KÍ og VB skansarnir liggja í smildri

Meðan HB einki hevur megnað, tá ið teir hava verið á bygd, so tykist B36 ikki at hava stórvegis trupulleikar, tá ið teir eru uttanfyri høvuðsstaðin

Áttanda umfarið av teimum 27, sum hetta kappingarárið fevnir um, var avgreitt mikukvøldið, tá ið fótbóltsveðrið var so framúr gott, sum tað næstan ikki ber til at ímynda sær, at tað kann vera her á landi.
Umfarið var málfátækt. Verður sæð burtur frá HB stórsigrinum á heimavølli móti fuglfirðingum, so vórðu í hinum fýra uppgerðunum skorað fýra mál! Í Klaksvík og í Vági skoraðu útiliðini hvør sítt mál, í Gøtu kom einki mál, og í toppuppgerðini á Skála endaði tað 1-1.
Gongdin seinastu vikurnar varð staðfest mikukvøldið. Undantakið var í Gundadali. HB, sum skinklaði á Skála sunnudagin, vant burturúr ÍF. Í fyrra umfarinum reið um snarið. ÍF hevði bóltin nógv, men HB hevði stóra úrtøku, og ÍF leið eisini undir, at málverjin ikki var so heppin hesa ferð. At málverjin er tryggur og dugnaligur hevur alstóran týdning. Tað kunnu eitt nú teir í B36 og ikki minst í TB skrivað undir uppá.
ÍF smokkaði fullkomuliga saman, og tað verður ivaleyst tungt tak hjá Peturi Simonsen uppundir Hvítusunnuna at savna stubbarnar og at royna at pota sjálvsálitið aftur í sínar spælarar. Mótstøðuliðið 2. Hvítusunnudag, KÍ, tykist ikki so øgiligt.
Tá ið trý umfør vóru spæld, hevði KÍ fingið sjey stig. Teir høvdu vunnið móti HB í Klaksvík og GÍ í Gøtu, og so høvdu teir fingið javnleik á heimavølli móti VB. Tá varð tað mett sum meiri enn hálvur kiksari, at tað ikki fekst full úrtøka ímóti VB. Síðani hevur KÍ spælt fimm ferðir, og úrtøkan hevur verið eitt stig. Oddbjørn Joensen hevur havt um stýrisvølin í tvær ferðir 90 minuttir, og higartil hevur tað ikki eydnast KÍ at skjóta mál, síðani teir skiftu venjara.
KÍ er á áttanda plássinum. Mánadagin skulu teir spæla í Fuglafirði, og samstundis skulu EB/Streymur og VB, sum eisini eru millum tey, ið liggja lágt, hittast á Eiði, og GÍ skal spæla á Tvøroyri. Við sigrinum í Vági er TB klatrað fram á sætta plássið, og tað er framúr av uppflytara. Men marginalirnir eru smáir, og røðini í botninum kann 2. Hvítusunnudag skjótt broytast.
Merkisvert er tað, at KÍ hevur einki stig fingið tríggjar tær seinastu ferðirnar, teir hava verið á heimavølli. Teir hava tapt fyri trimum feløgum úr Eysturoy ? Skála, NSÍ og EB/Streymi. Merkisvert er tað eisini, at VB í teimum átta fyrstu umførunum tríggjar ferðir hevur tapt 1-0, og at teir báðir sigrarnir, sum teir hava vunnið, hava verið ímóti HB og Skála, sum eru topplið, og at teir eru vunnir við 1-0.
Á sama hátt sum hjá klaksvíkingum, so plaga vágbingar at vera stinnir á heimavølli. Tað hava teir ikki verið higartil. Sigurin á meistarunum úr HB var søtur, men teir hava tapt tríggjar heimadystir, og serliga tapið mikukvøldið fyri TB man svíða.

Toppurin tann sami
Í fjør vóru tað HB, B36 og Skála, sum fingu heiðursmerkini. Støðutalvan hesa ferð vísir, at tað eru somu feløg, sum eru á toppinum. Avrikini mikukvøldið vístu, at tey trý feløgini eru tey bestu. Undanfarnu árini hava B36 og HB kappast um meistaraskapin. HB er endað omaná ikki minst tí at teir í innanhýsis uppgerðunum millum grannarnar í Gundadali hava verið væl stinnari.
2. Hvítusunnudag verður grannastríð í Gundadali. Um B36 megnar at fáa stig frá HB hesa ferð og í teimum uppgerðunum, sum seinni í summar verða á skránni millum feløgini, so verða fyritreytirnar hjá teimum betri, enn tær hava verið undanfarnu árini.
Sambært støðutalvuni kundi tað tykst, sum at NSÍ ikki stóð seg væl, tá ið teir bara fingu eitt stig ímóti botnliðnum í Gøtu. Men hjá NSÍ hevur tað ofta verið torført í Gøtu, og hóast GÍ undan vitjanini av grannunum mikukvøldið bara høvdu fingið stig, tá ið teir vunnu 1-0 í Vági, so er NSÍ framvegis við í toppinum. Mánadagin fara teir at fáa vitjan av Skála, og um tað tá fer at eydnast NSÍ at fáa fulla úrtøku, so flyta teir upp um Skála og harvið fram á heiðursmerkjapláss.
Í løtuni er B36 oddalið. HB og Skála hava sama stigatal, og eftir stórsigurin á ÍF hevur HB væl betri málmun enn Skála. Men sambært reglunum er tað Skála, sum er á silvurplássinum og HB á bronsuplássinum. Reglurnar siga, at innanhýsis uppgerðirnar telja, áðrenn farið verður at hyggja at málmuninum. Sunnudagin var HB á Skála, og tá vunnu skálamenn 4-3.