Strandingar føroyameistarar í manshondbólti 1999

Seinasti dysturin í hondbóltskappingini í ár gjørdist av sonnum ein gýsari. Hóast Hondbóltssambandið ikki hevði væntað tað, so vunnu strandingar ársins seinasta dyst móti Kyndli 33-29.

Tað var lagt upp til eitt brak av einum hondbóltsdysti inni á Skála leygardagin, tá seinasti dysturin í hesum hondbóltsárinum skuldi leikast. Strandingar skuldu vinna dystin fyri at gerast meistarar, meðan Kyndil kláraði seg við javnleiki.

At tað var spenningur um úrslitið sást á tí stóru áskoðarafjøldini. Alt, sum kundi krúpa á vestara armi á Skálafjørðinum hevði leitað sær niðan í ítróttarhøllina á Skála. Á dómaraseðlinum stendur, at 1100 áskoðarar vóru í høllini, og tað er á leið tað sama, sum var í høllini í 1983, tá Kyndil og VÍF spældu seinasta dyst um meistaraheitið tað árið.

At tað var spenningur um dystin sást eisini við, at áskoðararnir vóru møttir í sera góðari tíð. Øll vildu hava pláss at sita, men tað avmarkar seg, líkasum sjálvt.

Væl ber til at sleppa av við bilarnar við høllina á Skála, men klokkan var ikki hálvgun fýra, tá parkeringsøki var so pinnpakkað, og teir áskoðararnir, sum komu beint til dystarbyrjan, fingu ein drúgvan gongutúr niðan brekkuna.

Tað mundi neyvan bila, kortini, og eftir dystin, hava áskoðararnir uttan iva borið yvir við skálamonnum, at høllin stendur har hon ger.

Tí var stemningurin í høllini í topp longu undan dystinum. Kyndilsmenn høvdu ein »leir« á eystara síðu, meðan strandingar og skálafólk sótu hvørt um annað í restini av høllini. Alt stríð um sambýli var goymt ella gloymt, í hvussu er eina tíð. Nú galt tað hondbóltin, og tá standa bygdirnar so tætt saman, at tær eru líka so góðar sum ein.


Jøvn byrjan

Sum sagt, so skuldu strandingar vinna henda dystin móti Kyndli, fyri at fáa FM til høldar, meðan Kyndil kláraði seg við javnleik. Spurningurin var tí, hvussu strandingar fóru at klára at standa fyri trýstinum, sum teir máttu boyggja seg fyri í steypafinaluni, sum teir taptu fyri VÍF í februar.

Tann dysturin var væl og virðiliga gloymdur i dag, og hóast teir onkuntíð hava spælt betur enn í dag, so var annar hálvleikur sera góður hjá StÍF.

Byrjanin var jøvn. Hannis Wardum legði Kyndil á odda 1-0 beinanvegin, og við tí málinum boðaði hann frá, at hann ætlaði sær at gera alt fyri, at meistaraheitið endaði í Havn, heldur enn á Strondum. Og lat tað verða sagt beinanvegin. Hannisar partur lá ikki eftir leygardagin. Hann var klárt besti Kyndlaleikarin henda dagin, og hann gjørdi ikki færri enn 11 mál.

Strandingar høvdu eitt sindur ilt við at fóta sær í teimum allarfyrstu minuttunum. Ivaðust eitt sindur ov nógv og tað sá einu løtuna út til, at tað var ov lítil futtur í. Men alt hetta broyttist so skjótt.

Í álopinum hvødu teir trupult at fáa høgru síðu við í fyrra hálvleiki, og tað gjørdi at ov nógv trýst lá á Artur og beiggjanum Alexanduri, samstundis sum tað gjørdist ov lætt at verja fyri hjá Kyndli.


Hørð linja

Verjurnar gjørdu eisini sítt til, at tað ikki kom gongd á málskjótingina beinanvegin, og innanfyri teir fyrstu tíggju minuttirnar góvu dómararnir, Hjalmar og Kristian, fýra gul kort. Við hesum var linjan løgd, og tað skal sigast beinanvegin, at teir fylgdu linjuni til dystarenda.

Liðini vóru púra jøvn til støðuna 4-4. Bent Djurhuus javnaði við einum vøkrum mál eftir eina flotta fríspæling frá Artur. Eftir hetta mál fekk Kyndil tveymálsleiðslu, og tað var týðuligt at síggja, at áskoðarunum dámdi hetta lítið. Kyndil kom upp á 7-5, men so vendist í holuni.

Strandingar tóku seg saman, og høvuðsorsøkin var málmaðurin, Jóhan Danielsen, sum stóð ein kanóndyst. Hann var framúr tryggur í málinum, og í ávísum tíðarbilum í dystinum, var tað hann, sum helt strandingar inni í dystinum, tá tað stóð á at fylgja við úti á vøllinum. Tí Kyndil spældi bæði skjótt og væl. Serliga í fyrra hálvleiki.


