dagin, at tað kundi verðið stuttligt at nýtt teir til okkurt annað heldur enn bara at tveita teir burtur. So kom hugskotið við at gera eina borg. Og hendan bleiv so mikið stór,at børnini spæla inni í henni [...] henni. Tað er nakað, sum er til miklan stuttleika fyri tey. ? Tey hava verið spent uppá hetta, so tað hevur verið sera stuttligt, sigur Súsanna. Borgin hevur ikki verið nøkur ávís felagsverkætlan hjá børnunum [...] nakað, sum tey hava fingist við so við og við í eina tíð. Tá Sosialurin var á gátt, runnu børnini út og inn í hana. Tey spældu, at hon var eitt fongsil, har fangar sótu fastir. Børnini halda borgina vera sera
Tað sær nokkso funky út inni í matstovuni, serliga orsakað av blá-hvítu flisunum á barrini. Her er ikki so stórt, og tað ger tað eyka hugnaligt. Fyrst fáa vit ein forrætt, og tað er breyð við sera vælsmakkandi [...] sera góður, hóast tað ikki smakkar líka sum ein kjøtfrikadella. Tað riggar stak væl. Omaná er ein kaka - hon er kanska tað, sum var minst spennandi við hesari matstovuupplivingini. Hon var fín, men ikki meira [...] asparges - og tað riggar óalmindiliga væl, við einari góðari sós ella dressingi aftrat. Høvuðsrætturin er ein veganskur frikadellurættur - ordiliga danskt við eplum afturvið eisini. Tað líkist einari
hálvleiki, tí alt ljósið inni í høllini fór. Sjónvarpið var væl mannað á staðnum, og onkur helt, at tað var SvF, sum fór við ov nógvum streymi til, at høllin megnaði at bera tað. Tað var óheppið, at dysturin [...] royndirnar, tá tað veruliga stóð á. VÍF vann dystin 24-23, og aftaná helt onkur, at tað meira vóru strandingar sum taptu, enn tað var VÍF, sum vann. Tað er rætt, at StÍF helst hevur víst tað besta spælið [...] og tað er eisini rætt, at StÍF ongantíð hevur vunnið nakað serligt, meðan tað neyvan fer eitt ár afturum, uttan at VÍF ikki vinnur okkurt. Men hinvegin er tað so spurningurin, um tað ikki var tað betra
at síggja, hvussu sjónleikurin hevur tað í San Francisco, og eg má siga tað at tað var so patetiskt, at føroyskur sjónleikur er á ómetaligum høgum støði í mun til tað sum eg sá har yviri. Danir stríðast [...] ur av replikkunum, og so tað, at leikararnir allir spæla, sum vóru teir ?betaldir? fyri tað. Serliga legði eg merki til Høgna Johansen, sum spældi danskaran Jens. Hetta er tað besta eg havi sæð hann, og [...] Hetta er tað seinasta stigið, ið er við til at gera sjónleik so, at fólk kunnu kenna seg aftur í tí sum gongur fyri seg á pallinum. Leikurin, sum varð frumsýndur í leikhúsinum hjá Grímu, er tað sum verður
vinnandi fyrimun, men tað er ikki uttan orsøk, at Sokolov er kendur fyri at stríðast manniliga við tolsemi til síðsta leik. Hesin góði eginleiki gav honum loksins ein góðan javnleik djúpt inni í endatalvinum [...] serliga Havnar Telvingarfelag, legði út sum ein stormur og hevði 2,5 stig eftir trimum umførum, og var tá saman við 16 ára gamla Radjabov á odda. Hesir báðir hittust í fimta umfari í einum sonnum oddabraki [...] trýstur av unglinginum. Rutinan og sjálvandi eisini styrkur avgjørdi helst talvið, tá Sokolov seint inni í miðspælinum fekk lumpað Radjabov við einari taktiskari finessu. Í triða umfari hitti Sokolov ra
