10. UMFAR SAMANUM
Seinastu árini hava tey bæði stóru feløgini í Gundadali kappast um meistaraskapin, sum HB hevur vunnið trý tey seinastu árini. Tí mundu B36 og HB ivaleyst teljast millum størstu favorittarnar hjá teimum flestu undan kappingarbyrjan.
Í fyrsta triðinginum av kappingini var tað serliga HB, sum skinklaði, meðan t. d. ÍF og Skála saman við B36 runnu skjótt. Nú sjøtul er settur á næsta triðingin ella orduligu kappingina, um tað ber til at siga tað soleiðis, var bara neyðugt við einum umfari, áðrenn kappingin fekk tað skapið, sum tað frammanundan varð roknað við hon fór at fáa, og sum hon hevur havt tey seinnu árini.
HB og B36 eru fremst, og tað er einki óvæntað í, at tað saman við teimum báðum eru Skála, NSÍ og KÍ, sum mynda ovara partin av støðutalvuni, og at tað eru EB/Streymur, TB, ÍF, VB og GÍ, sum eru undir miðlinjuni.
Seinastu tríggjar ferðirnar hevur HB ikki tapt, og tað var bara ímóti B36, at teir ikki fingu fulla úrtøku. Hjá ÍF, sum legði bragdliga fyri og eitt skifti kjálkaðist upp ímóti oddasessinum, hevur gingið heilt illa. Teir hava einki stig fingið í trimum teimum seinastu umførunum, og teir hava skorað tvey mál, meðan mótstøðuliðini hava fingið bóltin tólv ferðir í ÍF málið. Soleiðis tykist tað ganga í tørnum. Eftir at teir í fimm royndum bara høvdu fingið eitt stig, hava klaksvíkingar í tveimum teimum seinastu royndunum fingið fult. Teir eru fimm stig frá oddasessinum, og fyri KÍ og klaksvikingar hevur tað sera nógv at siga, at fótbóltslagið er vorðið hópin betri, enn tað leingi var.
Í Runavík mugu teir staðfesta, at vitjanirnar í Gundadali hava verið kostnaðarmiklar, tá ið HB hevur verið mótstøðuliðið. Trý stig eru millum HB og NSÍ á støðutalvuni eftir tíggju umfør, og HB hevur vunnið seks av stigunum ímóti NSÍ. Um tað ikki hevði havt verið hatta framúr langskoti hjá Rúna Nolsøe í yvirtíðini í 2. umfari, sum bar 2-1 HB sigur við sær, so høvdu HB og NSÍ verið lið um lið við seytjan stigum. Marginalirnir eru ofta smáir.
Í fyrsta umfarinum vann NSÍ á B36 í Gundadali, og sunnudagin fær B36 aftur vitjan av NSÍ.
Heima og úti
Spurningurin er so, hvørji útlitini eru. Tíbetur skal tað spælast um stigini á vallunum. Tað verður ikki her á síðunum, at mál verða skotin, stig útlutað og heiðursmerki handað og niðurflytarar funnir. Men onkrar hissini staðfestingar kunnu gerast út frá tí, sum farið er.
Góða gongdin hjá HB seinastu ferðirnar hevur verið í Gundadali. HB hevur higartil ikki megnað at fingið stig aðra staðni enn á heimavøllinum, og einasta stigið so at siga á útivølli var tað, sum teir fingu í javnleikinum ímóti B36 fyri stórari viku síðani. Sunnudagin skulu meistararnir aftur á bygd. Tá stendur klasikkarin á Sevmýri á skránni, og tað kann gerast rættuliga áhugavert. Í HB eru fleiri ungir spælarar við at vinna fast pláss á liðnum, og tað verður á bygd, at teir skulu vísa, hvør dugurin er í teimum.
B36 hevur bara eina ferð tapt. Tað var í fyrsta umfarinum, tá ið NSÍ vann 1-0 í Gundadali. Síðani hevur B36 verið ógvuliga støðugt. Teir liggja undir liðini á HB á fremsta plássinum, og teir hava mist fleiri stig, tí teir fýra ferðir hava spælt javnt. Ein av javnleikunum var á Sevmýri, har B36 arnir vóru hepnir. Hinir javnleikirnir hava verið ímóti oddaliðunum ? ímóti HB og tvær ferðir ímóti Skála, sum B36 stóð seg betri ímóti á Skála, enn HB gjørdi. Meðan HB higartil hevur tapt hvørja ferð, teir hava verið á bygd, so hevur B36 enn ikki tapt á bygd.
