Bátafestivalur
Leygardagin skipar Bátafelagið á Toftum fyri bátafestivali, og er hetta soleiðis triðja árið á rað, at fólk í Nes kommunu taka stig til eitt slíkt tiltak.
Í Skálafirði
Lagt verður fyri í Skálafirði, har bátarnir samlast klokkan 13. Síðan verður farið at sigla úteftir Skálafjørðinum og út á Toftir.
Tá bátarnir, sum felagið vónar verða nógvir í tali hendan dagin, koma í Oyrarnar umleið klokkan 14.30, verður borðreitt við feskari suppu og onkrum aftur við til bátafólkið.
- Umstøðurnar í Oyrunum eru góðar, og har fáa bátarnir eisini landstreym, eins og trygdarnet verða útlýggjað. Vit syrgja eisini fyri, at vaktir fara at hava uppsýn við økinum, meðan stevnan varir, sigur felagið.
Bátafelagið hevur eisini útvegað økið til húsvognar, men tey, sum ynskja at hava húsvogn á festivalinum, mugu lata felagið frætta skjótast gjørligt.
Ymiskt undirhald
Á stevnuøkinum verður ymiskt undirhald fyri børnum, eitt nú so hoppiborg, trampolin, skreiðibreyt og bilar.
Í fjør fingu fólk teir vælumtóktu festival-búffarnar, smyrjibreyð og pylsu, og soleiðis verður eisini hesaferð. Eisini kunnu fólk bíleggja sær rundstykkir til morgunin eftir, so ongum nýtist at fara svangur avstað aftur.
Meðan stevnan varir, kemur ferðafólkabáturin Viljin at sigla farleiðina Toftir-Strendur-Toftir og millum Toftir og Sund.
- Tey, ið kundu hugsa sær at ferðast á hendan hátt, kunnu lata Bátafelagið á Toftum frætta við at ringja á tlf. 222060. Bilur fæst eisini á Sund við at ringja á tlf. 888888, siga tey, sum standa aftanfyri Bátafelagið á Toftum.
Dansiorkestrið
Tað er eingin bátafestivalur uttan tónleik og dans, og eisini her hevur felagið syrgt fyri, at harmonikutónar verða á festivaløkinum, eins og Dansiorkestrið fer at spæla til dans í tjaldinum, sum verður sett upp á stevnuøkinum.
- Vit bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til ársin fyrsta bátafestival, sigur Bátafelagið á Toftum.