hevði eg ikki. Einki hvast í taskuni. Legði afturat, at maðurin aftan fyri meg í halanum hevði hvassa tungu og upp aftur hvassari eygnabrá, tí hann hevði bíðað so leingi. Tað helt hon ikki var stuttligt [...] Vit vóru kortini ikki komin langt inn í árið null, so var vandin longu hasaður av. Eingin spurdi longur um naglaklipparar ella onnur hent amboð í handviðførinum. Og passið skuldi ikki upp úr lummanum. [...] Áðrenn roykurin á Manhattan var køvdur og tárini tornað, vóru stálknívar ikki nøkur hóttan móti trygdini. Er Bush fittari enn bin Laden? Eg tori at viðganga, at eg var ikki við í grátikórinum tann 11.
dystinum um, at tað var eg, sum var liðformaður. Todi hevði onkrar møguleikar at skora, men tað eydnaðist ikki hesa ferð: ? Tá tú hugsar aftur á støðurnar, so stingur spurningurin seg altíð upp, um tað nú [...] tí hann helt ikki, at teir vóru nóg nærlagdir. Og so var tað, at nevin var á lofti um brotsteigarmarkið mitt fyri málinum, og lítla franska kvinnan á linjuni í føroyska høgra borðinum var so mikið djørv [...] djørv, at hon greiddi dómaranum frá tí, sum hon hevði sæð ganga fyri seg. Reyða kortið var á lofti, Todi kom fyri seg aftur, og sambært Craig Brown var høvuðsorsøkin til, at liðið hjá honum ikki fór við øllum
Familjukærur vart tú sum fáur. Tú fylgdi væl við, hvussu Eyð hevði tað, og hvar hon nú var í verðini. Tú gleddist um, at hon var liðug sum arkitektur í mai mánaði í fjør og kundi vera við til at halda stóra [...] verið óteljandi um oyggjarnar og í útlondum við. Eisini hundurin Leika taldist tá millum manningina umborð. Altíð tókst tú við okkurt í frítíðini. Um tað ikki var á skúlabonki, so var tað við hamara í [...] kvøldskúlanum øktist næstan dag um dag, og her skuldi berast skjótt at. Tú vart eldhugaður og spentur upp á uppgávuna. Tú vildi hava tingini at henda skjótt – her skuldi ikki drálast. Gekk ikki eftir vild
annar. Arbeiðsósemja var als ikki ímillum áðurnevndu partarnar. Tvørturímóti var semja um sáttmálaviðurskiftini og ájourføring gjørd. Hetta kostaði landskassanum, sum kunnugt, ikki so mikið sum eitt klovið [...] ásetingarnar í føroysku kommunulógini, var veruliga orsøkin til streymskamtannina. Tað var ógvuliga naivt hugsað, at júst hetta ikki einaferð skuldi koma okkum aftur um brekku. Og nú gongur sjón fyri søgn [...] hesum, segði at hetta var so tað, vit kundu megna á hesum sinni. Hon ballaði trupuleikan rættuliga væl inn, men helt uppá, at mótloysni valdaði undir útsøluni. Komedian endaði við, at ikki slappst av við samlaðu
kreppuna var felagatalið 25000, inntøkurnar omanfyri 150 milliónir, og yvirskotið eftir fullar avskrivingar 42 milliónir ella 28 prosent av søluni. Í seksti árunum var talan um hall. Sólbjørn var oddamaður [...] í Klaksvík. Sólbjørn var nevndarlimur og okkurt skifti formaður til fyrst í 1992, tá ið hann varð valdur til formann í móðurfelagnum JFK. Harvið var hann formaður, tá ið tað var um reppið, at stóru trolararnir [...] onkuntíð at hugleiða um umstøðurnar, sum vóru, tá ið hann fór til verka á Telefonverkinum, og hvussu stórar broytingarnar vóru tey tredivu árini, hann var á Telefonverkinum. Felagatalið var umleið 3600, inntøkan
