Á samkomu í Hans Andriasar húsi í dag, varð sjónleikarinnan, Birita Mohr, heiðrað við Ársins Herðaklappi. Hon hevur verið virkin sjónleikari í 30 ár Tað var ein rørd Birita Mohr, Sosialurin hitti seinnapartin í dag, eftir at hon hevði móttikið Ársins Herðaklapp frá nevndunum í Tjóðpalli Føroya og MáF.
- Hesum hevði eg ikki roknað við. Hetta var øgiliga rørandi, segði Birita Mohr.
Birita Mohr fær herðaklappið fyri leiklut sín sum Olga í Nordost, sum er leikur, ið byggir á gíslatøkuna í Dubrowka leikhúsinum í Moskva.
?Birita Mohr tulkaði leiklutin sum Olga so inniliga og hjartanemandi, at tað fyri áskoðaran var sum at sita undir liðuni á henni í leikhúsinum. Kenslurnar hjá Olgu og áskoðarunum runnu saman gjøgnum gleði, ótta, øði, hjálparloysi og ikki minst, eina roynd til forstáilsi. Birita Mohr megnaði so listarliga at fáa fram vanlukkuligu støðuna á palli, sum áhaldanadi broyttist frá eini løtu til aðra, og fekk áskoðararnar at kenna seg sum gíslar?, var millum annað sagt í grundgevingini.
Birita Mohr er 56 ár, og hevur seinastu 30 árini verið virkin á palli.
Við heiðrinum fylgir ein peningaupphædd á 12.000 krónur, ein tilevnað gríma og ein silvurnál.
Birita Mohr hevur ætlanir um at fara til Londons at hyggja eftir sjónleiki í apríl mánaði fyri pengarnar.
Les meir í Sosialinum í morgin.