Neistin togaði seg uppá annað plássið í SMS-deildini við einum tryggum 19-12 sigri á H71 í høllini á Hálsi. Longu í steðginum setti Neistin tingini uppá pláss. Tá 30 minuttir vóru spældir var Neistin á odda heili 14-5.
Í morgin spæla VÍF og Kyndil í høllini í Vestmanna. Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1. Dysturin byrjar klokkan 14.
Neistin: Sofia Søberg 7, Marjun Danberg 3, Stina Madsen 2, Fríða á Dunga 2, Anna Clementsen 2, Hjørdis Viðstein 1, Jenny Kragesteen 1, Ingun Kristina Persson 1.
H71: Maria H. Weyhe 4, Durita Toftum 3, Eva Barba Arge 2, Marita Mortensen 2, Tórhalla Thorsteinsdóttir 1.
VÍF er oddalið í SMS-deildini við 20 stigum. Neistin er nummar tvey við 15 stigum. H71 hevur 14 stig og Kyndil hevur 13 stig. Stjørnan hevur níggju stig og StÍF er aftast við einum stigi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá dystarendanum.
2) Hoyr viðmerkjaran, Jákup Símun Simonsen taka stutt samanum dystin.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá H71, Hallur Danielsen.
4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá Neistanum, Kári Horn.










