Tað er gott, at leiðslan í felagnum, ið er eitt tað mest virkna í oljuleitingini við Føroyar, ikki hevur mist mótið, nú tað tíverri vísti seg, at Brugdan ikki goymdi olju. Sjálvandi er tað eitt bakkast fyri leitingina við Føroyar, at heldur ikki hesin brunnurin lat dyrnar upp fyri eini komandi oljuframleiðslu. Kanska eisini tí, at spenningurin var so stórur, nú tað fyri fyrstu ferð varð borað gjøgnum tjúkkar basaltfláir niður í ta ókendu undirgrundina. Helst hava vónirnar til júst henda brunnin verið ov stórar, tó at Statoil ferð eftir ferð hevur undirstrikað, at talan var um ein váðiligan ”highrisk” brunn.
Fyri Statoil og hini feløgini, ið vóru við í hesi boring, er torført at koma við jaligum útmeldingum, tí turrir brunnar eru eitt afturstig. Hinvegin ræður eisini um at vera realistiskur og viðurkenna, at hetta er nú einaferð luturin í oljuleiting – at talan neyðturviliga ikki er um eina alt ella einki søk, men um ein útvikling, ið kann ganga yvir mong ár. Spurningurin í løtuni er, hvussu oljuumhvørvið sum heild kann brúka hetta boriúrslitið í víðari kanningum og boringum. Boringin hevur longu givið týðandi vitan, og komandi kanningar av tilfarinum kunnu entá geva enn fleiri áhugaverdar upplýsingar.
Fleiri enn 30 brunnar vórðu boraðir í norskum øki og meira enn 70 vestan fyri Hetland, áðrenn rakt varð við. Hjá okkum eru boraðir 5 brunnar. Tað er alt. Men fleiri koma. BP borar í 2007, ENI í 2008 og Chevron helst í 2009. Tvs. at her verða 2-3 brunnar komandi árini, umframt at onnur feløg eisini kunnu finna uppá at bora. Aftrat hesum kemur tað nógva borivirksemið hinumegin markið. Rosebankkeldan, ið oljufeløg virkin við Føroyar, eru partur av, kann gerast lykilin, ið letur upp fyri nýggjum brunnum eystur móti markinum, nærhendis Rosebankkelduni og harvið duraupplatarin til føroysku oljuna.
Sosialurin