- Gleði meg til liveshowini í X-Factor

Tað eru nú nøkur ár síðani, at Anna Faroe sang seg inn í føroysk og donsk hjørtu, tá ið hon luttók í X-Factor. Nú er X-Factor byrjað aftur, og Anna gleði seg at síggja, hvussu nýggju dómararnir fara at klára seg, tá ið liveshowini byrja í X-Factor.

 

Seinastu tvey fríggjakvøldini hava vit havt møguleikan at hyggja eftir tí talentkapping, sum nógvir føroyingar hava luttikið í, og enn fleiri tikið til sín.

 

Anna Faroe gjørdist eitt kent andlit í Føroyum og í Danmark, tá ið hon kappaðist á X-Factor pallinum fyri trimum árum síðani.

 

- Tað er altíð stuttligt at síggja X factor aftur, eg haldi at nógv talentir hava verið á skíggjanum seinastu tvær vikurnar, serliga í ungu kategoriini, og sjálvt um bara tvær sendingar hava verið enn, bendir nógv á at hetta umfarið ikki verður minni spennandi enn tey undanfarnu, sigur Anna Faroe í kvøld.

 

Hóast frástøðan millum Annu og X-Factor pallin økist hvørt ár, so leingist hon kortini eftir at framføra á X-Factor pallinum.

 

-Sjálvandi leingist eg eftir tí. Og brellist eisini eftir at standa á pallinum tá eg síggi nýggju sendingarnar. Men nógv er broytt síðani eg sjálv var við, so sjálvsagt er frástøðan nú eisini størri millum meg og X-Factor, sigur Anna Faroe.

 

Anna eigur nú ein fýra mánaðar gamlan son, og tí hevur hon ikki gjørt nógv við tónleikin seinastu tíðina. Men hon ætlar sær at byrja at framleiða tónleika skjótast til ber.

 

-Eg kann ikki liva uttan at syngja, so ætlanin er at byrja uppá nýtt tilfar sum skjótast, men eg havi onga tíðarfreist fyri nær nakað skal vera liðugt, so eg taki tað sum tað kemur, sigur Anna Faroe.