Borgarstjórar úr somu bygd á vitjan

- Vit hava nógv vinnuligt virksemi á havnalagnum, og tí havi eg serliga heft meg við básar, sum hava eitt hvørt at bjóða á hesum øki, sigur Jákup Súni Lauritsen Seinnapartin í dag hevði Sosialurin vitjan av tveimum borgarstjórum - úr somu bygd, hóast annar í løtuni er í farloyvi.

Tordur J. Niclasen er kendur bæði úr lands-og kommunalpolitikki. Hann er valdur borgarstjóri á Eiði, men er í farloyvi. Tordur hevur kortini sætið í bygdaráðnum, men í løtuni stendur Anfinnur Kruse á odda fyri Eiðis kommunu.

Jákup Súni Lauritsen er borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Hann hevur sitið eitt skeið undan hesum sum bygdaráðslimur og situr tískil á øðrum skeiði í Sørvágs kommunu.

Tað stuttliga er, at báðir eru sørvingar og valdir borgarstjórar.

Jákup Súni vísir á, at Sørvágur hevur nógv vinnuligt virksemi á havnalagnum við fiskavirkjum, laksavirki, landingarmiðstøð og smiðju.

Hann sigur, áhugin hjá honum á NAFF í dag í fyrsta lagi var vendur at básum, sum hava eitt hvørt at bjóða á hesum øki.

- Tað er stuttligt at hitta fólk, tú kennir undir tílíkum umstøðum og ein teirra, eg hitti í dag, íslendingurin Gisli Gislasson, hevur við havnina í Reykjavík at gera.

Jákup Súni sigur, at Gisli áður hevur verið borgarstjóri á Akranesi, sum Sørvágur hevur vinarbýarsamband við, og tí kennast teir báðir væl.

- Gisli hevur fleiri ferðir verið í Føroyum, og vit hava eisini hitst í Íslandi, sigur borgarstjórin í Sørvági.

Hann heldur annars, at North Atlantic Fish Fair er eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at sýna fram sítt útboð, eins og høvið er hjá okkum at síggja, hvat aðrir hava at bjóða.

- Eg haldi, at stevnan virkar størri í ár enn fyri tveimum árum síðan, sigur Jákup Súni Lauritsen.