Ársins rossahandil

Lat tað vera sagt beinanvegin, at orðini ikki eru blaðfest fyri at lokka hampafólk apríl

Hjalmar N. Poulsen



Nú Fiskavirking er einskild og hevur skift eigarar, kann ein og hvør gera sær tankar hesum viðvíkjandi. Havi í hvussu so er gjørt mær mínar.
Ásannast má, at sluttspurturin í tilgongdini, kann samanlíknast við endabrestútsølu við alstórum avsláttri. Ja, snøgt sagt »ársins rossahandil«. Tað at fyritøkan fyri sløkum trimum árum síðan, kundi seljast fyri yvir 80 mill. kr. meira vísir, hvussu ódugnaliga fyriskipað er.
Formaður Framtakgrunnsins royndi at frásiga sær sína skuld av hesum, segði at hetta var so tað, vit kundu megna á hesum sinni. Hon ballaði trupuleikan rættuliga væl inn, men helt uppá, at mótloysni valdaði undir útsøluni. Komedian endaði við, at ikki slappst av við samlaðu ognina av ávísum grundum. Hetta vísir vissuliga heimføðisliga dugnaloysi í landsins umsiting, og tað í stóran mun.
Sambart formansfrágreiðingini var høðusorsøkin til stóra avslátturin keyparirnir fingu tann, at uppboðið upp á fyritøkuna var ov vánaligt, at potentiellar útlendskar keypisterkar vinnu- og fíggingarfyritøkur høvdu mist áahugan at bjóða. Hetta grundað á, at føroysku »vinnupolittisku viðurskiftini«, ikki vóru holdbar.
Hon sipaði her helst til, tá fiskivinnuumsitingin loyvdi russum at keypa upsan fyri spottprís á sinni, fyri síðan at útkonkurera føroyska útfluttningin av somu vøru.
Fíggjarmalaráðið eigur sanniliga eisini sín leiklut í vanvirðisliga heitunum, Føroyar hava fingið. At føroysku vinnupolittisku viðurskiftini sigast vera óholdbar, er sjálvsagt, tá hugsað verður um ta ferðina, SEV skamtaði streymveitingina fyrrapartin í juli 2005, tá alt landið so at siga lá lamið. Her fingu SEV og Maskinmeistarafelagið alla skuldina. Tað vísti í hvørtfall diktatoriska tilgongdin í løgtinginum á sinni.
Men veruleikin er ein heilt annar. Arbeiðsósemja var als ikki ímillum áðurnevndu partarnar. Tvørturímóti var semja um sáttmálaviðurskiftini og ájourføring gjørd. Hetta kostaði landskassanum, sum kunnugt, ikki so mikið sum eitt klovið oyra. Og klárt var til undirskrivtirnar.
At fíggjarmálaráharrin gjørdi seg sekan í valdmisnýtslu, vrakaði demokratiskta semingsuppskotið, og hartil við vilja eisini misbrúkti lógarásettu heimild sína, við greitt at misbrúka ásetingarnar í føroysku kommunulógini, var veruliga orsøkin til streymskamtannina. Tað var ógvuliga naivt hugsað, at júst hetta ikki einaferð skuldi koma okkum aftur um brekku. Og nú gongur sjón fyri søgn.
Nú føroysku vinnupolittisku viðurskiftini sigast vera komin í ringt ljós og óholdbar, kann fíggjarmálaráharrin fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri. Landsumsitingin og løgtingsmeiriluturin eiga sanniliga eisini sín bróðurpart í óskilinum.
Spurningurin er so, um man skal halda, at tað gongur nokk álíkavæl, ella konkretisera og siga: »FAST TAKI TEIMUM«!
Vestmanna hin 1. apríl 2006