Tað var Anna Ørvarodd á Sandi, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. Fjarritari var Súsanna Franksdóttir Lognberg. Høvuðsvinningurin var á 2,4 miljónir krónur, og Anna Ørvarodd [...] í "sagens natur", at tú gongur plankan út - um hjólið í fyrstu ella aðru royndini ikki steðgar á rætta leypinum. Og soleiðis gjørdi Anna Ørvarodd eisini. Hon vildi royna eydnuna triðju og seinastu ferð [...] at hjólið í kvøld ikki steðgaði á bláa leypinum, har hon hevði lagt allar tær 2,4 miljónirnar. Men, soleiðis er í eydnuspæli. Tann, sum luttekur, hevur ein møguleika, og í kvøld var tað so Anna Ørvarodd
Birita Mohr, heiðrað við Ársins Herðaklappi. Hon hevur verið virkin sjónleikari í 30 ár Tað var ein rørd Birita Mohr, Sosialurin hitti seinnapartin í dag, eftir at hon hevði móttikið Ársins Herðaklapp frá nevndunum [...] nevndunum í Tjóðpalli Føroya og MáF. - Hesum hevði eg ikki roknað við. Hetta var øgiliga rørandi, segði Birita Mohr. Birita Mohr fær herðaklappið fyri leiklut sín sum Olga í Nordost, sum er leikur, ið byggir [...] ndi, at tað fyri áskoðaran var sum at sita undir liðuni á henni í leikhúsinum. Kenslurnar hjá Olgu og áskoðarunum runnu saman gjøgnum gleði, ótta, øði, hjálparloysi og ikki minst, eina roynd til forstáilsi
sum øll vita hevur nógv virði listarliga og ikki minst í krónum og oyrum. Fyri nøkur er listin Ingálvi endurtøka av nýggju klæðum keisarans, fyri onnur er hon opinbáringin til nýggjan heim, sum bert fáum [...] eri fødd í 35, sigur Gunnvør Johannesen av Glyvrum. -Pápi mín, Jákup Martin Kjel, var lærari við realskúlan í Havn. Hann var teknilærari hjá Ingálvi. Pápi kom fram við sýnisglugganum hjá Petur Háberg og keypti [...] seinni, at hann var ovurfegin og errin av at sjálvasti teknilærarin keypti hendan málningin, sigur Gunnvør Johannesen. Gunnvør heldur nógv av eldru listini hjá Ingálvi. Sjálv hevur hon eisini fleiri tekningar
broytt síðani eg sjálv var við, so sjálvsagt er frástøðan nú eisini størri millum meg og X-Factor, sigur Anna Faroe. Anna eigur nú ein fýra mánaðar gamlan son, og tí hevur hon ikki gjørt nógv við tónleikin [...] seinastu tvær vikurnar, serliga í ungu kategoriini, og sjálvt um bara tvær sendingar hava verið enn, bendir nógv á at hetta umfarið ikki verður minni spennandi enn tey undanfarnu, sigur Anna Faroe í kvøld [...] tónleikin seinastu tíðina. Men hon ætlar sær at byrja at framleiða tónleika skjótast til ber. -Eg kann ikki liva uttan at syngja, so ætlanin er at byrja uppá nýtt tilfar sum skjótast, men eg havi onga tíðarfreist
drúgt, láta teir at. Tað er ikki løtuverk at mála Eiðis Kirkju innan. Sum so mangar aðrar kirkjur er hon eitt satt listaverk, og hvør smálutur skal gerast aftur, sum hann var, áðrenn umvælingin byrjaði [...] annað skal alt gólvið skiftast út. Kirkjuráðið helt frá byrjan, at best var at skifta alt, sum tað var, beinanveg, men fekk ikki viðhald frá øðrum pørtum, sum innblandaðir vóru í umvælingina. Seinni hevur [...] biskupur. Eiðis Kirkja verður 120 ár í heyst, og vónin er, at hon verður klár til ta tíð. Men á Eiði taka tey ikki nakað fyri givið, tá tosað verður um kirkjuumvæling.