- Eg skilji, hvat hann segði. Hann segði, at eg síggi fullkomiliga láturligur út á myndini, sum hann tók av mær.
Steffen Brandt blandar seg uppí, tá myndamaðurin á føroyskum greiðir frá, hvørjar myndir hann hevur tikið, áðrenn interviewið við oddamannin í keðiligasta orkestrinum í Danmark skal byrja.
45 ára gamli Århusbúgvin hevur síðani ársskiftið 1980/81 verið sangari, komponistur og tónleikari í poppbólkinum TV2, sum hevði konsert í Havn seinasta vikukskiftið.
Teir hava givið 15 fløgur út seinastu 20 árini, og millum hesar útgávur eru fleiri stórseljarar og ein øgrynna av hittum.
Maðurin, sum altíð er klæddurí svørt klæði, ger fegin viðmerkingar til samfelagsgongdina, tíðina og tað, sum fólk eru upptikin av. Hann sigst duga væl at skera inn á bein í heitum málum, og hann er virdur fyri sínar bersøgnu og ironisku vendingar.
Pallurin er svimjihøllin í Havn, høvið er fyrsta Føroya-vitjanin hjá TV2 í átta ár, og Steffen Brandt er enn eina ferð í sentrum.
Næstan lukkuligur
Hvat er munurin millum keðiligasta orkestrið í Danmark og lukkuligasta bólkin í heiminum?
- Munurin er tann mátin, sum tú uppfatar teg sjálvan. Annað heitið er meira beskeðið, meðan hitt er meira útvent og útfarandi. Vit hava kallað okkum Danmarks keðiligasta orkestur, men á nýggju liveplátuni hava vit valt heitið Heimsins lukkuligasti bólkur. Kanska skal tað skiljast soleiðis, at tú skalt helst duga bæðini tingini. Eg havi einki ímóti, at vit eru eitt sindur beskeðnir, so leingi sum vit ikki eru ov lítillætnir. Tí bar tað saktans til at kalla okkum heimsins lukkuligasta bólk, samstundis sum vit er keðiligir.
Nær ert tú næstan lukkuligur?
- Tað er til dømis, tá vit komu til Føroya í gjár, og vit fóru av flogvøllinum og til Havnar. Eg havi ikki verið her í eini átta ár, men eg kenni landslagið aftur, og tá vit soleiðis eru á veg til eina konsert, har onkur gjarna vil hava okkum at spæla, tá eri eg næstan lukkuligur.
Veist tú, tá tú hevur skrivað eitt hitt?
- Ja, tað veit eg. Eg veit ikki, hvussu eg skrivi tað, men tá eg eri liðugur við eitt hitt, so veit eg tað. Tað er trupult at siga, hvussu stórt tað verður, og tað ber eisini til at skriva 100 sangir, uttan at gera nakað hitt. Men tá tað er skrivað, so veit eg tað.
Hvør er besti sangurin, tú hevur skrivað?
- Í løtuni haldi eg, at tað er Der går min klasselærer. Tað ber til at taka hann fyri ein vanligan poppsang, men hann hevur eisini eina dýpd, sum eg ikki var greiðir yvir, tá eg skrivaði hann. Nú síggi eg, at hann rúmar nógvari sorg. Tað er jú ein syrgiliga søga um ein lærara, sum verður forelskaður í einum studentaskúlanæmingi. Men soleiðis er veruliga lívið, við hvørt verða fólk forelskað í onkrum, sum tað bara ikki letur seg gera at verða forelskaður í. Hatta er ein sangur, sum eg eri stoltur av.
Hvat er besti sangur, sum tú ikki hevur gjørt?
- Í løtuni er tað... To make you see my love, haldi eg, at hann eitur. Hann er á nýggjastu útgávuni hjá Bob Dylan. Tað er ein ómetaliga vakur sangur.
Býttisskapurin í tíðini
Tað verður sagt um teg, at tú ert góður til at fáa eygað á býttisskapin í tíðini. Hvat er býttisligt í ár 2000?
