Nú, tú ert farin undan okkum, liggur ein nýggjur veruleiki fyri framman hjá okkum øllum, sum kendu teg.
58 ár er eingin aldur, siga vit, og flest okkara vóna, at vit verða í minsta lagi níti ár – tjúgu omanfyri sjeyti, sum jú eru dustsins ár, gongst eftir vild. Men soleiðis skuldi tíverri ikki verða hjá tær. Tú fekst staðfest krabbamein, og við sterkum vilja og góðari hjálp og stuðli frá tínum næstu og góðum vinum, stríddist tú móti hesi sjúk. Syrgin mugu vit sanna, at tú at enda mátti lúta fyri sjúkuni og andaðist mánadagin 17. mars.
Í 2007 vart tú settur stjóri í kvøldskúlanum. Tey fyrstu árini vóru musikkskúlin og kvøldskúlin undir einum og sama taki. Umstøðurnar vóru alt annað enn nøktandi, og tú fórt beinanvegin í holt við at finna kvøldskúlanum onnur hølir. Virksemið í kvøldskúlanum øktist næstan dag um dag, og her skuldi berast skjótt at. Tú vart eldhugaður og spentur upp á uppgávuna. Tú vildi hava tingini at henda skjótt – her skuldi ikki drálast. Gekk ikki eftir vild, var roynt á onkran annan hátt at koma á mál. Tá vit á várið 2010 fluttu inn í nýumvælda og snotuliga bygningin í J.H. Schrøters gøtu, vart tú ein sera errin maður.
Sum arbeiðsgevari vart tú av teimum fittastu og dámligastu. Onkuntíð gekk tað eitt sindur heitt fyri seg, tá tú helt upp á títt. Men løtu seinni vart tú sissaður, og ein loysn, sum vit øll kundu liva við, var løgd á borðið og sett í verk. Tú tókst okkum altíð við upp á ráð, áðrenn endaliga avgerðin varð tikin. Soleiðis vart tú, góði Jákup. Altíð til reiðar at gera tað so gott fyri okkum, sum til bar.
Okkara trivnaður var títt aðalmál. Hurðin inn til tína skrivstovu var altíð opin, og tú fylgdi væl við í, hvat vit fingust við. Tú skipaði fyri hugnaligum útferðum, ið eru sera kær minnir um títt umhugsni og tína umsorgan fyri okkum. Tú nevndi so mangan, hvussu glaður tú vart fyri okkum og vísti tað í verki á ymiskan hátt. Tað var ikki bert okkum, tú megnaði at rúma. Tú hugsaði eisini nógv um trivnaðin hjá lærarunum og næmingunum, og teir gleddust um, at tú tókst tær stundir at vitja ymisku skeiðini, meðan undirvísingin fór fram.
Familjukærur vart tú sum fáur. Tú fylgdi væl við, hvussu Eyð hevði tað, og hvar hon nú var í verðini. Tú gleddist um, at hon var liðug sum arkitektur í mai mánaði í fjør og kundi vera við til at halda stóra og væleydnaða veitslu fyri henni. Altíð hevði tú á orði, hvussu røsk Beinta var, og hvussu góð kona hon altíð hevur verið tær. Mamma tín og systkin tíni vórðu eisini ofta nevnd.
Í juni í fjør komst tú á skrivstovuna at siga okkum farvæl, tí tú skuldi undir skurð í Danmark. Tú vart á veg avstað, men vendi aftur fyri at siga: “Minnost til at liva lívið kvynn dag” og fortaldi samstundis, at tað hevði tú tíbetur dugað væl tey seinastu árini. Túrarnir við Skúvanesi, bátinum, sum tú vart so errin av, hava verið óteljandi um oyggjarnar og í útlondum við. Eisini hundurin Leika taldist tá millum manningina umborð.
Altíð tókst tú við okkurt í frítíðini. Um tað ikki var á skúlabonki, so var tað við hamara í hond, í bátinum, í neystinum, í heiminum ella hjálpti onkrum vini. Um tú sat niðri, ja, so var tað við bók í hond, og tað hava verið óteljandi bøkur, tú hevur lisið. Ikki bara lisið, tú hevur jú eisini skrivað eina: Tit bygdu hetta land. Bókin kom út í 1998 og er um føroyska arbeiðsmarknaðin.
“Ein gamal næmingur hjá mer” og “Nógvor leysor endar” eru orðingar, sum vóru nógv brúktar her á skrivstovuni. Tú kendi og prátaði við øll, og ikki slapst undan, at onkur misskiljing kom í. Tær fara vit ikki at nevna her. Tú veitst hvat vit meina við og kanst flenna saman við okkum.
Hvíl í friði, góði Jákup, og takk fyri alt tað, tú vart fyri okkum.
Vit sakna teg
-----
Elin, Malan, Páll og Noomi










