Tað var Anna Ørvarodd á Sandi, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. Fjarritari var Súsanna Franksdóttir Lognberg. Høvuðsvinningurin var á 2,4 miljónir krónur, og Anna Ørvarodd satsaði alt og valdi at koyra allan vinningin í bláa leypin.
Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 50.000 krónur. Men, Anna Ørvarodd valdi at royna eydnuna eisini í øðrum drátti. Hesaferð steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 60.000 krónur.
Men, tá tú fyrst velur at koyra allan høvuðsvinningin í ein leyp, liggur tað í "sagens natur", at tú gongur plankan út - um hjólið í fyrstu ella aðru royndini ikki steðgar á rætta leypinum. Og soleiðis gjørdi Anna Ørvarodd eisini.
Hon vildi royna eydnuna triðju og seinastu ferð eisini. Í seinasta drátti í Gekka-spælinum í kvøld steðgaði hjólið á gula leypinum, har Anna Ørvarodd valdi ein stóran apple-pakka millum teir møguleikar, sum har vóru at vinna í kvøld.
Spell fyri Onnu Ørvarodd, at hjólið í kvøld ikki steðgaði á bláa leypinum, har hon hevði lagt allar tær 2,4 miljónirnar. Men, soleiðis er í eydnuspæli. Tann, sum luttekur, hevur ein møguleika, og í kvøld var tað so Anna Ørvarodd sum slapp at royna seg.