Skal sita í varðhaldi í 14 dag­ar fyri at sparka løg­reglu­mann

Ein útlendingur varð í rættinum í gjár varðhaldsfongslaður í 14 dagar

Tað var gjáranáttina, at tað gjørdist eitt sindur rokaligt, at løgreglan skuldi handtaka ein mann í býnum í Havn. Maðurin vildi ikki siga, hvør hann var, og tá skuldi handtaka mannin, so vildi hann heldur ikki tað. Hann rann undan løgregluni, sum tó fekk fatur á houm. Í hesum rokanum, so sló maðurin ein løgreglumann.

Maðurin, sum er útlendingur, var í varðhaldi hjá løgregluni, til hann varð framstillaður í grundlógaravhoyring í gjár.

Niðurstøðan hjá Føroya Rætti var, at maðurin er varðhaldsfongslaður í 14 dagar. Hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at kanna málið og dokumentera tað seinasta, sigur vaktleiðarin í politistøðini.

Løgreglan hevur nú funnið út av, hvør maðurin er, men hann noktar seg sekan í skuldsetingunum.