Guru - Ummæli av yrkingingini hjá Petur Jensen

?[Tá] summarið byrjar aftur, brotnar eitt stórt egg í himli, og sólin føðist av nýggjum. Ein lítil maðkur skrædnar í moldini og út kemur ein summarfuglur. Hann líkist vindinum og sóljunum, og bara tann, sum blundar, sleppur at halda honum. Hini eygleiða hann eina lítla løtu, og so, tá tú skalt taka hann, flýgur hann burtur. Eisini tá er hann vakur, yvir tí grøna grasinum, og tú hómar blátt og gult allastaðni runt um hann[_]?

Líka sum tað ber til at fanga sær ein firvald og goyma hann, ber til at fanga yrkingina og missa vakurleikan burtur. Tú kanst greina yrkingina væl, men flogið er vekk. Men eftirsum Guru er ein góð, og ov fá hætta sær at lesa hana, fari eg at siga nøkur hundrað orð um hana.


Sundurbýtingin

av yrkingini

Bókin Guru hjá Petur Jensen er ein yrking, prentað á 52 síðum. Perman er ljósareyð við gyltum bókstøvum. Hetta kann benda á popp, kitch og lívsgleða materialismu, og blandað við orðið guru, legst helst upp til, at vit hava við ein flipputan profet at gera.

Guru er býtt sundur í 52 brot, men hon er eisini býtt sundur í fimm partar. Upprunaliga heitið á yrkingini var 52. Hetta talið kann fáa okkum at hugsa um vikurnar í árinum, soleiðis at hetta er eitt árscyklus. Kanska kirkjuárið hjá lærisveininum, hon er skrivað til. Sundurbýtingin í fimm er fyrst hesir fýra partarnir:


Fyrrapartur - TRILVAN

Seinnapartur - SKYGNI

Kvøldseta - ANDSØGN

Nátt - SÁL


Her er yrkingin ein dagur, sum tosar um lívið sum eina gerandistilveru. Fyrrapartur er tað prosaiska heitið fyri tað meir poetiska morgun(?). Seinasti partur eitur Morgun - KÆRLEIKI. Tá er gamla lívið farið, og eitt nýtt byrjað. Lívskvørnin, sum sá út til at mala okkum í ørviti, brotnar, og nú kann okkurt nýtt føðast. Nú er tað ikki fyrrapartur, men morgun, og vindeyguni eru víðopin.


Yrkjarin sum guru

Tað er vónleyst at siga stutt, hvat Guru er um, ella hvat hvør partur er um. Fyri ein heilt stóran part er evnið, hvussu tað kennist at vera menniskja; hvussu tað upplivist.

Tema er, at ein lærari/guru sigur einum tú í yrkingini, hvørja leið hann skal fara. Hetta skal ikki skiljast bókstavliga, men heldur sum ein sjónleikur, har Petur letur seg í sum guru og sigur lesaranum, hvar eydnan býr. Hann heilsar Bono, sangaranum í U2, í takkarrøðu síni aftast í bókini, og tað kann vera tí, at Bono hevur lært hann at spæla guru. Bono spældi á konsertunum í 1993 ein glataður poppguru, sum kallaði seg MacPhisto og tosaði annaðhvørt sum ein einsamøll poppstjørna, ein lívstroyttur djevul ella ein lættsloppin postmodernistiskur poppprofetur.

Heilsanin til Bono kann eisini vera, at Bono lærdi Petur at lúra Prædikaran í Bíbliuni av. Bono sigur sjálvur, at innihaldið í bæði Achtung Baby (1991), Zooropa (1993) og Pop (1997) er sum tað hjá Prædikaranum: ein roynd at fevna um lívið og vita, hvussu langt heimanífrá tú kanst fara, áðrenn tú varnast, at verðin gevur ikki, sum hon bjóðar. Líka sum bæði Prædikarin og Bono, so vísir Guru eisini á eitt nýtt lív í javnvág og trúgv á Gud í seinasta parti.


