Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av norði og landnyrðingi. Góðir møguleikar fyri sól, men eisini támut veður okkurt skifti. Hitin millum 8 og 11 stig, tó møguliga upp í 15 stig í støðum. Veðrið fríggjadagin: [...] byrja við andøvsgul upp í ein strúk av eystri, sum minkar móti endanum av vikuskiftinum. Skýggjað og møguliga sirm ella regn av og á. Hitin fyri tað mesta millum 10 og 13 stig. Í gjár: Eitt hátrýst, 1025 [...] til Bretsku oyggjarnar liggur næstan stilt og viknar spakuliga. Í dag: Eitt lágtrýst yvir Baltisku londunum fer fyrst norður eftir, seinni í ein útsynning móti Danmark og lýggj luft rekur inn yvir Føroyar
Ongland og Holland vera mótstøðulondini, tá U19-landsliðið við dreingjum seinni í hesum mánaðinum fer á venjingarlegu í Spania, boðar Fótbóltssambandið frá. Sigfríður Skaale Clementsen, venjari hjá U1 [...] U19-landsliðnum við dreingjum, hevur sent boð eftir 20 spælarum til venjingarlegu í Pinatar í Spania, sum verður frá 19. til 27. september. Umframt venjingar, skal føroyska liðið eisini spæla tríggjar v [...] mánadagin 26. september er mótstøðuliðið Holland. Allir dystirnar verða á Pinatar Arena í Pinatar, sum liggur í landsynningshorninum av Spania. Hópurin: Dánjal Danielsen, AB Carl Mikkelsen, B36 Marius
Bogi Gregersen og Jónhard Frederiksberg halda fram komandi kappingarár, og alt í alt tykist formaðurin í felagnum, Hans Jákup Anderasen, at hava hampuliga góðar vónir. - Enn eru vit so ikki komnir heilt [...] slíkum máli, so tykist nevndin í felagnum at arbeiða miðvíst, soleiðis at hópurin kann vera klárur so tíðliga, sum tað ber til. Tað er greitt, at Iulian Florescu ikki verður í felagnum komandi kappingarár [...] r, men fyri stuttum varð staðfest, at hinir útlendingarnir allir verða í felagnum. Og teir verða í øllum førum ikki einsamallir um hetta. Skála hevur nevnliga eisini tryggjað sær undirskriftina hjá Bjarna
sterkt lið. - Tað er einki at ivast í, at teir verða ógvuliga drúgvir. Teir hava menn sum Fróða á miðjuni, Pól í verjuni og Jákup í málinum, og tá ið teir koma ordiliga í gongd, verða teir truplir at steðga [...] sær úr Gundadali 2. páskadag, men sambært Jens Martin Knudsen er liðið hjá runavíkingum styrkt í mun til í fjør. - Vit hava styrkt álopið, nú Christian Høgni er komin, og tað gevur okkum fleiri møguleikar [...] ið kann røkja fleiri pláss, og tað styrkir eisini um liðið. Men eg haldi, at tað fyrst og fremst er í álopinum, at vit hava verið ov tunnir seinnu árini, men nú sær betur út, heldur Jens Martin Knudsen
Grækarismessa Í dag er 12. mars og sostatt er grækarismessa. Í dag er nevniliga dagurin, tá ið tjaldrið, tjóðfuglur okkara, formliga kemur til landið og tann dagurin verður hátíðarhildin kring alt landið [...] sindur meiri burturúr, enn tey plagdu. Í ár eru tað kappróðrarfelagið á Tvøroyri og felagið Naddoddur, sum skipa fyri haldinum. Og tað byrjar alt samalt klokkan 17.30 í dag við kappróðrarneystið. Har verða [...] at at vera við í tiltakinum. Gamlir rógvarar hjá kappróðrarfelagnum á Tvøroyri og gentumanningin á Firvaldi, fara siðani at rógva, saman við Nadoddi og teimum báðum vágsbátunum, vestur í neystið hjá Naddoddi
