Serfrøðingarnir ivast ikki í, at harðskapurin fer at vinda enn meiri upp á seg, eftir at ísraelski herurin beindi fyri tveimum limum í Fatah-felagsskapinum týskvøldið. Teir báðir menninir sótu í einum bili, sum var á veg ígjøgnum býin Ramallah. Brádliga skjeyt ein ísraelsk stríðstyrla eina rakett eftir bilinum, sum fór í luftina. Annar av monnunum í bilinum var Muhamad Abu Halawa, sum slapp undan einari tilsvarandi ísraelskari atsókn seinasta heyst.
Vesturlendskir politikarar hava fleiri ferðir kallað hetta slagið av ísraelskum álopum beinleiðis avrættingar, og serfrøðingar vísa á, at hvørja ferð ísraelski herurin hevur framt eitt tílíkt álop, hava palestinsku hevndarálopini verið umfatandi.
Tilburðurin í Ramallah var bara ein av fleiri týsdagin. Stutt eftir klokkan tvey um náttina fór tann 20 gamli palestinin Ibrahim Hassouna inn á eina matstovu í Tel Aviv við maskinbyrsu síni. Tá avtornaði, lógu tríggir ísraelsmenn og Ibrahim sjálvur deyðir á gólvinum.
Eygleiðarar siga, at drápini í Ramallah og Tel Aviv eru úrslitið av einum vanstýrdum Miðeystri, har eitt hernaðarálop elvir til tað næsta, og har dráp altíð verður hevnt við drápi. Bara hesa seinastu vikuna hava meiri enn 60 palestinar og meiri enn 30 ísraelsmenn latið lív, og hóast tað hava báðir partar boðað frá, at teir fara at herða síni tiltøk. Ísraelski forsætisráðharrin hevur í hvussu er ongar ætlanir um at verða tann fyrri, sum slakar.
- Vit fara at leypa á palestinska sjálvsstýrið, til tað biður um grið, segði Ariel Sharon við Jerusalem Post týsdagin.
Veruligt kríggj
Fleiri viðurkendir Miðeysturserfrøðingar siga, at heldur ófriðurin fram, kann hann enda sum veruligt kríggj. Tað einasta, sum kann forða krígnum, er, at eitt ella annað óvæntað hendir, eitt nú at Yasser Arafat doyr, at Ariel Sharon verður koyrdur frá, ella at USA leggur fram eitt friðaruppskot, sum báðir partarnir taka undir við. Men serfrøðingarnir ásanna, at eingin av hesum møguleikunum er serliga sannlíkur.
- Eg veit ikki, hvussu leingi hetta kann standa við. Kanska seks mánaðir, kanska seks vikur ella kanska tvey ár. Men eg veit, at halda báðir partar á at herða tiltøkini, fer kreppan at enda sum veruligt kríggj, sigur professarin Khalil Shikaki, sum arbeiðir á einum granskingarstovni í Ramallah.
Ísraelski starvsbróður hansara, Yoram Meital, professari á Ben Gurion-stovninum í Negev, tekur undir við Khalil.
- Tað er týðiligt, at báðir partar eru til reiðar at rinda ein høgan prís fyri at halda fram við bardaganum og at herða hann, og tískil versnar kreppan. Eg havi eisini varhugan av, at hvørgin parturin dugir at síggja, hvussu kreppan skal loysast, uttan at onkur uttaneftir leggur uppí. Tað er ikki óhugsandi, at tað endar í veruligum kríggi, og tað er ein spurningur, um tað fer at bera til at savna altjóða stuðul til at forða tí, sigur ísraelski professarin.
Youran Meital heldur, at ST og ES kunnu virka við til at loysa kreppuna, men hesum er Khalil Shikaki ikki heilt samdur við honum í.
- ST? Hvar er ST, spyr hann. Tað er bara USA, sum hevur vald til at tryggja frið í Miðeystri. Men hugsa vit um tað, sum vit hava hoyrt úr Washington, so er lítið, sum bendir á, at nakað fer at henda, so leingi George W. Bush er forseti, sigur Khalil Shikaki.
- Eg fari fegin
Egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, sum í gjár hitti Bush í Washington, roynir at fáa Arafat og Sharon til Kairo at tingast. Tá Sharon varð spurdur, um hann er til reiðar at fara til Kairo, hevði hann eftir øllum at døma ikki gloymt avgerðina hjá ísraelsku stjórnini at byrgja Arafat inni í Ramallah.
- Eg fari fegin, men eg vænti, at Arafat verður forðaður í at fara, svaraði Sharon.