Ein av teimum føroysku fótbóltsleikarunum, sum hevur drúgvastu royndirnar uttanlanda, man uttan iva verða vágbingurin Jan Allan Müller. Hann hevur seinastu sjey árini leikt í donskum fótbólti, men sunnudagin var fyrstu ferð, at Jan Allan hevur roynt at spælt ímóti einum øðrum føroyingi í donskum fótbólti.
Báðir við frá byrjan
Jan Allan Müller leikar við felagnum Svendborg á Fjóni, sum hevði heimavøll ímóti Glostrup IF32 av Sælandi. Á liðnum hjá Glostrup spælir eisini ein føroyingur, og tað er tvøramaðurin Jón Johannesen, ið er bróður ein annan kendan føroyskan fótbóltsspælara, Óla Johannesen, sum er ein av stuðulsleikarunum á føroyska landsliðnum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tveir føroyingar hava staðið yvir av hvørjum øðrum í donskum toppfótbólti, tí klaksvíkingarnir báðir, Todi Jónsson úr FC Keypmannahavn og Jákup Mikkelsen úr Herfølge, hava gjørt tað fleiri ferðir, men hetta var so fyrstu ferð, at tveir suðuroyingar hittust.
Tað er eisini stuttligt at staðfesta, at bæði Jan Allan og Jón vóru við á liði sínum frá fyrsta bríksli, og báðir spældu teir í álopinum. Tað er eisini í álopinum, at vit kenna Jan Allan best, meðan Jón í Føroyum fyri tað mesta hevur spælt á miðvøllinum, bæði hjá TB og á tær báðar ferðirnar, ið hann hevur roynt seg á landsliðnum. Jón Johannesen spældi fyrstu ferð á landsliðnum í august mánaða í 1992, tá ið mótstøðuliðið var Ísrael á Svangaskarði, og eitt ár seinni var hann við á liðnum, sum tapti 0-7 fyri Noreg inni á Toftum.
Jan Allan hevur boðað frá, at hann ikki longur er tøkur til at spæla á landsliðnum, tí hann hevur valt at taka familjuna og arbeiðið fram um fótbóltin, hóast hann enn spælir fótbólt á høgum støði.
Dysturin millum Svendborg og Glostrup IF32 endaði við javnleiki 1-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 0-0. Tað var útiliðið, ið legði seg á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki við einum brotssparki, men fimm minuttir seinni javnaði heimaliðið til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Jón Johannesen bleiv skiftur út, tá ið einir 20 minuttir vóru eftir av dystinum, meðan Jan Allan Müller bleiv útskiftur, tá ið fimm minuttir vóru eftir at leika. Eftir dystin prátaðu teir báðir oyggjafelagarnir saman eina løtu, áðrenn teir fóru hvør til sítt.