NunaMinerala hevur borað fleiri leitihol einar 40 kilometrar eystan fyri Nuuk, og felagið vil vera við, at úrslitini eru góð.
Við Qingaaq hevur NunaMinerala funnið upp í 17 gram av gulli í hvørjum tonsi av gróti, men felagið sigur, at meiri gull er longri inni í fjallinum, og ætlanin er at bora har næsta summar. Men hetta er kostnaðarmikið arbeiði,og tí er felagið sinnað at selja ein part av sínum rættindum, so eitt annað felag kann koma upp í verkætlanina, sigur stjórin, Ole Christensen, við Jyllandspostin.
Ole Christensen sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um tað fer at loysa seg at vinna gull í økinum, men úrslitini higartil eru so mikið góð, at tað er vert at halda fram við leitingini, sigur hann.
Jarðfrøðingar halda, at tey elstu grótsløgini á Nuuk-leiðini eru umleið 3,8 milliardir ára gomul, og avstralskir granskarar eru komnir eftir, at gull hevur verið har í umleið hálva triðju milliardir ár.