Hvalbingar vitjaðu um vikuskiftið B36, og annað vikuskiftið á rað mátti árstalsfelagið taka til takkar við teprum tapi. Sagt verður úr Gundadali, at størsti trupulleikin hjá B36 er, at teir í løtuni ikki hava [...] at skjóta seg upp á 2-0, áðrenn B36 fekk minkað um munin. Eftir steðgin kom einki mál, og so vóru enn trý stig á veg suður til Hvalbiar. FSV04 á talvuni Á Sandi hevði B71 vitjan av LÍF. Tað kundi líkst [...] Fótbóltur B68 og hini. Soleiðis ljóðaðu staðfestingarnar, áðrenn farið varð undir ársins útgávu av fótbóltslandskappingini í 2. deild, og tó at tað enn bert eru leikt tvey umfør, so hava toftamenn sjálvir
minutti, og eitt lítið korter seinni noyddist hann av vøllinum. Hann stóð ella lá skaddur, tá ið B36 javnaði. Í gjár roknaðu teir á Skála við, at álopsspælarin var vøddaskaddur, og so er lítið sannlíkt [...] enn at fáa mál í deyðbóltsstøðu, og so hevði fluktarin hjá Boga Gregersen í 1. hálvleiki at havt betri uppiborið enn at farið í stólpan og so framvið málstrikuni. Hvussu upplivdi tú teirra mál? - Vit hugsa [...] haldi, at hetta var einasta ferðin í øllum dystinum, at eg var orduliga frammanfyri miðjuna, og teir í B36 vóru framúr effektivir, tá ið teir fingu møguleikan. Ert tú nøgdur við úrslitið? - Tað er altíð keðiligt
B36 venjarin, Sigfríður Clementsen, var væl nøgdur við tað, hansara menn høvdu avrikað á Skála, og hann var væl nøgdur við úrslitið. - Vit vunnu eitt stig, og tað høvdu vit uppiborið. Teir høvdu onkran [...] onkran góðan málmøguleika, og Jákup mundi spælt okkum eitt puss, tá ið hann misti bóltin. Men teir fáa mál upp á óneyðugt fríspark hjá okkum, og tað var spell, tí vit høvdu tosað um, at teir eru vandamiklir [...] at skora hatta málið undir øllum umstøðum, og tað vil siga eisini, um teir ikki høvdu havt fingið mál. - Harafturat skal leggjast, at vit vóru ógvuliga skerdir á miðvøllinum. Eftir steðgin mistu vit Inga
ið liðini komu á vøllin eftir hvíldina, vóru B36 liðformaðurin, Pól Thorsteinsson, og miðvallarin Ingi Højsted ikki at síggja. Teir vóru báðir skaddir, og B36 venjarin hevði umskipað soleiðis, at Fróði [...] tað longri frammi var torført hjá teimum at spæla seg ígjøgnum tronga og trygga verjupartin hjá B36. Tá ið B36 fekk fatur á bóltinum var konseptið, at tað skuldi berast skjótt at. Fleiri ferðir royndu teir [...] bóltin afturum seg, men lukkutíð fyri hann og B36, so trillaði bólturin út til horna. Skála málið kom eftir óneyðugt fríspark heilt úti í vinstra verjuborði hjá B36. Fróði Benjaminsen tiltuskaði sær gult kort
fuglfirðingum, so vórðu í hinum fýra uppgerðunum skorað fýra mál! Í Klaksvík og í Vági skoraðu útiliðini hvør sítt mál, í Gøtu kom einki mál, og í toppuppgerðini á Skála endaði tað 1-1. Gongdin seinastu [...] hesa ferð. At málverjin er tryggur og dugnaligur hevur alstóran týdning. Tað kunnu eitt nú teir í B36 og ikki minst í TB skrivað undir uppá. ÍF smokkaði fullkomuliga saman, og tað verður ivaleyst tungt [...] heimadystir, og serliga tapið mikukvøldið fyri TB man svíða. Toppurin tann sami Í fjør vóru tað HB, B36 og Skála, sum fingu heiðursmerkini. Støðutalvan hesa ferð vísir, at tað eru somu feløg, sum eru á toppinum
