Leygardagsdystur í Havn

AB-sigurin í steypakappingini stendur enn feskur í minninum hjá bæði B36 og AB

Fótbóltur

Fimm tey fremstu liðini frá í fjør hava øll fimm heimadystir í teimum níggju fyrstu Formula-umførunum í ár. Hetta er orsøkin til, at bæði B36 og HB hava heimadyst hetta umfarið, og tí spælir hvíta havnarfelagið sín dyst longu leygardagin.

Kunnu gerast fremstir
Tað ber eisini við sær, at B36 við einum sigri kann leggja seg á odda í Formula-deildini. Og tó at hetta kanska bert er í 24 tímar, so er oddasessurin málið hjá árstalsfelagnum.
Og til uppgávuna hevur liðið at kalla allar mans tøkar. Sylla og Heini í Skorini fóru skaddir av vøllinum, tá EB/Streymur varð koppað seinasta sunnudag, men tó at Heini ikki hevur vant við fullari ferð í vikuni, so rokna tey í felagnum við, at báðir eru tøkir leygardagin. Hartil er Mikkjal Thomassen komin aftur til Føroya, eftir at hann hevur verið burturstaddur.
Hinvegin er Klæmint Matras ivasamur. Hann fekk ein snudd í dystinum móti EB/Streymi, og tá vit seinast frættu, var ikki greitt, hvørt hann fær spælt leygardagin. Hartil er Allan Mørkøre framvegis úti við eini brotnari nøs. Vandi var fyri, at veteranurin púrasta fór at gevast, men sum skilst, so verður hann tøkur um ikki so nógvar vikur.

Málrevurin úti
Hjá AB dyrgja spælararnir heldur enn fegnir um eina endurtøku av 3-1 sigrinum á júst B36 í kappingini um Løgmanssteypið. Men teir vita tó fullvæl, at talan kann gerast um trupla uppgávu.
Tað telur heldur ikki rætta vegin, at álopsveteranurin, Súni Fríði Barbá, er skaddur, og tí er neyðugt at fremja broytingar í álopspartinum. Hartil er málverjin, Magnus E. Poulsen ivasamur. Vónin er, at hann kortini verður tøkur, men fær hann ikki spælt, verður Danny Rasmussen avloysari millum stólparnar.