Føroysku fimleikararnir vóru ikki teir einastu her av landi, sum vóru við til HM-kappingina í estetiskum fimleiki í finska býnum Espoo. Tveir dómarar vóru eisini við í ferðalagnum, og teir skuldu báðir døma í HM-kappingini um vikuskiftið.
Dómararnir vóru Elna Johannesen og Beinta Danielsen. Erla skuldi vera við at døma kappingina hjá juniorunum, har føroyska liðið eisini var við, meðan Beinta skuldi døma kappingina hjá seniorunum.
Fingu góð skoðsmál
Erla Johannesen og Beinta Danielsen hava verið á tveimum altjóða skeiðum undan kappingini í Finnlandi, og meðan tær dømdu í Finnlandi vóru tær eisini til eitt triðja skeið.
Erla Johannesen var væl nøgd við dømingina, og hon sigur, at báðir teir føroysku dómararnir fingu góð skoðsmál fyri avrikið í Finnlandi.
- Tað gekk ordiliga væl hjá okkum at døma. Eg dømdi juniorarnar, har 19 lið vóru við, meðan Beinta dømdi seniorarnar, sum høvdu seks lið. Tað gekk væl hjá okkum báðum, og eftir kappingina fingu vit eisini avbera góð skoðsmál.
Skulu døma meir í ár
Skeiðini og kappingarnar, sum tær báðar eru til, eru liðir í útbúgvingini at gerast altjóða dómarar. Erla væntar, at tær skulu til fleiri kappingar seinni í ár.
- Eg vænti, at har liggja fleiri kappingar fyri framman seinni í ár. HM verður í Spania í juni mánaða, og har vera vit væntandi við sum dómarar.
Erla sigur eisini, at tað krevur nógv at vera dómari á hægsta stigi úti í heimi.
- Ja, hetta er ógvuliga krevjandi. Fyri at vera við í toppinum skulu vit døma nógv uttanlands. Ein trupulleiki í hesum føri eru pengarnir. Fimleikasambandið stuðlar okkum so væl sum til ber, men pengarnir eru ikki teir heilt stóru, so møguleikarnir eru ikki teir bestu at fara uttanlands at døma fleiri ferðir. Vit royna tó at fara til tær kappingar, sum vit hava tíð og ráð til, staðfestir Erla at enda.