einaferð. Men longu fyrstu ferð tað var spælt, var móttøkan so góð, at tað gjørdist fastur partur av spæliskránni. Nú var tað seinasta lag á skránni. Talan var um eina fráíka tolking av "Great balls of fire" [...] haldi at tað var lekkurt, at hann var eitt sindur ironiskur um ein av teimum mest láturligu siðunum innan mentan. Seinasta lagið hjá Teiti varð upprunaliga gjørt í skemti. Ætlanin var bert at spæla tað einaferð [...] mánaðarnar, og tí var tað hóskandi, at júst Tobias var gestur hetta kvøldið í Vega. Men Tobias fekk eisini ein gest á pallin, áðrenn síðsta lag, bjóðaði hann Clint Eastwood vælkomnum. Tað var tó ikki Clint
nógv fólk flyta til bygdina og byggja sær hús. Tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er pláss fyri øllum í Havn. Og tá tað er so deiligt í Sandavági, so er tað púra natúrligt at fólkið kemur henda vegin, sigur [...] fólkið stákast til stevnuna. Serliga fyri tað sosiala í bygdin er vestanstevnan týdningarmikil, og tað hevur altíð verið soleiðis á stevnunum her, at er fólk inni, so er hurðin opin, sigur Rósa Samuelsen [...] Ólavsøkuna, er vestanstevnan. Vestmanna var vanliga ein av bygdunum, sum skiftist um at vera karmur um stevnuna, men síðani vestmenningar vórðu partur av Fjarðastevnuni, eru tað bara Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur
ganga hond í hond fram í gjøgnum lívið. Sum brúðarvísan so rámandi sigur tað, so er tað ikki gott fyri mannin at vera so eina. Og tað er ikki bara galdandi fyri hjúnalagið, men fyri lívið sum heild – og kvinnuna [...] Gásadalur og Bøur, eru nú eisini við. Sum so mangan fyrr verður Sørvágur karmurin um vestanstevnuna. Og tað gleða vit okkum til. Vónandi fara lítlu bygdirnar í kommununi at merkja ein farra av stevnuhýri eisini [...] við at skapa góðar karmar um tiltakið. Nevndin fyri vestanstevnuna í ár gongur nýggjar leiðir, og tað verður spennandi at síggja hvussu stevnan í ár fer at hepnast. Lívið hjá føroyinginum hevur altíð verið
sindur skjótari. Tað hevur sjálvsagt stóran týdning, at sendingarnar eru av einum slíkum slag, at tær fella væl í oyra hjá lurtaranum. Um sendingin ikki ger tað, so tykist hon væl longri, enn hon í veruleikanum [...] Terji Nielsen Álvur Haraldsen Tað eru nøkur ting, sum fáa arbeiðsdagin at ganga skjótari. Millum annað eru tað nógv fólk, sum allan dagin hava útvarpstólið tendrað og á henda hátt royna at fáa tíðina at [...] Ginna Midjord longu inni í útvarpsstovuni. Framman fyri sær hevur hon eina teldu, og á henni situr hon so og lesur allan teldupostin, sum er komin til sendingina. Ginna greiðir frá, at tað er rættiliga ójavnt
verið samtykt, og tað sum er blivið samtykt hevur munað so lítið, at tað hevur skapt størri órógv, enn tað hevur spart. (Nevnast kunnu uppskotini um gjald fyri heilivág o.s.fr.). Tað verða ikki tey uppskotini [...] skúlamálum hevur skotið upp at leggja skúlar saman. Hon kann vísa á, at tað er betri fyri næmingarnar, at tað er betri fyri lærararnar og at tað kostar minni. Men kortini er mótstøðan hørt! Kravið er, at hetta [...] spurnigurin er, hvør er veikur? Er tað pensjónisturin, sum er einsamallur í húsi, og sum einki skyldar, ella er tað familjan við trimum børnum, sum skyldar tvær milliónir? Tað verður eingin króna goldin út