Mál og samanhangur

Petur yrkir her sum fyrr í óbundnum málið. Rím og rútma eru tilvildarlig. Rímið er fyri tað mesta alliterativt (rím í hjáljóði), og tað er serliga tey bleytu ljóðini, sum ríma. Hetta ger málið flótandi og fær reglurnar at taka hvør í aðra, so at samanhangurin, sum annars er í yrkingini, verður styrktur. Í hesum brotinum er tað s, n og m og so eisini a- og o-ljóðini:


og savnar sær

saman orð

til royndir ið

ongan veg

koma


Aftrat ríminum og málinum annars er tað sundurbýtingin, sum fyrst og fremst fær yrkingina at hanga saman. Gongdin frá morgni til morgunin eftir skapir eina óveruliga kronologi, sum tó gevur fatan av, at tíðin gongur. Einasta niðurlagið er, at summi brot enda við setninginum nú leka vit. Tað er ymiskt, hvussu stórt millumrúm er niður til hendan setningin, og tað útskilir hesi orðini frá restini av yrkingini og gevur okkum eina reyða striku at ganga eftir.

Tað er so nógv, sum lekur í yrkingini, og tí ljóða hesi orðini aftur alla tíðina, um tú lurtar væl eftir. Til dømis tá hann yrkir um kropsvætu, so sum blóð og tár, men eisini regn og dropar og kenslur osfr.

Stórur partur av heildarmyndini liggur í myndamálinum. Yrkingin er fullkomiliga ruddað fyri veruligar persónar, støð og lutir. Hesi hava altíð fyrst og fremst myndarliga merking. Støð eru t. d. oyðimørk, dreymur og landslag og sjáldan nakað meira konkret enn tað. Luftin er fylt við oysregni, mjørka, náttarljósi, támi, skýming osfr, og tað er alt mynd av sálarstøðuni. Persónar traðka heilt stutt inn á pallin, og teir eita Judas, Eva, Sisyfos, Jesus og tú. Eingin av teimum ger nakað, so at her eru eingir aktørar sum so. Tú kanst í besta føri spegla tínar egnu gerðir og kenslur í teimum.

Hugsa vit um, at perman signalerar kitch og kanska popp, so er tað løgið, sum heimurin í yrkingini er berur fyri lutir. Eingin lutur er konkretur. Uttan eina skrellispann, sum av onkrari høvuðskelda grund er grøn, og ein plastikkknív er onki í yrkingini, sum ikki fyrst og fremst hevur við sálina ella onkra kenslu at gera. Eins og í Eingin sól er til er kroppurin sjálvur ein av metaforum fyri kenslur. Hann nevnir húð, eygu og æðrar, tí tað er har, kenslurnar búgva og vísa seg.

Guru er meira tom enn yrkingarnar í Ongin sól er til. Í tí savninum gjørdi Petur nógv burtur úr at bróta málið og máliskur. Tann tónin undirstrikaði, hvussu møðsamt tað kann vera at hoyra lívshjólini mala, tá alt bara ljóðar sum rutina og ein umbering fyri tómleika. Hendan yrkingin er meira jarðbundin. Her er deyði, men eingin grøv; her er Judas, men eingin glatan sum so. Evnið er ikki dýpdirnar í lívinum, men meira hvussu tað er at vera menniskja ?undir sólini.? Ein roynd at finna stevið. Tað undirstrikast eisini í einum setningi, sum innrammar yrkingina: minst / til at liva / áðrenn tú doyrt. Lívið her er ikki so átrokandi sum í hinum søvnunum, og røddin í Guru letur sær skjótari siga. Tað, sum røddin í Ongin sól er til helst hevði flent eftir, dugir hendan røddin at troysta seg við.


Gjøgnumgond

av yrkingini

Fyrsta brot, Fyrrapartur - TRILVAN, er um at fara út í verðina. Persónurin, sum yrkjarin tosar við, er nývaknaður og skal út í ein tilvildarligan og líkasælan dag:


nú byrjar

dagurin við

eini ódroymdari

og kanska eisini

líkasælari

rørslu


Yrkingin er ikki ein søga, men tó er tað ein ferð gjøgnum lívið (ella dagin ella heimin), sum verður lýst. Næsta brot (lýsi) handlar um at vera ein alternativur pílagrímur, sum skal avdúka seg sjálvan.