- Tað er til dømis tað, sum fer fram millum Danmark og Føroyar í løtuni. Tað er óneyðugt. Tað eiga vit - sum ein ávísur statsministari eina ferð tók til - at gera betur. Soleiðis haldi eg ikki, at samráðingarnar eiga at fara fram.
Hvat er galið við tí?
- Tað verður ikki løgd nóg stór orka í at semjast. Um annar parturin, aftaná 600 ár saman, vil ganga sína egnu leið, so er tað skyldan hjá honum at siga tað. Júst sum í einum hjúnarlagi. Tað kunnu vera nakrar ørsøkir til hetta, og so eigur tað at bera til at loysa málið á ein meira vaksnan hátt, so tað framhaldandi fer at bera til at hava eitt samband við hvønn annan. Tað er gott at vita, at hin parturin er har, um tað er okkurt áfatt, heldur enn at skapa eina fíggindaliga mynd av hvørjum øðrum.
- Tað skulu tveir partar til ein góðan kopp av kaffi. Og soleiðis er tað eisini í hesum málinum. Eg vil ikki taka dagar ímillum, hvør hevur skuldina, men eg komi úr Danmark, og nógvir danir halda, at hetta málið er blivið í so ógvusligt. Tí haldi eg, TV2 kanska kann mekla eitt sindur við at geva fólki eitt gott kvøld í kvøld.
Hvussu langa skiftistíð hevði TV2 givið føroyingum?
- Vit hava øll brúk fyri skiftistíð, tá vit standa frammanfyri einari nýggjari tíð. Stóð tað til mín, skuldu samráðingarnar byrja av nýggjum, og so skuldu vit spurt hvør annan, hvusu kunnu vit hjálpa hvørjum øðrum, og hvussu fáa vit tað besta burturúr. Tað ljóðar góðvarði, men tað hevði verið betur at gjørt tað.
- Poul Nyrup Rasmussen hevur við hvørt brúk fyri at koma útsagnum, sum tað er eitt sindur av góðsi í. Til dømis tá hann sigur við føroyingar, at hann fer ikki at góðtaka alt. Men tað er bara skeivt at gera tað, áðrenn nakrar samráðingar eru byrjaðar.
Mælir til eina hoyring
millum listafólk
Kundi tú hugsa tær at sloppið av við Føroyar?
- Føroyar eru ikki nakað, sum eg gjarna vil av við. Men tað er eingin natúrlóg, sum sigur, at Føroyar og Danmark hoyra saman. Tað eigur at bera til at finna út av, hvussu vit gera tað besta samstarvið millum tvey umráði, sum hava havt so stóran týdning fyri hvørt annað í nógv hundrað ár.
- Eg fari at geva Anfinni Kallsberg rætt í, at hetta eru samráðingar, sum skulu førast yvir eina longri tíð, og tí er tað óhóskandi, at kjakið skal fara fram sum yvirskriftir í bløðunum. Í eini yvirskrift liggur ein einfalding av veruleikanum. Men hetta er ikki ein fótbóltsdystur millum Føroyar og Danmark, og tí ber tað ikki til at siga fantastiskt ella mál. Tað eru ongar hetjur ella skurkar í hesum málinum.
Hvussu kann málið fáa eina betri viðgerð?
- Tað hevði borið til, at fingið onnur fólk við í kjakið. Tað kundi til dømis verið gjørt gjøgnum eina hoyring, har føroysk og donsk listafólk tosaðu um sambandið millum Føroyar og Danmark. Tað verða brúktir so nógvir pengar og orka upp á alskyns tiltøk, so tað hevði verið skilagott at gjørt eina slíka hoyring, sum kundi givið eina betri ábending um, hvat tað er, sum rørist í fólkinum.
- Yrkjarar, rithøvundar og onnur listafólk eru ofta tey, sum liva av at seta orð á tankar og kenslur hjá fólki. Og kanska kundu vit komið fram til, at vit veruliga hava týdning fyri hvønn annan, og at tað ikki ber til at fara við slíkum sambandi, sum gjørt var undir fyrstu samráðingunum.
