Fótbóltur
Dysturin í Gundadal var ikki meira enn sjey minuttir gamal, áðrenn tað mesta varð avgjørt. Tá hevði Hanus Thorleifsson tvær ferðir runnið seg ígjøgnum vinstra verjuborð hjá AB, og í báðum førum var Sylla til reiðar at umseta møguleikan til mál.
Kortspæl
Og so gekk dysturin annars fyri tað nógva í drúgvari tómgongd. B36 megnaði ikki at halda leikferðini uppi, og tó at AB royndi at koma sær til møguleikar, so gjørdist talan ikki um nakrar stórar av slagnum.
Í róliga dystinum, sum á ongan hátt var hart spældur, hevði dómari gula kortið á lofti ikki færri enn 8 ferðir. Tvær ferðir av hesum var Kenneth Jacobsen móttakari, og tí mátti B36 spæla at kalla allan seinna hálvleik við 10 monnum.
Men hetta nervaði tó ikki B36 tað heilt nógva. Gaman í hevði AB nú bóltin nakað meira, men tað var sjáldan, at teir av álvara hóttu málið. Og í hinum endanum hevði B36 framvegis bit í sínum álopsroyndum.
Klassamunur
Tað eydnaðist teimum eisini í tveimum førum at økja um leiðsluna. Fyrru ferðina, tá Fróði Benjaminsen varð skumpaður í ryggin, tá hann skuldi stúta innlegg móti málinum. Og seinnu ferðina, tá Sylla skeyt sítt fyrsta hat-trick fyri B36, eftir at Alex Jose dos Santos hevði sent langt og neyvt inn um AB-verjuna, ið var fangað ov høgt uppi á vøllinum.
At AB í evstu løtu fekk minkað um munin, broytti ikki myndina av, at B36 so ruddiliga fekk prógvað, at talan var um kiksara í steypakappingini. Munurin í mun til ta ferðina var tó, at B36 hesa ferð var til reiðar at spæla. Ein læra, sum helst ikki kann lærast nóg ofta.