NÓLSOY
Um vikuskiftið varð tann trettanda ovastevnan hildin í Nólsoy til minnis um Ova Joensen og bragd hansara róðurin úr Nólsoy til Keypmannahavnar í 1986.
Eftir bragdið lovaði Ovi Joensen børnunum í Nólsoy ein svimjihyl, og síðani hevur verið arbeitt við hesi ætlan. M.a. hevur ovastevnan verið ætlað sum ein partur av innsavningini til svimjihylin.
Jákup av Skarði, formaður í stevnunevndini, ásannaði tó í Útvarpinum um vikuskiftið, at inntøkurnar frá stevnuni neyvan vóru nóg mikið til at fíggja ein svimjihyl, og tí er neyðugt at ganga nýggjar leiðir, um málið hjá Ova skal røkkast.
Jákup av Skarði sigur við Sosialin, at ein umsókn hevur ligið í Mentamálaráðnum frá teirri tíðini, tá tað var vanligt at landið rindaði helvtina av slíkum verkætlanum, sum hann tekur til, men enn er einki rættiligt svar komið haðani.
Jákup av Skarði sigur seg tí vóna, at tað eydnast teimum at umskipa ætlanirnar at byggja svimjihyl, og sjálvur sigur hann seg einki hava ímóti at gerast formaður í nevndini fyri tann ætlaða svimjihylin, sum hann higartil hevur verið limur í.
Endurskoða ætlanina
Jákup av Skarði metir, at svimjihylurin kemur at kosta einar 6-8 milliónir, men væntandi verður projektið endurskoðað í heyst. Jákup av Skarði sigur sge vænta, at svimjihylurin stendur liðugt bygdur um fimm ár, men av tí at nógvir faktorar spæla inn, er neyðugt at hyggja eftir ætlanunum eina ferð afturat. M.a. hevur verið frammi, at Nólsoyggin skal verða grøn oyggj, og hetta kemur uttan iva at seta sín dám á ætlanirnar, tá svimjihylur skal byggjast.
Harafturat var upp á tal í teimum upprunaligu tekningunum, at serbygdi báturin hjá Ova, Diana Victoria, skuldi standa inni í sjálvari høllini, har svimjihylurin skal verða, men nú eru røddir frammi um, at kanska er betri at byggja eitt neyst til bátin, sum skal vera framsýningarhøli. Í hesum sambandi vil Jákup av Skarði geva familjuni hjá Ova eitt herðaklapp fyri at hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at hava umvælt bátin, og Jákup av Skarði greiðir frá, at nógv fólk nýttu høvið at hyggja eftir Dianu Victoriu um vikuskiftið.
Kommunan ikki við
Spurdur, um tey ikki ætla at biðja Tórshavnar kommunu um fíggjarliga hjálp, nú Nólsoy er vorðin partur av kommuni, sigur Jákup av Skarði, at hetta ikki er ætlanin í løtuni.
Ein av orsøkunum til hetta er stoltleiki, sum Jákup av Skarði málber seg. Men hann leggur eisini afturat, at tað verður torført at fáa ymsar grunnar at veita stuðul, um kommunan er við, og tí hava tey í fyrstu syftu ikki valt hesa loysnina.
Tað, sum nú skal til, er eitt umfatandi pappírsarbeiði. sigur Jákup av Skarði, sum leggur dent á, at tað er týdningarmikið at skriva umsóknir á ein slíkan hátt, at peningur verður latin. Hann sigur, at tey ikki ætla at biðja sakførarar hjálpa teimum við umsóknum, tí hetta skal peningur frá ovastevnuni, men tey hava áður sjálv roynt seg við at søkt pening frá eitt nú grunni hjá A. P. Møller tó uttan nakað úrslit higartil.
Hugni fyri bygdarfólkið
Jákup av Skarði metir, at higartil er øll orkan farin til at skipa fyri ovastevnuni, og tí er neyðugt at eftirmeta fyrireikingararbeiðið til svimjihylin, og at farið verður undir hetta í næstum.
Sunnukvøldið verður ein eftirmeting av sjálvari stevnuni, og leygardagin 26. august verður skipað fyri sokallaðum hugnaligum degi fyri bygdarfólkið í Nólsoy, tí ovastevnan var fyri gestirnar, sum Jákup av Skarði tekur til, og hetta verður fólkið í bygdini.
Sostatt er líkt til, at inntøkurnar frá ovastevnuni í framtíðini heldur verður at roknað sum eitt slag av ískoyti til raksturin av tí ætlaða svimjihylurin. Longu í heyst verður byrjað at fyrireika ta næstu ovastevnuna, sum skal verða upp aftur betri enn tann í ár, og ovastevnan skal vera endin á teimum árligu summarstevnunum, leggur formaðurin í stevnunevndini afturat.
MYNDATEKSTUR
Jákup av Skarði rósar familjuni hjá Ova fyri at hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at hava umvælt bátin hjá Ova. Nógv fólk nýttu høvið at hyggja eftir Dianu Victoriu um vikuskiftið