Fótbóltur
B68 og hini. Soleiðis ljóðaðu staðfestingarnar, áðrenn farið varð undir ársins útgávu av fótbóltslandskappingini í 2. deild, og tó at tað enn bert eru leikt tvey umfør, so hava toftamenn sjálvir í øllum førum ikki avsannað hetta.
Leygardagin høvdu teir annað vikuskiftið á rað dyst móti havnarfelagi. Hesaferð var tað HB, sum kom inn á Toftir, og her gjørdist talan um tryggan sigur hjá B68. Sum skilst, so var talan í allar mátar um eitt sannførandi avrik, har HB ikki fekk teir stóru møguleikarnar, og har einki spurnartekin kundi setast við sigurin hjá heimaliðnum.
Royn fylgir við
Enn hava toftamenn so fylgi av Royn í oddastríðnum. Hvalbingar vitjaðu um vikuskiftið B36, og annað vikuskiftið á rað mátti árstalsfelagið taka til takkar við teprum tapi.
Sagt verður úr Gundadali, at størsti trupulleikin hjá B36 er, at teir í løtuni ikki hava nakran fastan mann at seta í málið, og at hetta hevur kostað í teimum báðum fyrstu dystunum.
Tað munnu hvalbingar tó ikki leggja tað stóra í. Serliga fyri steðgin royndu teir at trýsta, og tað eydnaðist teimum eisini at skjóta seg upp á 2-0, áðrenn B36 fekk minkað um munin. Eftir steðgin kom einki mál, og so vóru enn trý stig á veg suður til Hvalbiar.
FSV04 á talvuni
Á Sandi hevði B71 vitjan av LÍF. Tað kundi líkst einum dysti millum tvey lið, sum ætla at gera seg galdandi í ár, og eftir góða avrikið á Tvøroyri, fingu sandoyingarnir aftur hesaferð fult. Talan var tó um rokdyst, har ikki færri enn tríggir menn vórðu riknir av vølli.
Áðrenn hetta hevði B71 tó lagt seg væl og virðiliga á odda, og hóast teir bert vóru níggju mans seinastu løtuna, so var sigurin ongantíð í vanda.
Tað var hann heldur ikki í Sumba, tá GÍ vitjaði. Gøtumenn verða av mongum mettir sum niðurflytingarkandidatar, og Sumba hevði heldur ikki stórvegis trupulleikar av dystinum. Stóri maðurin í Sumba var Rene Thomsen, sum ikki færri enn fýra ferðir var á blettinum.
Seinasti dysturin var í Sandavági, har AB vitjaðði. Báðir partar verða mettir at hava møguleikan at gera seg galdandi í ár, og talan gjørdist eisini um eina tætta uppgerð.
Tað varð tó FS Vágar, sum dróg longra stráðið. Sonni Johansen gjørdi skjótt av, tá møguleikin beyðst, og so kundi heimaliðið dúva upp á kontrabólt. Tað gav tó ikki nakað beinleiðis úrslit frameftir, men teir megnaðu at halda argjamonnunum burturi, og tað fyrst og fremst hetta, sum denturin varð lagdur á.