Vælumtóktar tvíkiljur hjá KJ
Alivinnan er aftur farin at gera íløgur, nú positiv gongd er í vinnuni. Hetta merkir, at veitarar til alivinnuna hava meira at gera og millum tey, sum hava merkt framgongdina, er KJ-Hydraulik á Kambsdali
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ikki langt síðan, at KJ-Hydraulik læt ein nýbygning til Pan Fish í Oyndarfirði – eina tvíkilju av slagnum Hydro-Cat, ið nú er vørumerkið hjá hesum bátum.
Seinastu dagarnar hevur ein onnur nýggj tvíkilja ligið á Fuglafiðri, og hesa hevur felagið smíðað fyri alifelagið Luna. Báturin hevur fingið navnið Krosstindur og verður heimahoyrandi í Miðvági.
Mánadagin í hesi vikuni varð hann latin eigarunum.
Krosstindur er stívliga 15 metrar langur, sum er nakað longri enn hinar tvíkiljurnar, sum KJ-Hydraulik hevur smíðað. Breiddin er hin sama.
Nýggi báturin hevur tveir 330 hk. motorar og ein 23 tonsmetur krana.
Skrokkarnir eru smíðaðir í Letlandi, og síðan hevur KJ gjørt bátarnar lidnar á Borðoyarvík.
Tað er KJ-Hydraulik, sum eigur alt konseptið upp á alibátarnar, ið eru designaðir og teknaðir á Kambsdali.
Fleiri sáttmálar
Alivinnan hevur tikið væl ímóti hesum bátum og hevur nú bílagt fleiri.
Tvíkiljan, sum KJ fyrr í ár læt Pan Fish, er soleiðis hin fyrsta av trimum í hesum umfari. Krosstindur, sum Luna fekk mánadagin, er hin fyrri av tveimum, sum felagið skal hava.
Herfyri gjørdi KJ-Hydraulik sáttmála um enn ein Hydro-Cat, sum verður nýbygningur nr. 21. Tað er Funnings Laks, sum skal hava henda bátin, og soleiðis fer felagið at smíða fýra tvíkiljur í hesum umfari.
Spennandi gongd
- Umframt hesir fýra alibátarnir, eru samráðingar í gongd um aðrar. Vit vænta tískil ikki, at hesir fýra verða teir seinastu í røðini, sigur stjórin í KJ-Hydraulik, Ólavur A. Olsen, sum er sera fegin um, at alivinnan í Føroyum hevur tikið so væl ímóti tvíkiljunum.
- Jú, hetta sær ógvuliga spennandi út, ásannar hann.
KJ og teir, sum eiga smiðjuna á Skarðhamri á Borðoyarvík, hava samstarvað í fleiri ár, og nú hava hesi feløg saman við Heðini Poulsen stovnað nýtt felag, Sandblástur í Ljósáum, sum rekur virksemi við sandblásing, metalisering og máling.
- Hetta felag er soleiðis eisini ein av undirveitarunum hjá okkum, nú vit byggja tvíkiljurnar, sigur Ólavur A. Olsen.
Aðrir undirveitarar í sambandi við hesa nýbygging eru Jón Jacobsen, Eiði, P/F J-El Sp/f, Eiði og Radiobúðin, Saltangará.
Hydro Cat
Tað var upprunaliga Hydro Tech á Eiði, sum í síni tíð byrjaði at byggja bátar til alivinnuna, men tá vinnan fór fyri bakka, gekk hetta eisini útyvir virksemið á Eiði, sum síðan varð lagt undir KJ-Hydraulik.
Føroysku alibátarnir, sum Hydro Tech smíðaði, vóru væl umtóktir í alivinnuni, og tí hevur KJ-Hydraulik valt at kalla tvíkiljurnar Hydro-Cat.










