Almennir stovnar eru blivnir herviligir at bróta sáttmálan við Føroya Arbeiðarafelag.
Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið segði formaðurin, Ingeborg Vinther, at tað var ein alsamt vaksandi trupulleiki, at almennir stovnar bróta sáttmálan, tí tað kemur oftari og oftari fyri.
Hon heldur, at almennir stovnar skuldu heldur gingið undan sum góð fyridømi á fakfelagsøkinum og gjørt sítt ítarsta fyri at havt skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.
Men tað gera teir ikki. Tí tvørtur ímóti taka mál seg javnan upp um almennir stovnar, sum bróta sáttmálan á ymsum økjum.
Ungir leiðarar verri
Ingeborg Vinther sigur, at hetta er ein nýggjur trupulleiki hjá Føroya Arbeiðarafelag, tí fyrr kom tað næstan ikki fyri almennir stovnar brutu sáttmálan.
Hon sigur, at hon dugir ikki rættiliga at siga.
?Møguliga hevur tað samband við politisku samgonguna sum situr, tí tað skerst ikki burtur, at trupulleikarnir eru nógv versnaðir tey seinastu árini.
Men hon heldur eisini, at hetta hevur samband við ættarliðsskiftið í almennum leiðarastørvum.
Tað tykist sum um teir yngru, væl útbúnu leiðararnir, sum eru komnir beint av skúlabonki í útlondum, og sum í dag yvirhøvur mynda teir almennu stovnarnir, eru nógv harðrendari at fáast við, enn teir gomlu, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tað tykist sum um teir sita hvør á sínum pávaveldið og stýra, uttan atlitið fyri teimum sáttmálum, sum eru galdandi á arbeiðsmarknaðinum.
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tað eru øll sløg av trupulleikum, sum taka seg upp ímillum almennar stovnar og Føroya Arbeiðarafelag.
? Eitt nú gongur tað strilti at fáa summar almennar stovnar at gjalda yvirtíð, eins og gjaldið til eftirløn og lívstrygging er ein trupulleiki.
Ingeborg Vinther heldur at tað er nógv fyri, at almennir stovnar betala upp í 8% til eftirløn og lívstrygging til summar bólkar í samfelagnum, men at teir samstundis ikki unna vaskikonum 3% til somu endamál.
Hetta er m.a. støðan hjá Toll- og Skatt í Vágum
? Samstundis ætla politikararnir at hækka sína egnu løn heili 70% í summum førum, sigur Ingeborg Vinther.
Hon heldur, at tað er ov galið, at tey skulu vera noydd til at stevna og leggja arbeiða niður fyri at almennir stovnar skulu geva verkafólki síni rættindi.
Hon leggur dent á, at tað er sera týdningarmikið, at fólk fylgja væl við at tey fáa síni rættindi og siga frá, tá ið almennir stovnar, einsvæl og privatir arbeiðsgevarar ikki vilja halda sáttmálan.










