Hans Pauli selt Tóru til Nigeria

- Vit hava selt skipið, tí nýggj IMO-krøv siga, at skip, sum sigla við matolju, skulu hava dupultan skrokk, sigur Hans Pauli í Horn, sum hevur verið skipari á føroyska tangaskipinum Tóru í nógv ár

Skipasøla

 

Tóra hevur verið føroyskt tangaskip, sum serliga hevur siglt við matolju í Norðurevropu.

Lítið hevur verið at hoyrt um hetta skip, sum Sp/f Tóra í Horni í Sandavági er eigari av.

Tóra er kona Hans Paula, sum hevur verið maðurin aftanfyri skipið. Hann hevur eisini ført skipið flestu av árunum síðan 1988.

 

Manningin uppsøgd

Nú Tóra er seld til Nigeria, hevur verið neyðugt at siga manningina úr starvi.

Átta mans hava verið við skipinum í senn, og soleiðis hava einir 16 mans verið knýttir at Tóru.

Um veturin hava teir verið tveir mánaðir umborð og tveir í landi, og um summarið hevur skiftið verið tríggjar mánaðir úti – og tríggjar heima.

 

Nýggj krøv

Hans Pauli í Horn sigur, at nýggj IMO-krøv, sum komu í gildi 1. januar í ár, hava gjørt tað neyðugt at selja skipið.

- Hesi krøv siga, at skrokkurin skal verða dupultur, um tú siglir við matolju, og tað var okkara ikki. Tí noyddust vit at selja skipið nú, sigur hann.

Hans Pauli sigur, at sáttmálin við nigerianararnar varð avtalaður fyri umleið einum mánaða síðan, og síðan komu undirskriftirnar endaliga upp á pláss fyri umleið 10 døgum síðan.

 

Veit ikki

- Vit hava einki at bjóða manningini sum er, og ivasamt er, um vit keypa annað skip til henda flutning.

Hans Pauli í Horn sigur, at spurningurin um møguligt skipakeyp avhongur av, hvat er í útboði.

- Eg dugi einki at siga um hetta í løtuni, sigur hann.

Sum vit nevndu, hevur lítið verið at hoyrt um, at føroyingar hava átt eitt tangaskip, sum øll hesi árini hevur siglt við matolju.

- Tað er rætt, og vit hava heldur ikki gjørt so nógv burtur úr okkum, sigur Hans Pauli í Horni.