina línu.


Samfelagsskipanin

Sjálvur kann eg bara peika á, at ein samfelagsskipan við arbeiðsteðgi annaðhvørt ár er ein avoldað samfelagsskipan. Tí stríðið stendur millum tey lágløntu øðrumegin og tey vælbjargaðu hinumegin. Harafturat er so almikla lygnin komin uppí, at kappingarførið hjá heilagu vinnuni versnar, lønirnar eru alt ov høgar í Føroyum o.s.fr. Hetta er jú lygn úr enda í annan. Lønirnar í hinum Norðurlondunum eru munandi hægri enn okkara. Tí loysir tað seg eisini væl hjá donskum virkjum at flyta fisk til Føroyar til virkingar. Og í Íslandi, sum higartil hevur verið sambandsræðumyndin, eru lønirnar nú við at yvirhála okkum við fúkandi ferð.

Nú eru tíverri so fáar samfelagsskipanir eftir, har fólkið hevur tikið valdið, men nakrar eru tó. Har er skil í, fólkið ræður, ásetur lønir, eins og alt annað. Hesa sosialistisku hugsjón skal eingin taka frá mær, og líka so nær hon liggur uppat kristnu læruni, líka so fjar er kapitalistiska hugsjónin frá kristnu læruni. Ein av okkara frægu rithøvundum segði einaferð: »Vit kommunistar eru nú so sjáldsamir her á landi, at tá vit da, verða vit helst útstappaðir«. Nakað bendir á hetta í løtuni.

Tá hesin arbeiðssteðgurin einaferð er av, kunnu vit rokna við nýggjum arbeiðssteðgi. Vit hava fingið stuðul frá Føroya Arbeiðarafelag og øðrum, so vit mugu vera til reiðar at stuðla teimum, ið hava stuðlað okkum. Várið kann gerast sera heitt á føroyska arbeiðsmarknaðinum, júst vegna primitivu samfelagsskipan okkara.

Lat meg enda við at peika á at júst fullveldishugsjónin kann gerast byrjanin til eitt nýtt og betri samfelag við skili í. Einum fullveldi, har fólkið verður lønt og skattað, sum tað eigur, og ikki sum nú undir Heimastýrislógini, at allur arbeiðsmarknaðurin er ein stórur ruðuleiki, og at Heimastýrisskútan er um at koppa av berum yvirbygningi av stjórum og deildarleiðarum, ið mergsúgva hetta samfelag saman við kraddarum og spekulantum, sum hava frítt spæl. Men frá Fullveldi til loysing og lýðveldi kann gerast drúgv og illgongd leið. Tó einki sum helst er at ivast í, at henda leiðin ikki bert er verd at ganga, men at hon er einasta gongda leið hjá føroysku tjóðini? og uppaftur longri frammi - neyvan í okkara tíð - hómast eitt føroyskt lýðveldi, har fólkið hevur alt vald.


Arnbjørn R. Thomsen