Eru líka so ovfarin sum Brunaumsjón Landsins

Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur, at elfelagið er líka so ovfarið um oljulekarnar á tanganum á Vágsverkinum sum Brunaumsjón Landsins, og tí verður helst ein óheft kanning sett í verk

Oljuleki

- Jú, vit standa eisini spyrjandi, hvussu hetta kundi henda. Vit hava syrgt fyri tí regluliga eftirliti, sum skal gerast – og so kortini hendi hetta, sum ikki eigur at henda.
Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur, at elfelagið í løtuni umhugsar, hvat gerast skal til tess at fyribyrgja, at slíkt ikki hendir aftur.
- Vit umhugsa ymiskar møguleikar, og ein er at seta í verk eina óhefta kanning sum kanska kann siga okkum, hvørji ráð eru til at taka.

Nýggjur botnur
Klæmint Weihe sigur, at nú oljan er fingin úr tanganum, umhugsar SEV eisini, hvat skal gerast við stóra tangan á Vágsverkinum, sum lak í tveimum støðum.
- Enn er eingin endalig avgerð tikin, men ein møguleiki, sum vit umhugsa, er, at kappa tangan av og síðan byggja ein nýggjan botn undir hann.
Stjórin vísir á, at SEV hevur fylt 1.500 tons av oljuni, sum var í tanganum á Oyrunum, í tangar, sum felagið hevur á Sundi, og síðan er restin fylt í tann minna tangan, ið stendur við síðuna av tí, sum fór at leka.
Hann sigur, at oljan, sum er á Sundi, er av júst sama slagi, sum oljan, ið nú er komin av Vágsverkinum.
- Slamsúgvarar hjá IRF hava tikið nøkur tons av olju, sum eru farin til oljureinsivirkið á Kambsdali, og síðan er nakað farið út í tangagarðin, sum í samráð við myndugleikarnar á økinum verður reinsaður.

Virksemið tryggjað
Klæmint Weihe sigur, at sjálvt oljutapið er ikki stórt, men tað virksemið, sum var í Oyrunum í sambandi við hendingina, sjálvandi kostar nakað av peningi.
- Okkara virksemi er tryggjað, og sum tíðin líður, fæst greiði á, hvat oljulekarnir og tað virksemi, sum gjørdist neyðugt í hesum sambandi, fer at kosta felagnum, sigur stjóri í SEV.