Løgmanssteypið
Í bólki 3 í kappinginin um Løgmanssteypið varð longu eftir lutakastið roknað við, at tað uttan iva vera HB og VB, sum seta seg á teir báðar fremstu sessirnar.
Úrslitini leygardagin stuðlaðu eisini upp undir hesar tankar, men hjá HB var tað tó leingi, áðrenn stigini vóru vís. Sonni L. Petersen gav enntá heimaáskoðarunum eitt ordans sjokk, tá hann mest sum alt fyri eitt sendi bóltin í HB málið, og tó at Hendrik Rubeksen stutt eftir javnaði, so bendi alt tann vegin, at talan ikki skuldi gerast um nakran serliga lættan dag hjá HB.
Tung frávera
Ikki minst var tað sjónligt hjá meistarunum, at fleiri av góðu kreftunum á miðvøllinum vóru burturi frá, og tí var sera trupult hjá teimum at fáa nakað skipað trýst á mótstøðuna. Har var eingin Rógvi til luftbóltar og djúpu renningarnar. Eingin Martin at spæla kontrolleraða defensiva leiklutin. Eingin Nico til arbeiðsøðina og skynsama bóltflytaraleiklturin, og so fall stórur partur av ábyrgdini á Rúna Nolsøe.
Tá samanum kom, so var Rúni eisini maður fyri at átaka sær fleiri av hesum leiklutunum, og hann var eisinni í tveimum førum arkitekturin aftan fyri málini hjá HB. Fyrst sendi hann djúpt inn um verjuna hjá EB/Streymi, har Heine Fernandez var rætti maðurin á rætta staðnum, men tá Sonni L. Petersen seinni tætt undir málinum javnaði, stóð av álvara á hjá HB.
Enn einaferð kundu liðskiparin og venjarin tó gera av. Rúni stríddi seg ígjøgnum í høgru, og dygst inni undir málinum kundi Heine ? sum annars hevði misnýtt tveir av teimum stóru ? seta innaru síðuna á, og so var liðugt.
Í HB-húsinum fagnaðust tey sum vera man um sigurin, men tað fær ikki vakt annað enn nógvar tankar, tá liðið skuldi hava somikið stórar trupulleikar av einum liði, sum vanliga verður roknað millum teirra, sum meistararnir bara skulu vinna á.
Einki er tó at ivast í, at við einum fullmannaðum miðvølli er talan um eitt heilt annað HB-lið, sum væl og virðiliga verður ført fyri at takast við tey bestu.
Skert Skála
Á Tvøroyri, har VB í løtuni spælir sínar heimadystir, var ikki talan um sama spenning, tá Skála vitjaði. Fyrri hálvleikur var ikki av teimum bestu, men eftir at Anders Sørensen hevði lagt VB á odda við beinleiðis frísparki, var tað ógvuliga avmarkað, hvat eitt skert Skála lið formáddi sær.
Tað eydnaðist eisini VB at gera sigurin enn tryggari, eftir at Mortan í Hørg og Poul Poulsen við hvør sínum máli syrgdu fyri endaliga úrslitinum, sum fyri fyrst hevur sett VB í eina væl betri støðu, enn teir vóru í fyri einum ári síðani, tá luttøkan til fjórðingsfinaluna glapp teimum av hendi.
Dystirnir í tølum
HB - EB/S 3 - 2 (1-1)
0-1 Sonni L. Petersen
1-1 Hendrik Rubeksen
2-1 Heine Fernandez
2-2 Sonni L. Petersen
3-2 Heine Fernandez
VB - Skála 3 -0 (0-0)
1-0 Albert Sørensen
2-0 Mortan í Hørg
3-0 Poul Poulsen