Øll hava vit hoyrt um teir ? "bandan í Fuglafirði", sum fleiri ferðir hava lagt á sakleys fólk og bukað tey sundur og saman. Hesin sokallaði bandin, sum ikki telur meiri enn einar fimm til seks mans, hevur við sínum atburði syrgt fyri, at fleiri fuglfirðingar næstan skammast við at siga, hvagani tey koma. Men hvussu hava ungfólk í Fuglafirði tað við hesum ótangunum, og er tað so, at fólk í Fuglafirði eru bangin fyri hesum monnum? Yngd hevur hitt tveir ungar fuglfirðingar og fingið við teir um hetta.
Fuglfirðingar óynsktir á gistingarstaði í Havn
Teir báðir ungu fuglfirðingarnir, ið Yngd hevur hitt, vilja fegnir ikki nevnast við navni ella kyni. Teir eru ávíkavist 18 og 17 ára gamlir, men av ótta fyri fylgjunum vilja teir ikki hava, at fleiri upplýsingar um teirra identitet koma fram.
Hesir báðir ungdómarnir greiða frá, at bandin í Fuglafirði nú í fleiri ár hevur terroriserað bygdina, men at tað ikki hevur verið so galið seinastu tíðina. Teir báðir hava ikki merkt tað stóra til bandan, men í hesum sambandi vísa teir á, at kennir tú ein av limunum í harkaliðnum, so fært tú frið.
Hinvegin er tað so, at um nakar setur seg ímóti ófriðarkroppunum, so
kanst tú vænta, at um teir ikki raka teg, so fara teir eftir tínum
nærmastu ella onkrari ogn hjá tær. Hetta hava fleiri dømir verið um í Fuglafirði, siga teir báðir ungdómarnir úr bygdini.
Teir halda, at í nógvum førum eru fjølmiðlarnir við til at gera meira burturúr málunum, tá ið harkaliðið úr Fuglafirði hevur verið upp á spæl, um man til dømis sammetir við aðrar hendingar við øðrum ófriðarkroppum.
Hetta halda teir hevur gjørt sítt til, at bygdin sum heildin er komin í ringt orð, og tað er ikki so ofta, at harkaliðið í bygdini ger nakað um seg. Ungu fuglfirðingarnir halda, at tað er minni um harkaliðið nú, enn tað var fyrr, men gera teir nakað um seg, so verður hetta beinan vegin blást upp í fjølmiðlunum.
Atburðurin hjá harkaliðnum í Fuglafirði hevur havt ymsar fylgir, sum
raka allar fuglfirðingar. Eitt nú er tað soleiðis, at eitt av
gistingarstøðunum í Havn fullkomiligani noktar fuglfirðingum atgongd.
Hetta stavar frá, at harkaliðið einaferð gisti har eitt vikuskifti, og tá var rættuligt rok á staðnum, og ein stórur partur av innbúgvinum á staðnum fór í sor. Hetta halda teir báðir ungu fuglfirðingarnir sjálvsagt verða harmiligt, tí gistingarstaðið er eitt av teimum bíligaru, sum ungdómar í Eysturoynni til tíðir gera nýtslu av, tá ið teir eru eitt vikuskifti í høvuðsstaðnum.
Tilkomnir menn
Mangan hevur ein hug til at undrast á, hvat tað er, sum gongur fyri seg inni í høvdinum á einum persóni, sum ber seg at soleiðis, sum hesir víðagitnu fuglfirðingarnir gera. Tað er uttan iva eisini so, at fólk flest halda, at talan bert er um nakrar ungar "kúllar", ið fara at vaksa frá hesum, men so er ikki. Limirnir í harkaliðnum í Fuglafirði eru millum 25 og 30 ára gamlir, og tá skuldu tey flestu vanligu fólkini verða voksin frá slíkum.
Ungu fuglfirðingarnir siga við Yngd, at fólkið í Fuglafirði leingi hevur gingið og verið sera bangin fyri hesum monnunum, sum manna harkaliðið, men at gongdin nú er við at venda til tað betra, og fólkið tykist ikki longur at verða so bangið fyri teimum.
Teir báðir nevna eisini, at tá ið harkaliðið er í býnum í Havn, so gera teir ikki so nógv um seg. Hví so er, vita teir ikki rættuliga at siga, men nevna tó, at ein orsøk kann verða, at teir mans, ið arbeiða sum trygdarvørðar í náttklubbunum í Havn, ikki eru bangnir fyri ófriðarkroppunum, og at hetta ger, at harkaliðið heldur seg nakað aftur.
Tað er ein sannroynd, at tá ið vit hoyra um, at harkaliðið hevur gjørt nakað um seg, so er tað næstan altíð í Eysturoynni, at teir hava gjørt ónáðir, og bert hendingaferð hava vit hoyrt um, at teir gera nakað í høvuðsstaðnum.
Í seinastuni hava vit nakrar ferðir hoyrt um, at hesir menninir hava
gjørt vart við seg á Skálafjørðinum, har teir hava lopið á sakleys fólk og sorlað hesi sundur.
Oyðilagt nógv fyri bygdina
At harkaliðið í Fuglafirði hevur oyðilagt nógv fyri bygdina, er einki dulsmál. Nógvir fuglfirðingar skammast næstan av at siga, hvagani tey eru, tí fleiri og fleiri føroyingar í størri ella minni mun seta fuglfirðingar í bás út frá gerðunum hjá harkaliðnum.
Nógv fólk kring landið eru av teirri fatan, at allir fuglfirðingar eru eins og limirnir í harkaliðnum, og hetta siga teir báðir ungdómarnir úr bygdini, sum Yngd hevur hitt, at teir eisini merkja, tá ið teir eru í býnum. Um teir koma í prát við onnur ungfólk, so spyrja hesi vanliga, hvussu man eitur, og hvagani man kemur. Tá ið teir so siga, at teir eru úr Fuglafirði, so spyrja hini við einum brosi, um man er ein av øru hundunum í bygdini, ella okkurt annað líknandi.
At slíkir persónar, sum hesir nógv umrøddu ófriðarkroppar, eru ein skemd fyri bygdina, er einki yvir at dylja. Tað er tó ikki lætt hjá
bygdarfólkinum at gera nakað við støðuna, tí flestu teirra eru bangin fyri monnunum, og at teir skulu gera seg inn á hesi fólk ella teirra nærmastu.
Hinvegin er tað næstan neyðugt, at fólkið í Fuglafirði stendur saman, so at tey kunnu vísa hesum vaksnu monnunum, ið bera seg at sum børn, at tey ikki longur vilja bara standa og hyggja at, meðan harkaliðið herjar kring landið og oyðileggur navnið hjá bygdini.