Moyrir skálamenn
Sunnudagin var Skála í Gundadali. Teir søgdu seg vera farnar til Havnar eftir øllum stigunum, men teir mundu ivaleyst vera nøgdir við 1-1 ímóti B36.
Skála hevur í fýra teimum seinastu umførunum bara spælt ímóti teimum bestu. Teir løgdu fyri við at vinna á HB, so spældu teir javnt á heimavølli ímóti B36, og so taptu teir í Runavík, áðrenn teir nú sunnudagin aftur fingu eitt stig ímóti B36. Tað var stórur munur á Skála avrikunum ímóti HB, B36 og so NSÍ. Hesir tríggir dystirnir vórðu spældir í eina viku, og tað var týðuligt, at krevjandi skráin tardi meiri upp á kreftirnar á Skála, enn tær gjørdu í fleiri av hinum dystunum.
Eitt er, at mótstøðan allar ferðirnar var ógvuliga stór. Men víst hevur eisini verið á, at fyritreytirnar hjá Skála ikki hava verið so góðar. Tað var ikki fyrrenn einar tvær vikur undan kappingarbyrjan, at fólkið var tókt á Skála. Onkrir vóru upptiknir av hondbólti, og útlendingarnir komu ikki til landið fyrrenn stutt undan kappingarbyrjan. Hetta kostaði nógv í tøttu uppgerðunum og í Runavík vóru skálamenn ógvuliga moyrir.
Tað eiga at vera góðar fyritreytir fyri, at formkurvan á Skála fer at vísa rætta vegin næstu vikurnar. Fyrsta høvið at vísa, at teir eru á rættari leið, fáa skálamenn nú sunnudagin. Tá fáa teir vitjan av VB, sum í fimta umfarinum fór av Skála við øllum stigunum, eftir at teir høvdu vunnið 1-0. Síðani tá hevur VB í fimm royndum bara fingið eitt stig. Tað fingu teir á Eiði. Ofta hevur tað víst seg, at VB hevur trivist væl og kanska betri í Eysturoy, enn teir hava gjørt í Vági. Nú fáa teir nýggjan møguleika á Skála, har teir grunda yvir sannroyndina, at teir høvdu havt verið oddalið eftir tíggju tey fyrstu umførini, um teir høvdu havt vunnið á VB í fimta umfarinum.
Áhugavert umfar
Sunnudagin verður 11. umfarið á skránni, áðrenn kappingin fer at halda frí í vikuskiftinum, tá ið Sveis og Føroyar fara at spæla á Svangaskarði. Sunnudagin sær skráin rættuliga áhugaverd út. Umframt klassikaran á Sevmýri, har TB skal royna at reisa seg eftir størsta tapið yvirhøvur í ár, NSÍ vitjanina hjá B36 og VB vitjanina á Skála verður grannastríð í Gøtu, har ÍF fer at vitja, og KÍ skal norður á Mølina at vísa, at tað nú eru knotur í teimum, og at teir eru førir fyri at fáa frægari úrslit, enn teir fingu, tá ið EB/Streymur var í Klaksvík og vann 1-0.
GÍ er framvegis niðast, men tað er møguleiki fyri, at teir sunnudagin kunnu sleppa av plássinum, sum ber beinleiðis niðurflyting við sær. Fyrsta treytin er, at teir fáa stig og helst vinna á ÍF, og onnur treytin er, at VB einki fær við sær av Skála. Fyrsti triðingurin av kappingini var katastrofa fyri GÍ, og fyrsti triðingurin var góður hjá ÍF. Tað er greitt, at ÍF eisini eftir 11. umfarið fer at vera frammanfyri GÍ, men møguleiki er fyri, at munurin fer at tódna til tvey stig.
Eftir fleiri málfátøk umfør royndist 10. umfarið tað málríkasta higartil. 23 mál vóru skorað í fimm dystum ella í miðal næstan fimm í hvørji uppgerðini. Tað kemur sjáldan fyri, men kanska boðar hetta frá, at næsti triðingurin fer at verða málríkari, enn tann fyrsti var tað!