Tað er eyðsýnt, at B36 hevur gott fólk. Men sjálvandi kennist tað aftur, tá ið tveir av lyklaspælarunum ikki eru førir fyri at spæla og báðir í senn mugu geva skarvin yvir.
Soleiðis var tað á dýrdarveðrinum á Skála mikukvøldið, har tað vóru heilt nógvir áskoðarar ? av Skála og úr Eysturoynni og eisini úr høvuðssta_num. Tá ið liðini komu á vøllin eftir hvíldina, vóru B36 liðformaðurin, Pól Thorsteinsson, og miðvallarin Ingi Højsted ikki at síggja. Teir vóru báðir skaddir, og B36 venjarin hevði umskipað soleiðis, at Fróði Benjaminsen var farin í miðverjuna, og Bárður H. Joensen og Levi Hannsen vóru nýggir á miðvøllinum.
Skála hevði verið eitt vet omaná í fyrra hálvleiki. Teir høvdu bóltin væl meiri, enn gestirnir høvdu. Orsøkin var ikki minst, at B36 einki hevði ímóti, at heimaliðið hevði bóltin á sínari hálvu. Allan Mørkøre var einsamallur á toppinum, og á miðvøllinum, har Ingi Højgaard og Klæmint Matras vóru stóru arbeiðsmenninir, var nógv fólk og tískil trongt.
Á heimaliðnum var Jónhard Frederiksberg einsamallur á toppinum, meðan Bogi Gregersen hevði útgangsstøðu frammarlaga á miðvøllinum og var skjótur fram á toppin, tá ið møguleikin stóðst.
Skála eigur nógvar tryggar bóltspælarar. Sjáldan í Føroyum sæst, at eitt lið kanska einar tjúgu ferðir megnar at flyta bóltin aftur og fram og úr borði og í borð, og at spælararnir hava sjálvsálit at spæla og ikki sparka, hóast teir eru eitt sindur trongdir. Tað gjørdu skálamenn ofta mikukvøldið, men so eigur at verða lagt afturat, at tað longri frammi var torført hjá teimum at spæla seg ígjøgnum tronga og trygga verjupartin hjá B36.
Tá ið B36 fekk fatur á bóltinum var konseptið, at tað skuldi berast skjótt at. Fleiri ferðir royndu teir við longum sendingum fram til Allan Mørkøre, og Bergur Midjord í høgru og Eyðun Højgaard í vinstru bjóðaðu seg til í borðunum fyri at stuðla einsamalla manninum á toppinum. Í 1. hálvleiki var tað einar tríggjar ferðir nær við og næstan, men B36 hevði onga vandamikla skotroynd móti Skála málinum.
Skála hevði tveir møguleikar, sum kundu havt borið mál við sær. Í fyrra førinum royndi Jónhard úr eitt sindur spískum, og í seinna førinum ? tað mundi vera besta álopið allar 90 minuttirnar ? heilfluktaði Bogi Gregersen eitt sindur úr høgru og í handaru stólparót, og so trillaði bólturin eftir málstrikuni aftanfyri Jákup Mikkelsen. Iulian Florescu hevði lagt fint innfyri, eftir at Jónhard Frederiksberg hevði sneitt tveir av og malið um seg sjálvan, áðrenn hann legði í borðið.
Skála løtan
Fyrra partin av seinna umfarinum var heimaliðið greitt omaná. B36 hevði eitt sindur ilt við at fóta sær, eftir at lyklaspælararnir vóru farnir av vøllinum. Skála tevjaði blóð, og teir gjørdust meiri álopssinnaðir. Bogi Gregersen fór fram á toppin, Pætur Dam Jacobsen gjørdist meiri álopskendur miðvallari, og B36 megnaði ikki at byrgja fyri so frammarlaga, sum teir høvdu gjørt tað í 1. hálvleiki.
Skála hevði onkrar møguleikar, men teir vóru ikki so stórir. Næst við at fáa mál vóru teir, tá ið annars tryggi Jákup Mikkelsen misti bóltin afturum seg, men lukkutíð fyri hann og B36, so trillaði bólturin út til horna.
Skála málið kom eftir óneyðugt fríspark heilt úti í vinstra verjuborði hjá B36. Fróði Benjaminsen tiltuskaði sær gult kort fyri at halda, Iulian Florescu sendi forargiliga innskrúvandi sending í brotsteigin, og tá ið Bogi Gregersen stakk seg fram og tóktist ætla at broyta kósina á bóltinum, so sigldi bólturin víðari í handara síðu av málinum. Bogi snittaði, men tað var ikki meiri enn tað.
B36 løtan
B36 tóktist eitt vet skelkað, men tað var oddaliði verdugt, at teir megnaðu so skjótt at vinna seg aftur. Óbi, sum ikki átti pláss millum teir fyrstu ellivu hesaferð, varð settur undir liðina á Allani Mørkøre, innskifti Levi Hannsen gjørdist eisini álopsspælari, og Fróði Benjaminsen slepti onkra ferðina í verjuni og fór framvið, og síðstu tjúgu minuttirnar var tað størri tyngd í gestunum, sum fluttu seg longri fram á vøllin.
B36 hevði onkrar skotroyndir, men tað var bara eina ferð, at teir høvdu upplagdan møguleika, og spurningurin er, um ta_ðyvirhøvur var upplagdur møguleiki, tá ið Allan Mørkøre úr spískum í vinstru og við vinstra beini sendi flatt í kassan. Skála málverjin var komin út ímóti, men hann tóktist hava mist orienteringina, tí málið var víðopið, og Allan legði bóltin mitt í málið.
Uppspælið til málið var long sending fram, eftir at B36 hevði vunnið bóltin frá skálamonnum, sum høvdu nógv fólk frammi. Innskifti Bárður H. Joensen vann bóltin, dróg til høgru og sendi diagonalt og langt og neyvt til Allan Mørkøre, sum dugdi væl at gera seg breiðan og at halda mótsstøðumenninar burtur, so hann fekk frið og náðir at smekka í málið.
So var tað B36, sum tóktist hava fingið blóð á tonna, og teir vóru framvið fyri at fáa sigursmálið. Men hvørgin parturin megnaði at spæla seg til upplagdar møguleikar, og so fóru allir partar nøgdir út aftur í summarveðrið.