kortini ikki at vinna sær nær til sama trýst, sum B36 hevði havt undan steðginum. Fremsta orsøkin til hetta mundu vera Mikkjal Thomassen og Ingi Højsted á B36-miðvøllinum, sum av fullum huga fóru heilhjartaðir [...] munandi meira tol í sínum spæli, og tí B36 við vindinum ímóti ikki fekk trýst seg eins langt niðaneftir. Eina langa løtu viðførdi hetta eisini, at spælið hjá serliga B36 kom at hanga betri saman. Nakrar ferðir [...] helst greiðar ábendingar um, at B36 í løtuni er betra boðið upp á ein komandi meistara, um hetta bara skal avgerast millum havnarliðini. Fyrst og fremst, so tóktist B36 í nógvar mátar at hava meira at
skránni soleiðis, at bæði B36 og HB skulu spæla á heimavølli. Talan verður um rættuligar toppuppgerðir. HB, sum er nummar tvey, skal spæla ímóti NSÍ, sum er nummar trý, og oddaliðið B36 skal spæla móti Skála [...] sær. Í fyrsta umfarinum endaði tað málleyst, tá ið B36 var á Sevmýri. Ta ferðina hevði TB fleiri stórar málmøguleikar, men Jákup Mikkelsen bjargaði B36. Og í Runavík var TB í triðja umfarinum á odda inntil [...] hevði sína ávirkan á leikligu avrikini sunnudagin, at einki mál kom. Tí kann tað væl hugsast, at talan verður um heilt øðrvisi uppgerðir hjá B36 og HB, tá ið tey í vikuskiftinum fara at fáa vitjan av ávikavíst
har AB hevði vitjan av B36. Og her eydnaðist árstalsfelagnum at fáa síni fyrstu stig. Ikki minst takkað verið Tummas Hans Rubeksen, sum skeyt øll trý málini, og tvær ferðir legði B36 framum, men í báðum førum [...] at koma upp aftur á javnt. Úrslitini um vikuskiftið vóru hesi B68-Royn8-0 (2-0) HB-Sumba5-2 (3-0) GÍ-B710-3 (0-2) LÍF-FSV040-3 (0-1) AB-B363-3 (1-2) [...] ikki tekin um, at talan skuldi gerast um somikið lemjandi stórsigur. B68 hevði greiða yvirvág, men leiðslan var kortini bara tvey mál, og so var kanska væntandi, at vertirnir bara koyrdu leiðsluna eftir
teir javnt á heimavølli ímóti B36, og so taptu teir í Runavík, áðrenn teir nú sunnudagin aftur fingu eitt stig ímóti B36. Tað var stórur munur á Skála avrikunum ímóti HB, B36 og so NSÍ. Hesir tríggir dystirnir [...] lið við seytjan stigum. Marginalirnir eru ofta smáir. Í fyrsta umfarinum vann NSÍ á B36 í Gundadali, og sunnudagin fær B36 aftur vitjan av NSÍ. Heima og úti Spurningurin er so, hvørji útlitini eru. Tíbetur [...] at teir skulu vísa, hvør dugurin er í teimum. B36 hevur bara eina ferð tapt. Tað var í fyrsta umfarinum, tá ið NSÍ vann 1-0 í Gundadali. Síðani hevur B36 verið ógvuliga støðugt. Teir liggja undir liðini
viðførinum. Fyrsta royndin at sleppa burturúr óførinum verður annan sunnudag, tá ið B36 fer at vitja á Vágseiði. Síðani B36 fyrr í vár vitjaði á Vágseiði og fór við øllum, hava vágbingar roynt seg fimm ferðir [...] eydnaðist tað VB at fáa mál ? fyri sættu ferð í ellivu landskappingardystum. Spenningur mest sum alla tíðina At VB bara ein minutt undan steðginum hevði minkað um munin til eitt mál bar við sær, at tað alla [...] undanfarnu umførunum. Teir kendu ikki sína vitjunartíð, tá ið teir høvdu stórar møguleikar at gera mál. Gongdin í sambandi við risa stóra VB møguleikan var tann, at Milan Kulic, sum áður hevur verið sera