Væntar nýggja landsstýrisfólkið er á listanum

Blaðstjórin á Sosialinum væntar, at løgmaður velur eitt kent andlit

Aksel V. Johannesen, løgmaður, skal næstu vikurnar taka støðu til, um hvør skal fylla stólin hjá Henrik Old í Samferðslumálaráðnum, aftaná at hann í dag legði frá sær, tí hann var ónøgdur við avgerðina hjá landsstýrinum at gera ein tunnil til Dals áðrenn tunnilin til Fámjins.


Hóast tað í mesta lagi eru ellivu mánaðir til løgtingsval, so hevur løgmaður gjørt greitt, at hann fer at velja eitt nýtt landsstýrisfólk, ið eftir ætlan verður tilnevnt antin beint áðrenn ella aftaná heystfrítíðina.


Sostatt verður nú dúgliga gitt um hvør nýggja landsstýrisfólkið hjá landsstýrinum verður. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri í Sosialinum og politiskur viðmerkjari, metir at tað verður ein persónar á listanum hjá Javnaðarflokkinum,


- Tá landsstýrið bleiv skipað vóru øll landsstýrisfólkini løgtingsfólk. Tað er tað mest vanliga. Um man sigur, at Aksel vil tað, so skal hann nokk so langt niður á listan. Heðin Mortensen er ein møguleiki. So eru tað Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, men teir trúgvi eg ikki vera landsstýrisfólk. Helena Dam á Neystabø og Jónleif Johannesen er eisini tvey boð. Hjá Jónleif Johannesen er tað kanska í so tíðliga, tí Henrik og Jónleif vóru á hvør sínari síðu í tunnilsmálinum, sigur Eirikur Lindenskov.


Blaðstjórin vísir eisini á, at tveir borgarstjórar eru longri niðri á vallistanum, ið báðir kundu styrkt um Javnaðarflokkin í økjum, har flokkurin manglar profilar.


- Um man ynskir at styrkja flokkin í Eysturoynni, so er Artur Johansen, borgarstjórin á Strondum, sum er nummar 17 á listanum, eitt boð. Annars kundi tað verið borgarstjórin í Sørvági, Aimé Jacobsen, ið er nummar 22 á listanum, sigur Eirikur Lindenskov.