2. deild
Ætlaða oddabrakið á Toftum gjørdist ongantíð til nakað brak. Til tað vístu toftamenn seg enn einaferð alt ov sterkar.
Ikki minni enn 8-0 gjørdist úrslitið av oddadystinum, og við hesum settu toftamenn eina feita striku undir, at tað var eitt stórt mistak og einki annað, tá teir í fjør mistu sessin í bestu deildini.
Fyri steðgin vóru tó ikki tekin um, at talan skuldi gerast um somikið lemjandi stórsigur. B68 hevði greiða yvirvág, men leiðslan var kortini bara tvey mál, og so var kanska væntandi, at vertirnir bara koyrdu leiðsluna eftir steðgin.
Men so var ikki. Ístaðin settu teir fulla ferð, og snøgt sagt trumlaðu hvalbingar niður. Seks ferðir afturat endaði bólturin í kassanum, og so var ikki nógv hjá hvalbingum at gera, annað enn at leggja leiðina heim aftur við ongum stigi.
Toftamenn eru hinvegin væl fyri. Teir hava við trimum sigrum livað upp til heitið sum favorittar at vinna deildina, og eitt gott mát fyri styrkina er helst at hyggja at málmuninum. Hesin sigur í øllum førum, at enn er einki mál farið ígjøgnum hjá toftamonnum.
Tætt um annað plássið
Hetta gav so øðrum liðum møguleika at ota seg upp móti oddinum, og trý lið tóku av hesum, soleiðis at hesi nú eru ájøvn Royn á stigatalvuni.
Í Havn hevði HB vitjan av Sumba, og her var yvirvágin alla tíðina greið. Stóran part av dystinum vórðu sumbingar trýstir langt aftur á vøllin, og tó at málini gjørdust nakað nógv, so kundi lítið setast á leiðsluna hjá HB. Fimm ferðir sendu teir reyð/svørtu bóltin í kassan, áðrenn Jón Pauli Olsen at enda fekk minkað nakað um munin, men tá var langt síðani avgjørt, hvar stigini skuldu fara.
Í Gøtu var B71 á vitjan, og eisini teir megnaðu at taka alt móti gøtumonnum, sum enn eru púra sørir. Gøtumenn settu sjálvir sandoyingarnar í gongd, tá teir gjørdu fyrsta málið við sjálvmáli, og síðani kundi Clayton Soares staðfesta sigurin við einum máli hvørju megin steðgin.
Og eisini FS Vágar 2004 megnaði at fáa fult burtur úr sínari ferð, tá teir vitjaðu í Leirvík. Eisini her skuldi sjálvmál til, áðrenn gestirnir komu ígongd, og so kundi Sonni Johansen staðfesta sigurin, sum av álvara tykist hava sett ferð á vágamenninar. Tað er annars merkisvert, at Sonni higartil er einasti spælarin hjá FSV, sum er komin á máltalvuna.
Seinasti dysturin hetta umfarið var á Argjum, har AB hevði vitjan av B36. Og her eydnaðist árstalsfelagnum at fáa síni fyrstu stig. Ikki minst takkað verið Tummas Hans Rubeksen, sum skeyt øll trý málini, og tvær ferðir legði B36 framum, men í báðum førum megnaði AB tó at koma upp aftur á javnt.
Úrslitini um vikuskiftið vóru hesi
B68-Royn8-0 (2-0)
HB-Sumba5-2 (3-0)
GÍ-B710-3 (0-2)
LÍF-FSV040-3 (0-1)
AB-B363-3 (1-2)










