Tað var plássið omanfyri niðurflytingarstrikuna, sum stóð upp á spæl, tá ið teir næstbestu hjá EB/Streymi í dag høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ við Margáir.
EB/Streymur vann 1-0, og tað ber við sær, at EB/Streymur undan síðsta umfari er á áttanda plássi við 25 stigum, og at KÍ er á níggjunda plássi við 23 stigum. Málmunurin hjá EB/Streymi er -50, og hjá KÍ er hann -29.
Í síðsta umfari fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti B36, sum er á sætta plássi, og KÍ fer á heimavølli at spæla ímóti 07 Vestur, sum er niðast á talvuni.
Einasti málskjútti við Margáir í dag var Hjarnar Johansen. Hann skoraði fimm minuttir eftir steðgin og eftir hornaspark. Uppleggið átti Jákup Hummeland, sum er komin aftur á liðið í hesum mánaðinum, eftir at hann hevur verið skaddur í rygginum síðani í mars mánað.
Á EB/Streyma liðnum í dag vóru 19 ára gamli U-21 landsliðsspælarin Virgar Jónsson, sum er millum teir stinnastu í felagnum, og Thomas Bjørn Miezan og Jógvan E. Ósá, sum plaga at vera á listanum hjá besta liðnum.
Á KÍ liðnum var Dávid B. Andreasen, sum fyri stuttum gavst á besta liðnum og Páll Müller, sum onkra ferðina hevur verið á besta liðnum.