Vælupplagdir garpar við tí sama

Høgni Lisberg og bólkurin hjá honum høvdu fingið heiðurin at enda hóskvøldið, og tað vóru áhoyrararnir glaðir fyri At hesir mennirnir hava spælt nógv saman í langa tíð, hoyrist aftur, tí alt sat bara sum tað skuldi. Breaks, fills og bara tónleikurin sum heild ljóðaðu væl inni í Flagsteltinum, ið var hálvfult. Og tá ið tað er so týðiligt á tónleikarum, at teir njóta at spæla, so ger tað ikki tónleikaupplivingina verri.

 

Lagt varð út við einum nýggjum blúslagið, sum ljóðaði væl og har bólkurin spældi við dynamikkin, men sum heild var talan um løg av frálíku fløguni Morning Dew.

 

Høgni sigur ikki so nógv og er ikki undirhaldari av natúr, men tað er gittarspælarin Allan hinvegin. Hann dugdi væl at fáa fólki við og er ein umráðandi limur í bólkinum.

 

Mær dámar væl Høgnasa tónleik og fløguna Morning Dew, men nú havi eg hoyrt hann nakrar ferðir gjøgnum tíðina, og eg sakni eitt sindur av nýggjum tilfarið. Stórt sæð somu sangirnir hava verið spældir síðani fløgan kom út í 2005. Hevði ynskt at hoyrt meiri nýtt.