Vanligar dagar er hann uppi um hálvgum átta tíðina. Men sáttmálatrætan á frálæruøkinum hevur við sær, at hann í morgun lovar sær at liggja ein tíma longur.
Tommy Andreasen er fjúrtan ára gamal, føddur 9. november 1985. Hann gongur í Nólsoyar Skúla. Men hann er ongin vanligur skúladrongur. Tað sæst longu inni á kamarinum, tá ið vit purra hann út hendan týsmorgunin.
Millum russiskar vimplar á bróstinum hanga samuraisvør, hvalvákn, sóknarongul og myndir av Harley Davidson og Manchester United. Á gólvinum standa seyðastavur og gittari. Og hillarnar eru á tremur við tómum Viskifløskum av tí fínara slagnum, Five Star Old Smugler, Whyte Mackayes og His Eminences Choise.
Tommy býr hjá mommuni og pápanum í býlinginum, Nýggjagarði, í Nólsoy, og er elstur av trimum systkjum. Systrarnar báðar eru níggju og fimm ára gamlar. Foreldur eru Poli og Jóhanna. Í bygdini hevur Tommy bæði ommu, abba og langommu og langabba.
? Okkurt av tí er nøkur og hálvfems, sigur Tommy so hissini.
Pápin er klaksvíkingur, men Tommy sigur seg ongan kenna í Klaksvík. Heimurin hjá Tommy er Nólsoy.
Noyddur í skúla
Fyrst á skránni á degnum er skúlagongdin. Skúlin í Nólsoy fær góð skoðsmál frá rokaranum í áttanda flokki. Men viðhvørt kann tað vera eitt sindur leiðiligt at síggja andlitini á somu lærarum, hvønn morgum. Og í roynd og veru tímir Tommy illa at ganga í skúla. Hann vil heldur arbeiða.
? Eg hevði viljað hildið upp at í áttanda og so farið at lært til elektromekanikara. Men eg skal ganga nígginda, sigur Tommy, ið metir seg sjálvan vera ein meðalnæming. Hann fær vanliga sjey- og áttatøl. Tað er hann nøgdur við.
Heimaarbeiði ger hann altíð. Annars kemur hann illa fyri morgunin eftir og verður revsaður við referatskriving.
Pápin arbeiðir harðast
? Tey eru okey, heldur Tommy fyri, tá ið hann verður spurdur um foreldrini. Pápin er sjómaður; siglir við vaktarskipinum, Gormi. Momman arbeiðir sum skrivstovukona hjá Tummasi Dam í Havn.
? Tey eru eitt sindur strong, haldi eg. Serliga við skúlanum. Tey vilja hava meg at fáa betur karakterir. Helst tíggjutøl, tí tað gevur meira møguleikar.
Í hugaheimi Tommy, er tað pápin, ið arbeiðir meira enn momman. Hann heldur tað vera harðari arbeiði at vera til skips, enn at sita á skrivstovu og trýsta á knappaborðið.
Men, tað ið momman ger í heiminum, tá ið pápin er burtur, er tað ikki arbeiði?
? Jú, men tað er ikki so hart...
Annars heldur sonurin, at hann sleppur at gera tað hann hevur hug til. Hóast tey grenja eitt sindur viðhvørt.
? Serliga tá ið eg eri seinur til húsa um kvøldarnar, sigur hann.
Foreldrini eru ikki tey einastu, ið arbeiða heima. Eisini Tommy tekur eina hond í.
? Tá ið babba ikki er heima, og okkurt fer, so geri eg tað aftur, sum eg dugi. Koma septiktangamenninir, so eri tað eg, ið gravi frá. Ella loysnar okkurt, so má eg negla tað fast aftur, leggur hann afturat.
Fyrimyndir og politikkur
Fyrimyndirnar kunnu vera so mangar, tá ið ein er fjúrtan ára gamal. Men Tommy hevur ikki nógvar. Hvørki hetjur sum Ova Joensen, sála, ella pápan, Pola.
? Pápin siglur, og bara eg síggi sjógvin, so spíggi eg. Tá ið Ritan er í tungari aldu er heilt galið.
? Ovi er bestemt ikki nøkur fyrimynd hjá mær. Hann var ein maður, sum allir aðrir, og annars minnist eg hann ikki; eg var bara eitt ár.
Eisini politikarir eru luft fyri Tommy.
? Um teir doyggja ella liva; tað er líkamikið fyri meg. Eg tími bara ikki at lurta eftir hasum fjasinum og kjarrinum hjá teimum...
Um góð trý ár hevur Tommy valrætt. Men hvar hansara krossur endar, veit hann ikki. Og hann veit heldur ikki, hvønn foreldrini velja.
Um fullar tingmenn hevur hann lítið at siga.
? Eg las okkurt um tað, men eg haldi, at tað munnu teir um. Tey, sum hava hug at blanda seg upp í tað, munnu gera tað; eg geri tað so ikki. Og fullveldi er líka mikið fyri meg. Nólsoyggin flytur seg so ongan veg!
