Hundrað ára gamal á botninum

VB misnýtti brotssparkið, tá ið teir høvdu møguleikan at fáa um endan á Skála, og so endaði tað heilt galið hjá vágbingum, sum grundlógardag hava 100 ára stovningardag

SKÁLA-VB

VB verður hundrað grundlógardag. Tað er nú sunnudagin 5. juni. Síðsta sunnudag varð staðfest, at stóra dagin verður VB at finna á afasta plássinum í bestu deildini. Tað varð greitt, eftir at vágbingar enn eina ferð løgdu rygg til tap. Hesa ferð var tað á Skála, har teir fyrr í vár megnaðu at vinna 1-0.
Hesa ferð var stóri trupulleikin hjá VB tann sami, sum hann so ofta hevur verið í undanfarnu umførunum. Teir kendu ikki sína vitjunartíð, tá ið teir høvdu stórar møguleikar at gera mál. Gongdin í sambandi við risa stóra VB møguleikan var tann, at Milan Kulic, sum áður hevur verið sera tryggur úr ellivu metrum, sendi brotsspark í stólpan aftanfyri Vlada Filipovic. Dómarin hevði peikað á ellivu metra blettin, eftir at Símun Samuelsen, sum í útgangsstøðuni var einsamallur á VB toppinum, var farin um koll í nærdysti við Skála miðverjan Rúna Rasmussen.
Í sekundunum eftir, at Milan Kulic hevði sent í stólpan, varð lagnan hjá VB á Skála meiri ella minni staðfest. Heimaliðið fór í skjótt mótálop, og meðan vágbingarnir sjálvandi iðraðu seg so miriliga um, at tað ikki hevði eydnast at javna til 1-1, varð innlegg lagt flatt úr høgru. Jónhard Frederiksberg og 300 dystar jubilarurin í VB málinum, Bjarni Johansen, royndu eftir bóltinum, uttan at tað eydnaðist teimum at fáa fatur á honum. Men tað eydnaðist hjá miðvallaranum í vinstru, Hanusi Thorleifsson, sum var komin framvið og stýrdi bóltinum í málið, og so var hálvur tími farin og 2-0 til heimaliðið.
Skála var omaná fyrstu løtuna, og landsliðsspælarin Jónhard Frederiksberg hevði beinanvegin stóran møguleika at gera mál, men tað kiksaði hjá honum. Tá ið eitt korter var farið, var tað Bogi Gregersen, sum setti hol á og harvið enn eina ferð vísti, at hann hevur ógvuliga gott tev at vera á rætta staðnum í júst røttu løtuni.
Eftir hornasparksinnlegg úr vinstru og nakrar ferðir aftur og fram í brotsteiginum eydnaðist tað Boga at seta bóltin í VB málið, og so var 1-0. Tá tóktist mótbrekkan longu tung hjá vágbingum, og hon gjørdist eyka brøtt, tá ið teir høvdu søplað brotsspark og mótstøðuliðið í snarálopi høvdu økt til 2-0.
Men hóast mótgongdina, og hóast tað hevur hilnast illa og teir vóru sperdir, so vístu vágbingar góðan moral, og tað tóktist vera endin á bjargingarlínuni, tá ið tað dygst undan steðginum eydnaðist teimum at minka um munin til 2-1. Hetta var lítla løtu eftir, at skálamenn høvdu verið noyddir at taka Bjarna Jørgensen av vøllinum.
Uppspælið var í vinstru. Spælt var til Milan Kulic, sum aftur spældi til Dan Djurhuus. Hann sendi góða skotroynd móti Skála málinum, og endiliga eydnaðist tað VB at fáa mál ? fyri sættu ferð í ellivu landskappingardystum.

Spenningur mest sum alla tíðina
At VB bara ein minutt undan steðginum hevði minkað um munin til eitt mál bar við sær, at tað alla tíðina í seinna umfarinum var spenningur í. Tað var tætt á miðvøllinum, har talan var um nógvar nærdystir, og dómarin kendi seg noyddan til ikki færri enn sjey ferðir at taka gula kortið úr lummanum.
Sum tíðin leið spenti VB álopsbogan alt meiri, og tað bar møguleikar í báðum endum við sær. VB trýsti fyri at javna, og skálamenn tóku seg aftur ella vórðu kroystir longri aftur á vøllin. Jónhard Frederiksberg var einsamallur á toppinum, og heimaliðið royndi við longum sendingum fram til hansara í vón um, at hann skuldi gera mál og harvið punktera uppgerðina. Arnhold Berg, sum í heyst var evni til verjuleiklut á landsliðnum, og sum ikki hevur spælt fótbólt í langa tíð orsaka av korssbandsskaða, var síðstu tjúgu minuttirnar á vøllinum í staðin fyri Boga Gregersen. Tað boðar væl frá, hvat tað var, sum tað snúði seg um hjá Skála.
VB var nær við og næstan, men tað var Skála, ið fekk málið, sum fýra minuttir undan dystarenda tók spenningin burtur og sum sendi VB á aftasta plássið.
Enn eina ferð var tað evnaríki Hanus Thorleifsson, sum hevur fingið nógva spælitíð í ár, sum var meistari fyri málinum. Hesa ferð var talan um fínt langskot uttanvert brotsteigarmarkið. 3-1 til Skála, sum styrkti um sína støðu á heiðursmerkjaplássinum, meðan vágbingar fóru til hús við 10. plássinum í viðførinum.
Fyrsta royndin at sleppa burturúr óførinum verður annan sunnudag, tá ið B36 fer at vitja á Vágseiði. Síðani B36 fyrr í vár vitjaði á Vágseiði og fór við øllum, hava vágbingar roynt seg fimm ferðir. Teir hava bara fingið stig á Eiði, har teir í evstu løtu mistu sigurin. Marginalirnir hava ikki verið við, kunnu teir á Vágseiði staðfesta, tá ið teir sunnudagin fara at minnast, at tað nú eru hundrað ár síðani, at VB varð stovnað.