At skriva um Føroyar
Sjálvt um tað er hent nógv millum Føroyar og Danmark seinastu 10 árini, og tú vanliga skrivar um tað, sum fer fram í samfelagnum, so hevur tú ongantíð skrivað nakað um Føroyar. Hví?
- Um hetta er byrjanin til, at vit koma at vitja her oftari, og vit fáa møguleika at síggja eitt sindur av landinum, so kann tað væl verða, at eg fari at skriva um Føroyar. Vit vóru her tvær ferðir í byrjanini av 90?unum, og vit vóru við at blíva glaðir fyri at ferðast higar, men so varð kassin stongdur. Kreppan kom, og tá var ikki stórur hugur at fáa okkum hendan vegin. Nógvir stórir rithøvundar hava fingið íblástur í Føroyum, so hví kann ein lítil rithøvundur ikki eisini fáa tað...
Hevur tú roynt at sloppið tær undan at skriva um Føroyar higartil?
- Nei, tað havi eg ikki. Tað er bara so trupult hjá mær at gjøgnumskoða tað, sum fer fram millum Føroyar og Danmark. Eg veit framvegis ikki, hvat bankamálið veruliga snýr seg um, og eg skilji kanska ikki heilt loysingarynskið hjá føroyingum. Tá eg ikki skilji tað, og ikki kann seta ítøkilig orð á tað, ber ikki til at yrkja um tað.
Hvat hevði tú skrivað um, um tú skrivaði ein sang um Føroyar?
- Mínar royndir siga, at skal eg skriva ein sang um nakað, sum ger intrykk á meg, skal eg fyrst seta meg betur inn í føroysk viðurskiftið, til dømis við at vitja aftur her. Og skuldi eg skriva ein sang um Føroyar, skuldi tað verið, tá eg kom heimaftur, tí tá hevði eg verið greiðir yvir, hvat hevði gjørt inntrykk á meg.
Ein gomul súkkla
Nær gjørdi tú seinast nakað býtt?
- Kanska geri eg nakað býtt, nú eg siti og úttali meg um politisk viðurskifti. Men eg kann ikki lata vera. Tað er møguliga býtt at blanda seg uppí, men tað er møguliga eisini býtt at lata vera. Tað er helst gott fyri samfelagið, at fólk blanda seg uppí tað politiska kjakið.
Hvat skulu vit við kjarnorku?
- Ja.... tað var ein sangur, sum eg eina ferð skrivaði, og sum eg ikki eri so glaður fyri í dag. Boðskapurin var í so fýrkantaður. Men vit fingu so ongantíð kjarnorku í Danmark...
Dámar tú at úttala teg?
- Eg havi einki ímóti tí, tá tað formar seg sum ein samtala, sum í hesum førði, og um eg merki, at eg komi víðari við tí, sum eg meini. Mær dámar væl at lesa um hvat fólk, sum eg havi virðing fyri, halda og meina, og tað ber ikki til at vera ósamdur við nakran, um onkur ikki fyrst hevur eina meining.
Kundi tú hugsa tær at sitið á Viby Torv við ein gulløl?
- Tað er ein ræðumynd, tí tað eru fólk í mínum aldri sum sita har. Tað gekk ov skjótt fyri tey. Krøvini eru stór í okkara nýmótans samfelag, tú skalt helst kunna spæla allar leiklutirnar í senn. Tað eru fólk í Danmark, sum ikki klára at liva upp til tað, og nøkur av teimum sita á Viby Torv við eini gulløl og sumpa.
Hvussu gomul er súkklan hjá tær?
- Hon er minst 15 ár. Eg keypti hana, tá TV2 rættiliga fekk vind í seglini. Eg hugsaði, at eg skuldi keypa mær eina góða súkklu, og hon er í grundini so góð, at hon heldur fram at verða góð. Men nú ætli eg at keypa mær eina nýggja...