Fimm á rað

Áðrenn nakar vardi, komu strandingar við aftur í spæli. Alexandur, Artur og leikandi venjarin Jónleif Sólsker, sendu við tilsamans fimm málum StÍF fram um við trimum, og ivasomu andlitsbráini á áskoðarunum vóru aftur vend til smíl.

Men enn einaferð stívnaðu smílini, tí løtuna eftir var tað Kyndil, sum setti damp undir ketlarnar, og stutt fyri hálvleik høvdu teir lagt seg fram um við trimum. Rùni Poulsen, spældi væl á strikuni, stórur og sterkur sum hann er, og tað var m. a. honum fyri at takka, at Kyndil enn einaferð fór framum.

Í endanum av fyrra hálvleiki fingu strandingar tó minka so mikið um munin, at hálvleiksleiðsla Kyndils bert var tað eina málið. 17-16 stóð tað í hálvleikinum.


Avgjørdur Elias

Støðan stóð við í byrjanini av seinna hálvleiki. Liðini skiftust at skjóta mál, men tað vóru aðrir leikarar, sum tóku byrðarnar nú. Hjá strandingum í øllum førum.

Elias Hansen, sum í fyrra hálvleiki var púrasta fyri ongum; hann flutti bara bóltin runt, var púra hamskiftur tá farið varð undir seinna hálvleik.

Kyndilsmenn gjørdu av at mansverja bæði Jónleif og Artur, og hetta gav Eliasi so mikið av plássi í høgra borðið, at hann gjørdi trý tey fyrstu málini hjá strandingum í seinna hálvleiki.

Tá um tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, fóru strandingar framum. Artur skoraði við sínum fjórða brotskasti og nú var støðan 21-20. Áksoðararnir brølaðu, tí nú sást ljós fyri framman. Fimti ára dvølur frá meistaraheitinum er dvølur, sum sjálvt ikki B36 kann máta seg við, og nú sá út til at tann sovandi ressaðist.

Teir fóru framum við tveimum, men stutt eftir vóru teir raktir av eini dupultútvísing, og hana brúkti Kyndil til at koma upp á javnt aftur.


Jóhan var maðurin

Eftir at Kyndil hevði javnað fóru strandingar í álop. Jónleif var mansvardur, og í panikkinum kloddaðu strandingar sær bóltin burtur. Kyndil fór í álop, sum endaði við brotskasti, og tað var Hannis Wardum settur at skjóta.

Hannis hevði verið »sikkurheitin sjálv« hini brotskøstini, og tey flestu væntaðu, at hann fór at skora aftur hesaferð og leggja Kyndil framum. Men tað vildi Jóhan Danielsen annarleiðis. Hann tók brotskasti, og av tí, at strandingar fingu tvey mál næstu tríggjar minuttirnar uttan at Kyndil fekk nakað, so var hetta ein tann týdningarmesta løtan í dystinum.

"Joooohhhaaannn, Joooohhhaaaannnn .... brølaðu áskoðararnir, og tað sigur meiri enn orð. Jóhan var dagsins maður á Skála. Ta løtuna í hvussu er.

Strandingar vóru enn einaferð raktir av eini dupultútvísing, men hesaferð fótaðu teir sær betur, kanska serliga tí, at Kyndil eisini varð rakt av eini útvísing.


Endaspurturin

Kyndil kláraði ikki at minka um munin. Teir fingu eitt mál, men beint eftir fingu strandingar eitt afturat, so munurin aftur var tvey mál.

Tíðin fór so smátt at ganga undan, og tað gjørdist alt meira trupult hjá Kyndli at halda skil á egnum spæli. Hetta sást kanska einabest við at íslendski venjari Kyndil, Jakob Jónsson, sum annars hevur fingið mál úr nærum øllum vinklum, brádliga fór at brenna, tá á stóð.

Strandingar gjørdu hinvegin skjótari av í álopinum, og áðrenn Kyndil visti tað, vóru strandingar farnir enn longur frá teimum.

Seinastu tvey málini áttu strandingar og tað var líkamikið hvat »hallarspeakarin« segði, tí eingin hoyrdi hann kortini. Ákoðararnir; teir sum hildu við StÍF, brølaðu og ýldu, sum óðir, og úti á vøllinum høvdu leikararnir fatað, at meistaraheitið var í hús. Alexandur Johansen gjørdi flúgvaran eftir at hava skotið seinasta málið í dystinum, og bert fá sekund seinni bríkslaði dómaraparið av fyri seinastu ferð.

54 ára bíðitíð var av á Strondum ....

Sosialurin ynskir StÍF og øllum strandingum hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitinum.