Todi fekk ein upp á kassan

Matt Elliott misti tamarhaldið á sær, eftir at hann í eina lítla løtu hevði munnhøgst við føroyska liðformannin

Tað var ein minniligur dagur á landsliðnum fyri Toda Jónsson leygardagin.

Fyri 32. ferð umboðaði hann føðilandið, og fyri fyrstu ferð nakrantíð var hann liðformaður, og skulu vit meta út frá avrikinum, so treivst álopsmaðurin væl við hesum heiðrinum og ábyrgdini, sum fylgir við:

? At Allan Simonsen valdi meg at vera liðformann, tá tað gjørdist greitt, at Jens Kristian Hansen ikki kundi spæla, taki eg sum eitt herðaklapp og kanska sum eina ábending um, at man er við at gerast gamal í fakinum. Eg haldi, at tað gekk hamuliga væl, men eg hugsaði ikki so nógv undir dystinum um, at tað var eg, sum var liðformaður.

Todi hevði onkrar møguleikar at skora, men tað eydnaðist ikki hesa ferð:

? Tá tú hugsar aftur á støðurnar, so stingur spurningurin seg altíð upp, um tað nú hevði borið til at gjørt okkurt øðrvísi. Tá eg kom eitt sindur út í høgru og hevði Neil Sullivan fyri mær, gjørdi hann seg uppaftur breiðari, enn hann er, og sum aðrir royndir málverjar, so líka sum tvingaði hann meg at skjóta, har hann vildi hava meg at skjóta.

? Bæði í tí førinum, tá eg í 1. hálvleiki spældi upp á tvørs til Allan Mørkøre, og í 2. hálvleiki, tá eg kapprann við ein móti málinum og fekk skot á, iðri eg meg um nú aftaná, at eg ikki tók eina draging afturat. At eg ikki gjørdi hetta, mundi vera tí at eg kendi meg kroystan, men eg skuldi havt roynt eina ferð afturat, so høvdu vit fingið at síggja, hvat mótstøðumenninir høvdu gjørt, sigur Todi Jónsson.


Lúsingurin

Tað kom púra óvæntað á Toda Jónsson, at Matt Elliott gav honum ein uppá kassan, og um ikki fyri annað, so fer FCK maðurin altíð at minnast henda landsdystin fyri hetta:

? Hatta var fyrstu ferð, at eg havi verið úti fyri sovorðnum á einum fótbóltsvølli. Vit høvdu ikki havt nakran serligan samanbrest. Meðan Allan Mørkøre gjørdi klárt at kasta inn var eitt sindur av munnhøggarí, men einki soleiðis at tað var neyðugt hjá honum at smekka til mín.

Á andlitsbránum hjá Matt Elliott var týðuligt at síggja, at hann var eitt sindur østur. Eitt var, at Todi Jónsson ikki so langt frammanundan heilt úti í vinstra borði og eitt vet frammanfyri miðstrikuna hevði fingið dómaran at bríksla fyri frísparki ímóti Matt Elliott, sum ikki hevði gjørt nakað ólógligt móti føroyska liðformanninum, og eitt annað var, at verjuspælarin tóktist harmur um, at hann ikki hevði fingið fulla nyttu burtur úr einum fluktara og einum stútara eftir hornasparksinnlegg úr ávikavíst høgra og vinstra borði, og so hevði nú fyrrverandi landsliðsmaðurin eisini hug til at grenja inn á sínar menn, tí hann helt ikki, at teir vóru nóg nærlagdir.

Og so var tað, at nevin var á lofti um brotsteigarmarkið mitt fyri málinum, og lítla franska kvinnan á linjuni í føroyska høgra borðinum var so mikið djørv, at hon greiddi dómaranum frá tí, sum hon hevði sæð ganga fyri seg. Reyða kortið var á lofti, Todi kom fyri seg aftur, og sambært Craig Brown var høvuðsorsøkin til, at liðið hjá honum ikki fór við øllum stigunum, at teir í 2. hálvleiki bara høvdu tíggju spælarar á vøllinum.