Víkingur skoraði 3-2 sigursmálið. Tvíburarnir Elias og Hans Jákup Lervig, sum í fjør vóru nógv á besta Víkingaliðnum, spældu báðir allan dystin í dag á tamb. Rói H. Olsen hjá EB/Streymi spældi bara fyrra [...] EB/Streymur er nýtt lið í næstbestu deildini. Fyrsta royndin var seinnapartin uppi á Brekku í Leirvík, har teir næstbestu hjá Víkingi tóku ímóti. Talan var um málríka uppgerð. Víkingur vann 3-2 eftir [...] Víkingi. Heimaliðið var frammanfyri 2-0. Fyrsta málið skoraði Noah Mneney í átjanda minutti, og Elias J. Lervig økti til 2-0 í 26. minutti. Spenningurin varð kveiktur aftur, tá ið ein hálvur tími var farin
annað plássið í SMS-deildini við einum tryggum 19-12 sigri á H71 í høllini á Hálsi. Longu í steðginum setti Neistin tingini uppá pláss. Tá 30 minuttir vóru spældir var Neistin á odda heili 14-5. Í morgin spæla [...] spæla VÍF og Kyndil í høllini í Vestmanna. Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1. Dysturin byrjar klokkan 14. Neistin: Sofia Søberg 7, Marjun Danberg 3, Stina Madsen 2, Fríða á Dunga 2, Anna Clementsen [...] Durita Toftum 3, Eva Barba Arge 2, Marita Mortensen 2, Tórhalla Thorsteinsdóttir 1. VÍF er oddalið í SMS-deildini við 20 stigum. Neistin er nummar tvey við 15 stigum. H71 hevur 14 stig og Kyndil hevur
Hóast Sambandsflokkurin í Tórshavnar kommunu av heilum hjarta tekur undir við og hevur samtykt útbyggingina av Tórshavnar havn uttan fyri molan í Havn, so tekur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi fl [...] floksformaður og løgmaður – og fyrrverandi býráðslimur í Havn, ikki undir við ætlanini. Hann hevði heldur viljað havt nýggja havn á Sundi. – Hevði sum borgari í okkara kommunu ynskt, at Tórshavnar kommuna hugsaði [...] Olsen – atkvøddu fyri. Tað hevur ljóðað, at fólk í Sambandsflokkinum hava viljað havt Kaj Leo Holm Johannesen at stilla upp til býrðasvalið. Men við in.fo í gjár segði hann, at hann ikki stillar upp til
Týsklandi verður spældur í kvøld klokkan 17:30 á Tórsvølli. Føroysku venjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze, hava sett navn á teir ellivu, sum byrja dystin hjá Føroyum í kvøld. Í mun til dystin móti [...] liðnum í mun til dystin ímóti Finnlandi. Teir avloysa Elias Rasmussen, Poul N. Mikkelsen, Haraldur R. Højgaard og Meinhard Olsen. Teir ellivu sum byrja fyri Føroyar eru: Í mál: Fríði Sigurðsson (ÍF) Í verjuni [...] Føroyska U-21 landsliðið skal í kvøld av álvara standa sína roynd. Týska U-21 landsliðið, sum hevur nógvar profilar á liðnum, kemur nevniliga á vitjan. Millum kendu nøvnini á týska U-21 landsliðnum kunnu
áðnum, so hevur talan verið um eitt gott fíggjarligt ár hjá elfelagnum higartil í 2015. Mett var í fjør, at elfelagið í 2015 fór at kunna vísa á eitt rakstraravlop á 37,2 milliónir krónur, men nú 2015 [...] hjá SEV í morgun. Fyrivarni verður tó tikið fyri, at avlopið verður møguliga nakað minni, men metir SEV ikki, at avlopið verður minni enn 85 milliónir krónur. Nevndarformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen [...] Lauritsen, vísti í síni frágreiðing á, at tað serliga eru lægri útreiðslurnar til oljukostnað, ið er orsøkin til góða rakstraravlopið. Oljuútreiðslurnar fyri 2015 eru mettar at vera 93 milliónir krónur, ið