Sólbjørn Jacobsen 70 ár

Mánadagin 9. januar verður Sólbjørn Jacobsen í Havn 70 ár. Hann var í nógv ár stjóri á Telefonverkinum, og eisini hevur hann á ymsan annan hátt verið við til at seta dám á føroysku samfelagsmenningina.

Sólbjørn er ættaður úr Fuglafirði. Foreldrini vóru Sára fødd Johannesen og ættað úr Horni í Klaksvík og Edvard Jacobsen, sum var úr Fuglafirði. Tey fingu fimm børn, sum eru Mimi, fødd í 1928, Paula, fødd í 1931, Jancy, fødd í 1934, Sólbjørn, føddur í 1936, og Mikkjal, føddur í 1940. Mimi búsettist í Klaksvík, Jancy í Vestmanna og hini í Havnini. Edvard doyði í 1981 og Sára í 1989.

Tað var ikki vanligt fyri millum fimmti og seksti árum síðani, at børn hjá vanligum bygdarfólkum fingu møguleika at halda fram við skúlagongdini, eftir at tey høvdu fingið prestsins hond á høvdið. Tað lá væl fyri í skúlanum hjá Sólbirni, og hann fór 14 ára gamalur til Havnar at ganga í preliminer skúla. Tá helt Føroya Studentaskúli til í VBV, og eftir preliminer prógvið helt Sólbjørn fram í skúlanum, har hann í 1954 var ein av sjey matematiskum studentum.

Sólbjørn gjørdist sivilverkfrøðingur á Danmarks Tekniske Højskole í 1963, og so var hann í starvi hjá Telefonfabrik Automatic fram til 1968. Setningurin snúði seg serliga um at gera nýggj mátitól til automatiskar telefonskipanir. Samstundis las Sólbjørn á Handilsháskúlanum, har hann í 1967 leyk HD prógv í búskapi og fyriskipan.

Í 1968 gjørdist Sólbjørn tekniskur stjóri á Telefonverki Føroya Løgtings, sum tað tá nevndist, og í 1975 varð hann eisini forstjóri. Sólbjørn plagar onkuntíð at hugleiða um umstøðurnar, sum vóru, tá ið hann fór til verka á Telefonverkinum, og hvussu stórar broytingarnar vóru tey tredivu árini, hann var á Telefonverkinum. Felagatalið var umleið 3600, inntøkan góðar fýra milliónir, og útbúnaðurin niðurslitin í 1968. Í 1990 ella áðrenn kreppuna var felagatalið 25000, inntøkurnar omanfyri 150 milliónir, og yvirskotið eftir fullar avskrivingar 42 milliónir ella 28 prosent av søluni. Í seksti árunum var talan um hall.

Sólbjørn var oddamaður fyri menningini. Tað fyrsta hjá honum var at seta seg inn í, hvussu telefonumstøðurnar vóru. Saman við einum av veteranunum í Telefonverkinum, Svend á Grundini, ferðaðist hann kring landið og lærdi harvið telefonmontørar og manningarnar á bygdastøðunum at kenna. Við hesi barlastini valdi Sólbjørn at fara undir nýmótansgerðina úti á bygd og síðani at nærkast høvuðsstaðnum. Tey fyrstu árini var Sólbjørn einsamallur verkfrøðingur, og hann helt fleiri fyrimunir vera í menningartilgongdini á bygd, har teknikarar og gravarar fingu arbeiði og mentust við praktiskum arbeiði og skipaðum skeiðum í teletøkni. Menningin var treytað av dyggum tekniskum, fíggjarligum, fyrisitingarligum og lóggávuligum fyrireikingum. Hesum stóð Sólbjørn fyri, og hann segðist hava gott samstarv við bæði politiska og umsitingarliga myndugleikan.

Sólbjørn var limur í búskaparráðnum 1969-81, og hann hevði í langt skeið leiklut innan Kjølbro fyritøkuna og harvið í Klaksvík, hagani mamma hansara var ættað.
Tá ið Føroyagrunnurin varð stovnaður í 1971, valdi Landsstýrið Einar Kallsberg, sála, til formann, og Sólbjørn Jacobsen til nevndarlim saman við Frits Olsen, sála, og Jógvani Isaksen, sum vórðu valdir eftir tilmæli frá býráðnum í Klaksvík. Sólbjørn var nevndarlimur og okkurt skifti formaður til fyrst í 1992, tá ið hann varð valdur til formann í móðurfelagnum JFK. Harvið var hann formaður, tá ið tað var um reppið, at stóru trolararnir fóru av vánni.

Sólbjørn hevur fortalt, at hann var staddur í Japan í ørindum fyri Telefonverkið, tá ið hann í telefonini nevndi møguleikan fyri Carl Vilhelm Weihe, sála, sum var grannskoðari hjá felagnum, at trolararnir vórðu seldir úr móðurfelagnum og yvir í annað felag, sum Føroyagrunnurin átti. Nevndirnar í Føroyagrunninum og JFK arbeiddu saman við stjórnini, advokatum og øðrum serfrøðingum við hond og fót fyri at røkka einari loysn áðrenn evstu freistina, sum norðmenninir høvdu sett at vera 22. desember 1992 klokkan 16. Henda dagin klokkan 15.40 norska tíð fingu norðmenninir boð um, at Skálaberg og Sundaberg vóru seldir til JFK Trol. Tá vóru trolararnir á fiskileið, og um viðurskiftini ikki vóru komin upp á pláss, so vóru boðini, at trolararnir skuldu fara at sigla til Noregs, har teir skuldu bindast við kai í Bergen og Ålesund sum pant hjá Den Norske Bank!

Sólbjørn giftist 7. desember í 1961 við Else Gotved, sum er ættað úr Keypmannahavn og útbúgvin ergoterapeutur. Hon er fødd 10. desember í 1933. Foreldrini hjá henni vóru teknarin og fimleikaralærarin Aage Gotved og fimleikaralærarin Helle Gotved. Helle hevur skrivað nógv um fimleik og týdningin av at røra seg, og í Danmark er hon kend fyri mongu sendingarnar, sum hon hevði í Danmarks Radio. Helle hevur ofta vitjað í Føroyum. Í dag er hon 93 ára gomul og framvegis virkin.

Else og Sólbjørn Jacobsen eiga børnini Lars, føddur í 1963, hann starvast í Kina, Gunnvá, fødd í 1966, er í Keypmannahavn, Lisbeth er fødd í 1967, hon er talu- og hoyripedagogur og starvast í Føroyum. Abbabørnini eru 8 í tali.

Í sambandi við føðingardagin verður móttøka í heiminum, Dr. Dahlsgøta 13, mánadagin frá kl. 11 og út á seinnapartin.

J