in er afturgjald av goldnum borganum. Talan er um eina játtan á útreiðslusíðuni fyri veðhald, áljóðandi 1 millión krónur, í meðan inntøkusíðan er uppgjørd til 3,0 millónir krónur. ? Eykajáttanin er uppgjørd [...] hvørva. ? Ongin hevði væntað, at effektivu veðhaldini ein dag fóru at gerast ein lukrativ forrætning fyri hin føroyska landskassin. Soleiðis, sum ein í fyrsta umfari og eygnabragdi lesur eykafíggjarløgt [...] niðurstøðu enn hana, at her er ein rættilig kúvending farin fram. Máti skal vera við viðráki, nú tá ið effektivu veðhaldini eisini eru farin at renna inn í landskassan. Ein sólskinssøga, sum valla nakar
hann. Og tað er rætt. Einasta dag, hann roynir at verða í friði, er sunnudag. Ongantíð verið í himmiríki Faðir vár og ein Guðstænasta við hvørt er trúarlívið hjá Tommy. ? Eg hugsi um Guð, sum ein, ið til ber [...] ikki at terpa ? Tommy er ein eygagóður og fittur drongur. Men eisini ein næmingur, sum ikki kann konsentrera seg so longi í senn. Hann er hastigur, leypir ofta upp um har garðurin er lægstur. Tá ið vit arbeiða [...] hissini. Pápin er klaksvíkingur, men Tommy sigur seg ongan kenna í Klaksvík. Heimurin hjá Tommy er Nólsoy. Noyddur í skúla Fyrst á skránni á degnum er skúlagongdin. Skúlin í Nólsoy fær góð skoðsmál frá rokaranum
unum helst verið tann, at tilgongdin eisini hevur verið góð, og at hetta saman við egnari framleiðslu skuldi tryggja, at liðið fór at vera eins væl fyri hetta kappingarárið. Gekk sum væntað Sum so mundi [...] smoygdi sær inn um handara stólpa. Bólturin er rundur Sostatt gjørdist endaliga støðan 3-2 til ÍF, og hesin sigur var ikki eitt mál ov lítið. Tað stutta av tí langa er, at B36 leikararnir vórðu revsaðir, tí [...] plássið móti B68, og helst vóru tað ikki mong, sum høvdu væntað at so skuldi verða. Jú, fótbólturin er eins rundur í ár,sum hann altíð hevur borð orð fyri at vera. ÍF-B36 3-2 (0-2) 0-1 Jákup á Borg 0-2 Jákup
føðast. Nú er tað ikki fyrrapartur, men morgun, og vindeyguni eru víðopin. Yrkjarin sum guru Tað er vónleyst at siga stutt, hvat Guru er um, ella hvat hvør partur er um. Fyri ein heilt stóran part er evnið [...] kanska popp, so er tað løgið, sum heimurin í yrkingini er berur fyri lutir. Eingin lutur er konkretur. Uttan eina skrellispann, sum av onkrari høvuðskelda grund er grøn, og ein plastikkknív er onki í yrkingini [...] onkra kenslu at gera. Eins og í Eingin sól er til er kroppurin sjálvur ein av metaforum fyri kenslur. Hann nevnir húð, eygu og æðrar, tí tað er har, kenslurnar búgva og vísa seg. Guru er meira tom enn yrkingarnar
kláraði teg eisini sera væl. Tú visti akkurát, hvat tú skuldi gera, tá tú í summar bleiv liðug við skúlan. Einasta troyst, ein hevur í hesu sváru tíð, er at tú er komin heim til Jesus. Eg gleði meg at síggja [...] Tað er ógvuliga torført at byrja aftur í skúlanum, nú tú ikki longur er millum okk um. Tá hurðin gongur, hyggur man fyri at vita, um tú ikki kemur gangandi inn í floks stovuna. Tað kann ikki passa, at [...] tú, sum altíð var so smílandi og glað. Eg vil takka tær fyri trý góð vinaár. Eg fari at sakna teg ógvuliga nógv, men eg veit, at tú er komin til eitt betri stað. Friður verið yvir minninum um vinkonu mína
