B71 helt HB frá fatinum í 70 minuttir

Fótbóltur: HB-liðið tóktist hugsa meira um avgerandi hondbóltsdyst og brúdleyp enn um fótbólt, tá B71 vitjaði í Gundadali. Men munurin var kortini stórur móti einum liði, sum hevði sera lítið at bjóða uppá.

HB-B71 2-0 (0-0)


Føroyameistararnir úr HB byrjaðu steypakappingina 1999 móti uppflytarunum úr B71, og hóast úrslitið bleiv sum væntað ? HB vann 2-0 ? so var lítið at síggja av spælinum, sum gjørdi HB til bæði meistara og steypavinnara í fjør.

Tað hoyrir sjálvandi eisini við til søguna, at hetta var fyrsti veruligi dysturin á árinum, eisini hjá B71, sum ikki slapp at royna seg móti hvalbingum, ið ikki høvdu veruligan hug at sleppa í bólkaspælið yvirhøvur ? nakað sum kann geva grund til at seta spurnartekin við uppbygnaðin í steypakappingini.

Men hóast hvørki av liðunum hevði nakra serliga dystarvenjing, átti munurin millum partarnar at verið størri, enn hann var í góðveðrinum í Gundadali leygardagin.

Heimaliðið legði eisini bragdliga fyri, og fyrstu løturnar livdi B71 ? sum spældi uttan Eli Hentze, ið lá sjúkur eftir heima á Sandi ? á eggini. Men HB megnaði ikki at umseta teir tveir-tríggjar góðu møguleikarnar til mál.

Teir í B71 vóru sjáldsamir gestir frammanfyri HB-málinum, har Bárður Johannesen lættliga kundi hugsað meira um hondbóltsdystin, sum skuldi vera inni á Skála seinni um dagin, tí hann hevði millum lítið og einki at gera allan dystin.

Móti endanum av fyrra hálvleiki fekk B71 fyri fyrstu ferð eitt lítið trýst á, har teir varðveittu bóltin inni á HB-hálvuni meir í enn ein minutt.

Fyrri hálvleikur endaði málleysur, og tað kundu føroyameistararnir ikki vera nøgdir við. Í seinna hálvleiki fór munurin so smátt at síggjast, og so líðandi datt B71-liðið heilt aftur. Teir høvdu verið lukkuligir fyri at fingið eina stigið við sær aftur, men soleiðis skuldi ikki ganga.

Tað bleiv alsamt týðiligari, at HB fór at fáa eitt avgerandi gjøgnumbrot, og tá tað so hendi, var tað ungi áleyparin Andrew av Fløtum, sum var í miðdeplinum. Hálvleikurin var um at vera komin í helvt, tá HB slapp inn um B71-verjuna, sum fyri einaferðs skuld ikki var so væl mannað aftanfyri bóltin. Bólturin varð sendur tvørturum til Andrew av Fløtum, sum slapp leysur av sínum eftiransara, og einsamallur við Waldemar Nowicki sveik HB-maðurin ikki.

Sandoyingar og ikki minst bulgarski venjarin, sum var lívligur allan dystin, inntil hann móti endanum fekk boð frá dómaranum um at halda sær á venjarabonkinum, vóru ikki sørt ónøgdir, tí teir mettu, at Andrew hevði gjørt fríspark móti sínum uppdekkara, tá hann slapp leysur. Men málið stóð, og HB hevði endiliga fingið hol á.

Men hóast tað lá í luftini, so eydnaðist tað ikki føroyameistarunum at byggja víðari uppá leiðsluna. Málskjúttin Andrew av Fløtum hevði ein risamøguleika, tá hann fimm metrar frá málinum fekk ein flatan og harðan tvørbólt, sum hann bert skuldi seta fótin á. Tað gjørdi hann so, men bólturin fór við síðuna av málinum hjá Waldemar Nowicki, sum hevði fleiri bjargingar í serklassa.

Ein kundi sagt, at tað var hann, sum helt B71 inni í dystinum, men tað er ikki heilt rætt, tí B71 var als ikki inni í dystinum, hóast støðan bert var 0-1. Uppflytararnir høvdu ikki ein tann einasta erliga málmøguleika í seinna hálvleiki, og hóast HB hevði fleiri, megnaðu teir ikki at imponera nakran, og í løtum sá tað út sum um teir als ikki tímdu at spæla.

Í yvirtíðini bleiv 1-0 til 2-0, tá Allan Mørkøre setti eitt brotsspark, sum bert dómarin sá, mitt í málið, men tað var fyri sovítt líkamikið. HB vann uppiborið, men uttan at spíla seg veruliga út, og ein kann rokna við, at hevði mótstøðuliðið verið KÍ ella B36, høvdu teir givið seg meira fyri sakini. B71 hevði einki at bjóða, og fyri teir er at vóna, at tað verður frægari, tá árið er eitt sindur eldri, og dystarvenjingin verður betri. Um ikki, er eingin orsøk til at halda, at Sumba ikki fer at klára eitt ár afturat í 1. deild?