Í broti (7) verður borið við, at lívið skal droymast úr gróti:


gakk spakuliga

út í ein harðan dreym

ið rennur úr føðing tíni

sum enn bløðir navn

títt út yvir alt

landslag okkara


Lívið byrjar her við einum hørðum dreymi, sum vit traðka inn í. Sum útgangsstøði er tilveran ikki løtt. Fyrsti partur endar í tómleika:


renn alla tíðina

inntil onki stað

er eftir at sakna

og ongin vilji

er at trilva við


Hetta ekkóar tónan frá Ongin sól er til. Málið er beint fram, lívið er hart, og menniskjan vesæl. Fyrst renna vit, men tað endar altíð, og byrjar ofta, við trilvan.

Annað brot, Seinnapartur - SKYGNI, tosar í heitinum um hádag og ljós, men her byrjar veruliga pínan, sum lívið ber:


tú ert

tín egni dagur

tú verður

eitt kámt skap

av támi

eina løtu

inni í ljósinum


Her er lívsjáttan at hóma, tí persónurin er veruliga til og í ljósinum, men tú ert tín egni dagur talar um isolatión ella einsemi, og eitt kámt skap at támi talar fyri seg. Og so pínan:


allir liðir

í kroppinum

gerast skríggj

sum bert

ein kroppur

kann vera tað


Á hesum stadiinum er lívið ein leikur um gloymdar / royndir og / tømd eygu. Eyguni er tømd, antin tí tey eru liðug at gráta, ella tí tey hava onki innanfyri. Sálin er deyð, og lívið, sum higartil er livað, er gloymt og hevur onki kastað av sær. Síðani biður hann lesaran royna at halda seg til ta deyðu fjøldina, men sjálvur heldur hann seg burtur, tí tað einasta, hon dugir, er at taka einsemið frá honum.

Sum nakað nýtt í yrkingunum hjá Petur er vónin ein konstantur møguleiki (legg annars til merkis, hvussu heitini á hinum báðum yrkingasøvnunum ljóða aftur í hesum brotinum):


sóla tær

í dropunum

ið líkjast

lyftunum um

komandi vónir (13)


Lívið í yrkingini er eitt kenslulív. Pílagrímurin sigur ikki, hvar hann hevur verið, men hvat hann hevur følt. Kenslurnar verða sum oftast nevndar við sínum rætta navni: svartsemi, einsemi, vón, sorgblídni, heimloysi og kenslur. Og tær halda til í hjartanum og æðrunum. Her verður náðileyst lagt á allar kenslur, sum koma inn í hjarta.

Yrkingin er mest sálarfrøðislig, men fyrstu metafysisku hugsanina síggja vit í (15):


kanska vit

ongantíð vóru

ætlað at skula

síggja okkum

sjálv


Í hesum yrkingarbrotinum verður Eva nevnd. Hon var tann, sum sá seg sjálva, nevniliga skommina og nakinleikan. Yrkingarnar hjá Petur hava altíð verið ein aggressiv skotríð av spurningum til sín sjálvs. Her spyr yrkjarin, hvørs rødd tað enn er, um sjálvskoðan ikki er ein partur av tí fallinum, sum ger lívið so fløkt og fallið. Brot (20) endar óhugnaliga skemtandi:


og vit gerast

eldri við tíðini

og følna

skjótari enn

blómurnar

altíð


Evnið í 3. parti av yrkingini, Kvøldseta - ANDSØGN, er forholdið millum veruleikan og orðini, veruleikin verður latin í. Trupulleikin er, at málið ger skilnað millum veruleika og veruleikafatan. Vit hava eitt navn, kenslurnar fáa navn, sjúkurnar fáa navn, og hendingar verða bólkaðar og umskapaðar til tíðindi og søgur, og alt er tað bara orð. Evnið í fleiri brotum er, at vit skulu venda aftur til orðini, sum vit hava sagt. Tað er eitt ynski um at leita aftur um nøvnini og setningarnar fyri at finna veruleikan aftur. Tá yrkjarin so kemur til brot (29), og triði partur er um at vera liðugur, sigur hann:


hetta er

søgan um

eitt lív


Altso er frástøða millum lívið og orðini, sum verða søgd um lívið. Og frástøðan tvífaldast, tá hann sigur:


spæl við

í einum sjónleiki

um at spæla

sjónleik


Og sjálvandi er vandi fyri at yvirspæla seg sjálvan. Tað kann vera merkingin av hesum:


skrála navn títt

undir vatni

so at tað kann

ljóða djúpari

og sannari


Á botn og uppaftur

Í 4. parti koma vit á botn. Vit hitta beinan veg ein sjálvmordara, sum vit eisini kenna frá Ongin sól er til. Sjálvmorðið sum møguleiki er avmyndað í at keypa sær ein revolvara (keyp tær ein /revolvara). Hetta er afturljóð frá Kurt Cobain, sum kærdi seg um, at hann ikki átti nakra byrsu, helst tí hann ætlaði at gera av við seg. Men hjá Petur er Judas ímyndin av sjálvmordaranum, og gerðin er fast bundin til syndina og ella skommina. Men sjálvmorðið her er ikki bókstaviligt, men heldur eitt víðgongt punkt at skoða veruleikan út frá.

Hann skundar sær frá sjálvmorðinum og byrjar alla leitan av nýggjum (34). Hann biður okkum doypa seg Sisyfos, um vit hava hug til tað. Sisyfos var dømdur til í ævir at rulla ein stein niðan á eitt fjall í deyðaríkinum. At hann her samanber seg við Sisyfos, sigur okkum, at hann kanska er púra glataður, men ger av ikki at gevast við royndini at finna tað, sum krevst.

Restin av fjórða parti, Nátt - SÁL, er ein viðurkenning av, at vit eru ikki petti frægari enn hvørki Judas ella Sisyfos: vit kundu sagt alt betri ... játta teg sekan í øllum ... og longu her byrja signalini um eitt betri lív, og heitini í restini av 4. parti eru fyrigeving, roynd, gleði, við og gongd.

Seinasti partur, Morgun - KÆRLEIKI, er ein lýsing av nýggja lívinum, sum yrkjarin lýsir tað. Men hetta er hvørki eitt ævigt friðarríki ella nakar himmal sum so. Tað er ikki umstøðurnar hjá sálini, sum gera tað nýggja lívið, men tað nýggja lívið er, at sálin hevur fingið nýggjar kenslur, nýggjar hugsanir og nýggjan frið. Í (42) er tað vón til Gud. Í (43) er tað góð heimaráð um eina tilveru í javnvág: um at ætla sær, um at tora at liva, lurta eftir góðum ráðum og seta spurningar. Í (45) er tað gleði og kæti, og í (48) er tað friður. Men nøkur irritatiónsmoment er ímillum, sum siga, at blóð / úr speglinum / flýtur inn / í hjartað og (51):


dagur

flákrar aftur

sínar vilstu kenslur

inn í okkum


Hetta ljóðar meira sum Ongin sól er til, men hóast alt er tað dagur, og tað stendur onki um, at hesar kenlsurnar eru so ræðuligar. Bara at tær eru vilstar og flákra. Helst er hetta fyri at siga, at kenslulívið verður ongantíð liðugt, men tað ber til at ?hava tað? á einari leið, tí samstundis syngur lívið tær kvirrar vøgguvísur (51).


Endi

Henda grein hevur verið ein roynd lýsa eina fatan av yrkingini Guru. Sumt ljóðar sum gitingar, og er tað kanska, men okkurt hevur Petur sjálvur váttað. Men hann er tann fyrsti at viðganga, at ein yrking er ein yrking, og tað er ikki nógv at gera við tað.