eigur at henda. Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur, at elfelagið í løtuni umhugsar, hvat gerast skal til tess at fyribyrgja, at slíkt ikki hendir aftur. - Vit umhugsa ymiskar møguleikar, og ein er at seta [...] seta í verk eina óhefta kanning sum kanska kann siga okkum, hvørji ráð eru til at taka. Nýggjur botnur Klæmint Weihe sigur, at nú oljan er fingin úr tanganum, umhugsar SEV eisini, hvat skal gerast við stóra [...] endalig avgerð tikin, men ein møguleiki, sum vit umhugsa, er, at kappa tangan av og síðan byggja ein nýggjan botn undir hann. Stjórin vísir á, at SEV hevur fylt 1.500 tons av oljuni, sum var í tanganum á Oyrunum
verið ov stórar, tó at Statoil ferð eftir ferð hevur undirstrikað, at talan var um ein váðiligan ”highrisk” brunn. Fyri Statoil og hini feløgini, ið vóru við í hesi boring, er torført at koma við jaligum [...] turrir brunnar eru eitt afturstig. Hinvegin ræður eisini um at vera realistiskur og viðurkenna, at hetta er nú einaferð luturin í oljuleiting – at talan neyðturviliga ikki er um eina alt ella einki søk, men [...] borar í 2007, ENI í 2008 og Chevron helst í 2009. Tvs. at her verða 2-3 brunnar komandi árini, umframt at onnur feløg eisini kunnu finna uppá at bora. Aftrat hesum kemur tað nógva borivirksemið hinumegin
jú soleiðis, at fótbóltur er, so hetta má væl eisini takast við, heldur hann. Um sjálvan dystin, heldur Christian Høgni, at tað fyrst og fremst ráddi um at finna stigini. - Tað byrjar at síggja betri út [...] var tað stóra at tosa um. - Tað er sjálvandi stuttligt at spæla móti einum fyrrverandi felag. Og tað hoyrir eisini til, at áskoðararnir tá rópa eitt sindur eftir mær. Júst handan støðan við Jens Martini [...] vóru róp at hoyra móti honum, og ta einu ferðina gjørdist hálvgum rokut, tá Christian Høgni tacklaði Jens Martin Knudsen, sum skuldi taka málspark. Sjálvur heldur høvuðspersónurin tó ikki, at hetta var
Sylla til reiðar at umseta møguleikan til mál. Kortspæl Og so gekk dysturin annars fyri tað nógva í drúgvari tómgongd. B36 megnaði ikki at halda leikferðini uppi, og tó at AB royndi at koma sær til møguleikar [...] fyri B36, eftir at Alex Jose dos Santos hevði sent langt og neyvt inn um AB-verjuna, ið var fangað ov høgt uppi á vøllinum. At AB í evstu løtu fekk minkað um munin, broytti ikki myndina av, at B36 so ruddiliga [...] ruddiliga fekk prógvað, at talan var um kiksara í steypakappingini. Munurin í mun til ta ferðina var tó, at B36 hesa ferð var til reiðar at spæla. Ein læra, sum helst ikki kann lærast nóg ofta.