elefantar, tvs. risastór oljufelt í tí økinum, sum er við í 1. útbjóðing. Men hvat kann goyma seg undir basaltinum tess longur vestur man kemur er so ein annar spurningur. Hóast BP Amoco metir útbodna økið [...] vit koma. Men mest umráðandi er skjótast til ber at fáa staðfest, at oljufelt eru á føroyskum øki. Tá tað er gjørt, so verður støðan ein heilt onnur. Hóast Brian Mitchener er bjartskygdur heldur hann, at [...] milliardir tunnur av olju, sum ikki er nøkur stór nøgd, so kann hetta kortini verða byrjanin til nakað størri. Tað fer so at krevja betri tøkni til at síggja, hvat er undir tjúkku basaltfláunum tess longur
strilti at fáa summar almennar stovnar at gjalda yvirtíð, eins og gjaldið til eftirløn og lívstrygging er ein trupulleiki. Ingeborg Vinther heldur at tað er nógv fyri, at almennir stovnar betala upp í 8% til [...] endamál. Hetta er m.a. støðan hjá Toll- og Skatt í Vágum ? Samstundis ætla politikararnir at hækka sína egnu løn heili 70% í summum førum, sigur Ingeborg Vinther. Hon heldur, at tað er ov galið, at tey [...] Vinther, at tað var ein alsamt vaksandi trupulleiki, at almennir stovnar bróta sáttmálan, tí tað kemur oftari og oftari fyri. Hon heldur, at almennir stovnar skuldu heldur gingið undan sum góð fyridømi á fa
píkadekk, tá hugsa verður um hvussu hált tað mangan er, og allar brekkurnar vit hava? ? Tá hugsa verður um tryggleikan, er tað at siga, at um ísur er á vegnum, er trygt at koyra við píkum 20 til 30 dagar um árið [...] kanska 30 dagar við ísi og tá er trygt við píkum, men hinar 150 dagarnar koyrur tú á berum asfalti og gerst tá bremsulongdin dupult so long. Her er lætt at síggja hvat er tryggari, tí koyri eg við lamelldekkum [...] alt ov pyntaður. ?Tað sum vit havnardreingir kallaðu ein bygdabilur við nógvum strikum og ljósum. ?Vetrarnir blivu ein sonn marra fyri tann, sum átti ein penan bil, tú var noyddur at vaska einar tvær ferðir
forelskaður í. Hatta er ein sangur, sum eg eri stoltur av. Hvat er besti sangur, sum tú ikki hevur gjørt? - Í løtuni er tað... To make you see my love, haldi eg, at hann eitur. Hann er á nýggjastu útgávuni [...] lukkuligur Hvat er munurin millum keðiligasta orkestrið í Danmark og lukkuligasta bólkin í heiminum? - Munurin er tann mátin, sum tú uppfatar teg sjálvan. Annað heitið er meira beskeðið, meðan hitt er meira [...] Bob Dylan. Tað er ein ómetaliga vakur sangur. Býttisskapurin í tíðini Tað verður sagt um teg, at tú ert góður til at fáa eygað á býttisskapin í tíðini. Hvat er býttisligt í ár 2000? - Tað er til dømis tað
brúkast. Men tað, at vit taptu fyrsta steypadystin, er ikki gott, og tað skuldu vit ikki havt gjørt. Ja, eg veit ikki, hvat hendi har, men tað var í hvussu so er ikki gott. Men hvørjar vónir hevur tú so til árið [...] tómrúmini? ? Jú, tað er serliga í verjuni, at vit hava mist spælarar. Vit mistu jú Pól og Arnbjørn, og so er tað eitt sindur ivasamt, hvussu verður við Jens Kristian Hansen, so tað er serliga í verjuni, [...] vænti eg heilt nógv av. So er tað sjálvandi HB, sum altíð er við í toppinum, og B68 hevur eisini fingið nógv nýtt fólk, ella um man kann siga gamalt nýtt fólk innaftur, og tað er sera gott fólk, sum teir