Føroyski liðskiparin og liðfelagarnir í Sandnes flyta upp í næstbestu deildina

Sandnes ULF vann í stórum í stíli

Savnsmynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Hetta kappingarárið hevur Sandnes ULF havt føroyskan liðskipara í triðbestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Gullbrandur í Horni Øregaard kann nú saman við liðfeløgunum, ið hann er liðskipari hjá feira, at Sandnes aftaná bert eitt ár í triðbestu deildini hevur vunnið sær beinleiðis uppflyting til næstbestu norsku fótbóltsdeildina. 

 

Sandnes vann í dag á ØSTER Hus Arena leikvøllinum stórsigur 4-1 á Arendal. Tað var tó Arendal, ið legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Men beint undan steðginum syrgdi Kaloyan Kalinov Kostadinov fyri, at tað var javnleikur 1-1. Kevin Nilsen Pereira fekk Sandnes á sigurskós í 71. minutt, og 11 minuttir seinni økti Ole Sebastian Sundgot, ið hevur havt eitt framúr gott kappingarár til 3-1. Adrian Berntsen staðfesti sigurin í yvirtíðini.

 

Sandnes hevur 54 stig fyri 25 dystir. Sotra hevur 45 stig fyri 24 dystir, og teir í Sotra kunnu í mesta lagi tryggja sær 51 stig. 

 

Komandi leygardag klokkan 12 endar Sandnes kappingarárið við einum dysti á útivølli móti EIK-Tønsberg.

 

In.fo ynskir Gullbrandi og liðfeløgum hansara hjartaliga tillukku við uppflytingini.

 

 

 

Savnsmynd: Hans Erik Danielsen/FSF