skuldi trúð - ikki av teirri fatan, at flogvøllurin í Vágum skal vera okkara flogvøllur fyri einhvønn prís. - Tað er mín avgjørda hugsan, at flogbreytin ikki eigur at vera undir 1800 metrar ? og tá er líkamikið [...] flogfeløgum, sum umhugsa at bjóða Atlantsflogi av Jákup ynskir nú - sum privatpersónur og eygleiðari - at geva sítt boð uppá, hvussu vit kunnu tvífaldað talið av ferðafólkum ið koma at ferðast um flogvøllin [...] løgið við tí: Tá tosað verður um at játta milliardir av krónum í tunlar og vegir, tá er einki óført við pengapunginum hjá politikarunum. - Tá ein hinvegin tosar um at nútíðargera flogvøllin, er brádliga
tríggjar heima. Nýggj krøv Hans Pauli í Horn sigur, at nýggj IMO-krøv, sum komu í gildi 1. januar í ár, hava gjørt tað neyðugt at selja skipið. - Hesi krøv siga, at skrokkurin skal verða dupultur, um tú siglir [...] avhongur av, hvat er í útboði. - Eg dugi einki at siga um hetta í løtuni, sigur hann. Sum vit nevndu, hevur lítið verið at hoyrt um, at føroyingar hava átt eitt tangaskip, sum øll hesi árini hevur siglt við matolju [...] er seld til Nigeria, hevur verið neyðugt at siga manningina úr starvi. Átta mans hava verið við skipinum í senn, og soleiðis hava einir 16 mans verið knýttir at Tóru. Um veturin hava teir verið tveir mánaðir
Vit syrgja eisini fyri, at vaktir fara at hava uppsýn við økinum, meðan stevnan varir, sigur felagið. Bátafelagið hevur eisini útvegað økið til húsvognar, men tey, sum ynskja at hava húsvogn á festivalinum [...] ongum nýtist at fara svangur avstað aftur. Meðan stevnan varir, kemur ferðafólkabáturin Viljin at sigla farleiðina Toftir-Strendur-Toftir og millum Toftir og Sund. - Tey, ið kundu hugsa sær at ferðast á hendan [...] hevur felagið syrgt fyri, at harmonikutónar verða á festivaløkinum, eins og Dansiorkestrið fer at spæla til dans í tjaldinum, sum verður sett upp á stevnuøkinum. - Vit bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin
so møguleikarnir eru ikki teir bestu at fara uttanlands at døma fleiri ferðir. Vit royna tó at fara til tær kappingar, sum vit hava tíð og ráð til, staðfestir Erla at enda. [...] sum tær báðar eru til, eru liðir í útbúgvingini at gerast altjóða dómarar. Erla væntar, at tær skulu til fleiri kappingar seinni í ár. - Eg vænti, at har liggja fleiri kappingar fyri framman seinni í [...] vit væntandi við sum dómarar. Erla sigur eisini, at tað krevur nógv at vera dómari á hægsta stigi úti í heimi. - Ja, hetta er ógvuliga krevjandi. Fyri at vera við í toppinum skulu vit døma nógv uttanlands
heldur annars, at North Atlantic Fish Fair er eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at sýna fram sítt útboð, eins og høvið er hjá okkum at síggja, hvat aðrir hava at bjóða. - Eg haldi, at stevnan virkar [...] Hann sigur, áhugin hjá honum á NAFF í dag í fyrsta lagi var vendur at básum, sum hava eitt hvørt at bjóða á hesum øki. - Tað er stuttligt at hitta fólk, tú kennir undir tílíkum umstøðum og ein teirra, eg hitti [...] situr tískil á øðrum skeiði í Sørvágs kommunu. Tað stuttliga er, at báðir eru sørvingar og valdir borgarstjórar. Jákup Súni vísir á, at Sørvágur hevur nógv vinnuligt virksemi á havnalagnum við fiskavirkjum
sunnudag, men tó at Heini ikki hevur vant við fullari ferð í vikuni, so rokna tey í felagnum við, at báðir eru tøkir leygardagin. Hartil er Mikkjal Thomassen komin aftur til Føroya, eftir at hann hevur verið [...] Men teir vita tó fullvæl, at talan kann gerast um trupla uppgávu. Tað telur heldur ikki rætta vegin, at álopsveteranurin, Súni Fríði Barbá, er skaddur, og tí er neyðugt at fremja broytingar í álopspartinum [...] Hetta er orsøkin til, at bæði B36 og HB hava heimadyst hetta umfarið, og tí spælir hvíta havnarfelagið sín dyst longu leygardagin. Kunnu gerast fremstir Tað ber eisini við sær, at B36 við einum sigri kann