Skálamenn vóru troyttir

Í gjár varð roknað við, at Skála málskjúttin varð so mikið vøddaskaddur mikukvøldið, og tað er lítið sannlíkt, at hann verður førur fyri at spæla mánadagin

Málskjúttin hjá Skála til 1-0 var Bogi Gregersen. Sjálvur segði hann eftir dystarlok, at hann líka sum kendi bóltin kitla høvdið, sum næstan er kokurakað! Iulian Florescu hevði sent fríspark innfyri.
Málið skoraði Bogi Gregersen í 67. minutti, og eitt lítið korter seinni noyddist hann av vøllinum. Hann stóð ella lá skaddur, tá ið B36 javnaði. Í gjár roknaðu teir á Skála við, at álopsspælarin var vøddaskaddur, og so er lítið sannlíkt, at hann verður førur fyri at spæla mánadagin, tá ið Skála skal til Runavíkar.
Skála liðformaðurin, Pauli G. Hansen, heldur, at tað sást á avrikinum hesa ferð, at nógvir dystir hava verið á skránni síðstu dagarnar:
- Vit vóru moyrir, og intensiteturin var ikki tann sami, sum tá ið vit spældu móti HB.
Hvussu við málunum?
-Vit megna eina ferð enn at fáa mál í deyðbóltsstøðu, og so hevði fluktarin hjá Boga Gregersen í 1. hálvleiki at havt betri uppiborið enn at farið í stólpan og so framvið málstrikuni.
Hvussu upplivdi tú teirra mál?
- Vit hugsa kanska ov nógv um at økja til 2-0 heldur enn at binda um tepru leiðsluna. Men tað liggur ikki til okkara at spæla verjukent. Tað er altíð vandamikið at missa á veg í álop. Tað var henda støðan undirstriking av. Eg haldi, at hetta var einasta ferðin í øllum dystinum, at eg var orduliga frammanfyri miðjuna, og teir í B36 vóru framúr effektivir, tá ið teir fingu møguleikan.
Ert tú nøgdur við úrslitið?
- Tað er altíð keðiligt at missa, tá ið tú hevur verið á odda. Vit høvdu bóltin meiri enn teir, og vit høvdu fleiri møguleikar, men síðstu løtuna vóru teir kanska meiri drúgvir, so eg haldi, at vit kunnu liva við einum stigi, sigur Pauli G. Hansen, liðformaður hjá Skála.