Effodeildin: Venjarin hjá ÍF, Albert Ellefsen væntar, at HB fer at dyrgja eftir tí eina stiginum, sum er nóg mikið hjá HB at staðfesta FM-heitið. Albert væntar, at tað verður varið spæl í byrjanini, men eitt mál kann sjálvandi lata upp fyri tí, tí tá verður annað liðið tvungið at spenna álopsbogan.
Albert Ellefsen hevur vónir um, at Dánjal á Lakjuni fer at halda longri í dystinum ímóti HB. Dánjal var sera eyðsýndur ímóti Víkingi, men mátti út, tá hann ikki orkaði meir.
Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Albert Ellefsen.