Nei, Tommy hevur ongar hetjur. Men hann lurtar og lúrir av fólk, ið gera okkurt sjónligt til nyttu.
Í skúri
Tá ið ein kjansur er, fer Tommy í egningarskúrin, ið hoyrir til útróðrarbátin, Anniku. Hann fær 90 krónur fyri stampin. Og hann klárar einar tríggjar um dagin. Egnt verður við kúvfiski, kúvingi og høgguslokki. Undir egningini royna teir gomlu at arbeiða upp á unga drongin. Teir skjóta hann við hansara áhuga í neytum:
? Hann skal vera nýggjur tarvur í bygdini. Yvirtaka tarvajobbið, sigur ein av teimum eldru argandi.
Tú skalt ikki vera erkvisin, skalt tú egna í Nólsoy. Teir gomlu arga við øllum teir kunnu.
? Fáa teir ein kjans, so taka teir hann, men eg skjóti aftur, og so halda teir gák eina løtu, sigur Tommy turrisliga.
Arging rínur ikki við Tommy. Hann hevur eitt endamál við egningin. Í summar skal hann keypa sær eina teldu fyri egningarkrónurnar.
Og hóast teir eldru í egningarskúrinum prøva drongin av, er greitt, at teir hava virðing fyri honum. Sambært teir eldru, er torført at fáa unglingarnar til arbeiðis. Men Tommy halda teir vera óvanliga raskan. Hann lorar ikki, og tað fer greitt út hjá honum eisini.
Sambært Tommy er fiskiskapurin vánaligur.
- Seinast høvdu teir 700 pund við 20 stampum. Tað er einki. Men hendan dagin høvdu teir bara 300 pund við 21 stampum. Og ein annar bátur fekk 23 fiskar við átta stampum...
Tommy hevur onkuntíð vinin, Høgna, við sær í skúrin. Men Tommy fýlist á, at javnaldrarnir tíma betur at hyggja í sjónvarp ella ganga og mala í skotunum.
Ganga og tøva
Meiningin við lívinum er einføld í hugaheiminum hjá Tommy. At hava tað stuttligt og gera okkurt til nyttu.
? Og tað munnu fólk sjálvi um. Dámar onkrum at ganga fyri onki, so má hann um tað, heldur Tommy, og leggur afturat, at teir eru heldur mangir, ið ikki arbeiða.
? Teir ganga her og tøva. Onkuntíð verða teir bidnir at koma út at egna, men teir vilja ikki, tí so missar teir av pensiónini. Eisini okkurt ungt er ímillum, sum saktans kundi egnt, veit Tommy at siga.
Onga gentu...í løtuni
Eftir øllum at døma hevur Tommy so nógv at tríva í, at hann ikki hevur stundir til at fáast við forelskilsi. Hóast hann viðgongur, at áhugin fyri hinum kyninum er vaknaður, og okkurt longu hevur verið, sigur hann, at hann onga dámu hevur í løtuni,
? Her er einki í Nólsoy; alt er líka býtt og ljótt...
Spurdur, um hann ikki hevur verið í Havn og lodda dýpið er hann skjótur at svara:
? Eg tími ikki til Havnar. Har er einki at gera. Fari eg yvir um, so er tað til at keypa mær eykalutir til prutlið, ikki til at leita eftir gentum.
Ná, so tær dámar best at ganga í Nólsoy og mala?
Nei, eg mali ikki. Eg geri altíð okkurt til nyttu, rættar hann.
Og tað er rætt. Einasta dag, hann roynir at verða í friði, er sunnudag.
Ongantíð verið í himmiríki
Faðir vár og ein Guðstænasta við hvørt er trúarlívið hjá Tommy.
? Eg hugsi um Guð, sum ein, ið til ber at biðja til, sigur Tommy, sum eisini kann senda nøkur bønarorð upp í hválvið, tá ið illa gongst í hond.
? Men tað er ólukksáliga sjáldan...
Guð heldur hann vera góður við so gott sum øll. Og deyðan hugsar hann ikki stórvegis um:
? Tá rokni eg við, at mann kemur upp har onkusteðs, sigur hann, men ger vart við, at tú noyðist at trúgva upp á Hann fyri at sleppa í Himmiríkið.
Og er trúgv einasti máti at sleppa upp har?
? Tað veit eg ikki; eg havi ongantíð verið har...
Sambært Tommy hoyra tey trúgvandi í Nólsoy til kirkjuna, og tað heldur hann vera frægast.
? Tvey skaðadýr eru ikki í Nólsoy, baptistar og rotta, sigur hann, sum eitt vaksið, ið longu er væl inni í føroyskum trúarstríði.
Men onkur gudloysingur er eisini í oynni. Hesar skýrir Tommy idiotar.
? Hesin, sum eg kenni, gongur og rópar, at Guð er idiot. Men eg sigi einki við hann. Tað rakar ikki meg, sigur Tommy, sum heldur vil arbeiða. Eisini tá ið dagur fer at líða.
Tá fer drongurin í fjósið.
