B36 dúvaði upp á síðstu løtuna

Sigfríður Clementsen var ikki ovfarin av, at tað síðstu løtuna eydnaðist hansara monnum at vera omaná, og hann heldur seg ikki kunna vera annað enn væl nøgdan

B36 venjarin, Sigfríður Clementsen, var væl nøgdur við tað, hansara menn høvdu avrikað á Skála, og hann var væl nøgdur við úrslitið.
- Vit vunnu eitt stig, og tað høvdu vit uppiborið. Teir høvdu onkran góðan málmøguleika, og Jákup mundi spælt okkum eitt puss, tá ið hann misti bóltin. Men teir fáa mál upp á óneyðugt fríspark hjá okkum, og tað var spell, tí vit høvdu tosað um, at teir eru vandamiklir í deyðbóltsstøðum.
Tit vóru varnir í útgangsstøðuni?
- Vit vóru greiðir yvir, at teir vóru moyrari enn vit, tí teir høvdu spælt hósdagin í síðstu viku, tá ið vit høvdu frí. Vit roknaðu við, at vit fóru at hava meiri orku til seinna partin av 2. hálvleiki, og soleiðis varð tað. Eg vænti, at vit høvdu verið førir fyri at skora hatta málið undir øllum umstøðum, og tað vil siga eisini, um teir ikki høvdu havt fingið mál.
- Harafturat skal leggjast, at vit vóru ógvuliga skerdir á miðvøllinum. Eftir steðgin mistu vit Inga Højsted, sum so at siga ikki ger mistøk, og Fróði noyddist eisini av miðvøllinum. Hetta rakti serliga meint, tá ið Mikkjal Thomassen ikki var við, tí hann var leikbannaður.
Hvussu verður við skaddu spælarnum?
- Eg veit ikki heilt. Vit mugu bíða og síggja, hvussu tað fer at taka seg upp. Ingi Højsted er plágaður av sama lítla vøddaskaða, sum ofta argaði, tá ið hann var í Arsenal, og tað er ikki greitt, um skaðin hjá Pól Thorsteinsson er vøddaskaði, ella um tað hevur við sjálvan liðin at gera, sigur Sigfríður Clementsen.