Fastur mjólkari
Fýra mjólkneyt eru í fjósinum heima á Botni. Hvørt kvøld eftir nátturða, fer Tommy at mjólka. Hann er ikki í ætt við bóndan, men mjólkar av áhuga. Lønin er mjólk, upplivingar og lærdómur.
? Eg fari bara. Og tað dámar bóndanum væl, staðfestir hann áðrenn hann setir seg at mjólka.
? Mjólkar tú hesi her, so fært tú eitt gypp, sigur hann og peikar í dintilin á trý ára gomlu kúnni innast í fjósinum.
? Hattar er púra svakt. Nertir tú boppurnar, so verður galið...
Sambært bóndanum, Trúgva Joensen, ið eigur neytini, er Tommy hugagóður. Bóndin heldur tað vera gott at síggja teir ungu taka við.
Gittari og trummur
Ikki bert júgrini í Nólsoy verða mýkt millum fingarnar á honum. Tommy togar eisini av og á í streingirnar á gittarinum. Trummurnar dugir hann longu heilt væl at leika á, men nú er gittarin fremstur í huga.
? Trummurnar lærdi eg meg sjálvur at spæla upp á, og tað, sum eg dugi upp á gittaran, havi eg eisini lært meg sjálvur. Tann tónleik, sum eg spæli sjálvur, dámar mær ikki. Men allan nýggjan tónleik, sum ikki er gjørdur á teldu. Tað skulu vera ordilig instrumentir, skal eg tíma at lurta eftir tí. Nógv er óbrúkiligt, sigur Tommy.
Havi smakkað brennivín
Hann er bert fjúrtan. Men vit kunnu ikki bara okkum. Vit spyrja um brennivín. Og enn hevur Tommy ikki kent til. Hann kennir smakkin av brennivíni, men enn hevur hann ongar ætlanir um at royna eina kenning. Heima hava tey náttúrligt og ódramatiskt samband við rúsandi løg.
? Pápin letur ikki brennivínið standa frammi, men ølið stendur frammi. Og ongin nertir tað kortini. Eg tími ikki at drekka, leggur Tommy dent á.
Hann roykir heldur ikki. Bert á nýttárinum. Pápin roykir, men bert út ígjøgnum køksgluggan...
Tíðaravmarkað bygdarlív
Tað, sum er serliga gott við at búgva á bygd er sambært Tommy, at ongin løgregla er í oynni.
? Her kann mann koyra prutl, sum mann vil. Mann er fríari enn í Havn, heldur Tommy, ið fyribils onki hevur ímóti at verða kallaður eitt bygdarfrell.
Men hóast grundfestur í Nólsoynna, veit Tommy, at hann kanska ikki verður búgvandi í oynni. Ein nýggjur spenningur er við at taka seg upp í huganum: Heimurin uttan fyri Nólsoynna! Komandi ár ætlar hann sær at fara undir lesturin til elektromekanikara, og tað verður so ikki í Nólsoynni.
Møguleikarnir í Nólsoy eru avmarkaðir, tá ið áhugin er av tekniskum slagi.
? Eg elski at manerera við sovorðið. Serliga dynamoir. Eg kenni ein mann í smiðjuni á alistøðini. Og tá ið okkurt gongur fyri hjá teimum, fái eg tað. Men tá ið eg havi pilkað við tað eina tíð, so fer tað í skrell...
Lærarin: Tímir ikki at terpa
? Tommy er ein eygagóður og fittur drongur. Men eisini ein næmingur, sum ikki kann konsentrera seg so longi í senn. Hann er hastigur, leypir ofta upp um har garðurin er lægstur. Tá ið vit arbeiða við ávísari ætlan, hevur hann eitt sindur ringt við at fordjúpa seg, tá ið talan er um okkurt lesifakligt.
? Men tá okkurt praktiskt er fyri, t.d. við at lýsa Nólsoynna í eini vetrarmynd; gera ein ferðafólkafilm við tónleiki og øllum; tá er hann undangongumaður. So sleppur hann út á Borðuna at taka myndir. Tá hendir nakað. Hetta er hansara sterka síða.
- Honum dámar eisini at fáa smáar álitisuppgávur. Hann er skapandi - heilt vist - á sín hátt. Sleppur hann í smíðstovuna, so bóltar hann sær. Tónleik hevur hann roynt, men hann tímir ikki at terpa. Ein fittur og sjáldsamur næmingur. Sum lærari fært tú mótspæl, tí tað er ikki alt, hann tímir.
Vinmaðurin: Tómt uttan Tommy
? Tommy og eg egna saman. Hann kann vera fittur tá ið hann vil. Hann arbeiðir við øllum, simpulten. Men eg bara egni saman við honum. Hann tosar sera nógv. Men eg biði hann tiga, tá ið tað verður ov vilt. Men hann tigur ikki. Tað hoyrir til, at hann brúkar seg eitt sindur.
? Tað er ikki altíð, at eg tími at egna, men hann roynir at toga meg við. Hann tímir altíð. Sigi eg, at eg ikki tími, so kallar hann meg ein dovnan-eg-veit-ikki-hvat. So sigi eg, okey, so komi eg meðni. Tað hevði verið tómt við ongum Tommy.